- Eg gjørdist eitt sindur sjokkerað

- Eg gjørdist eitt sindur sjokkerað, tá eg stóð við møguleikanum at yvirtaka handilin, tí eg hevði ongantíð áður fingist við slíkt, sigur Jansy Simonsen.

Tað eru stívliga trý ár síðan, at Jansy Simonsen yvirtók tógvhandlinum Igloo í Sverrisgøtu 19 í Havn. Umframt at yvirtaka sjálvan handilin, yvirtók hon eisini húsini, har handilin hevur húsast seinastu árini.

 

Hóast gamla handilsnavnið, hevur Jansy nú valt at geva handlinum egið navn, og hetta hevur eisini verið ein tanki heilt síðan byrjan.

 

- Nú eg havi rikið handilsvirksemið undir navninum Igloo í trý ár, helt eg, at tíðin var komin til eisini at gera navnið til mítt egna. Herfyri varð navnið Igloo tí skift út við Tógvhúsið, sum eg haldi er eitt fitt og hóskandi navn til virksemi.

 

Tað sigur Jansy Simonsen, sum var í starvi á byggideildini hjá Tórshavnar kommunu, tá hon hevði hug at fara at royna okkurt nýtt. Søgan um, hvussu alt kom í lag, kann lesast í Vikublaðnum mánadagin, sum hevur skift orð við handilseigaran.

 

- Mær hevur altíð dámt væl at bundið, og sama var við bæði mammu míni og ommu míni, men eg havi ongantíð fingist við handilsvirksemi áður. Eg haldi, at eg gjørdist eitt sindur sjokkerað, tá eg stóð við møguleikanum at yvirtaka handilin, sigur Jansy Simonsen.