- Av tí at firningarfreistin ger tað ómøguligt at krevja dómarakanning nú, eru eitt nú habilitetstrupulleikarnar í kanningarnevndini greitt dømi um, at tað átti at verið ein dómarakanning gjørd, sigur Pia [...] fyri partabrævaumbýtið. - Júst tað, at Jørgen Grønborg var ivasamur, um hann skuldi taka av tilboðnum at gerast formaður í kanningarnevndini prógvar, hvussu torført tað er at finna óvildugar serkønar, [...] ikki hava hildið habilitetin vera so avgerandi. - Tað, at embætisfólkini hava viðgjørt serlógina so tilvildarigt, at teir ikki hava hildið tað vera neyðugt at skriva notat ella tílíkt, um slíkar spurningar
na er sett til viks, so kann tað koma upp á tal at staðfesta ábyrgd. - Spurningurin er, hvar statsministeriið sum umsitir heimsstýrisógina, er í hesum máli.Tað kundi verið áhugavert at frætt, sigur advokaturin [...] hvørji skjøl talan er um, og um tað kann gerast álvarsligt fyri úrslitið av kanningini, at mótparturin hevur fingið skjølini.. - Tað sigur nakað um álvaran, men ikki um tað er ólógligt, sigur Hans Trygvi [...] Frank Jensen, at hesin ikki kann vænta, at landsstýrið, sum tann skuldsetti í málinum, skal prógva tað. - Her er greitt talan um eitt - null til Landsstýrið, sigur Hans Trygvi Teirin. - Verður næsta samráðið
Tað var ein fegin Heðin á Lakjuni, sum hóskvøldið tók ímóti telefonboðum frá Allani Simonsen, landsliðsvenjara. Gjøgnum FSF-skrivstovuna lat landsliðvenjarin Heðin frætta, at hann var tikin út til A-landsliðið [...] skaða, og tí eru boð nú eftir Heðini. Heðin á Lakjuni spælir í KÍ, og seinastu tvey árini hevur hann verið millum bestu spælararnar í felagnum. Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Heðin rættiliga vart við seg [...] at royna síni fótbóltsevni. Skjóti framherjin á KÍ-liðnum er bert 19 ára gamal, og hann hevur áður verið við á U-18 landsliðnum. Nú fær hann kjansin á A-landsliðnum, hóast hann ikki kann rokna við at sleppa
Men hvat er tað, sum tú saknar? ? Eg haldi, at tað hevði verið týdningarmikið fyri arbeiðið hjá løgtinginum, og at tað hevði verið gagnligt fyri samgonguna, um tað varð gjørt greitt, hvat tað er fyri ein [...] løgtingið, og eg haldi, at tað hevði verið vert at roynt hjá landsstýrinum at funnið fram aftur tað, sum áður varð rópt lítla samgongan. Soleiðis sum eg havi skilt tað, so var tað eitt forum, har samgonguumboð [...] teir skulu eisini politiskt fyrireika tað, sum verður lagt fyri løgtingið at taka støðu til, og tað er í hesum, at eg havi eina kenslu av, at tað haltar meiri nú, enn tað ofta gjørdi undir gomlu stýrisskipanini
ígjøgnum, og tað hevur m.a. havt við sær, at tað hava ikki verið stundir til eitt endaorðaskifti. Tað kann hugsast, at tingmenn dempaðu seg eitt sindur í fíggjarlógarorðaskiftinum, um tað longu nú varð [...] stór orðaskifti verið vanlig. Annað er tað um løgmansrøðuna, og hitt hevur verið fyrsta og onnur viðger av fíggjarlógini. Tey eru bæði um heystið. Endin á tingárinum hevur altíð verið merktur av, at ein [...] vilja markera seg. Valfeburin ? Vanliga hevur løgtingsval verið í novembur, men nú verður tað kanska longu í apríl ella mei. Tá valið hevur verið í novembur, hevur viðgerðin av løgmansrøðuni og fyrsta viðgerð
størri enn tað er í dag. Hetta er rætt. Men hvussu ætla landsstýrismaðurin og fólkaflokkurin at vit skulu útvega eina hóskandi eftirløn til øll hesi? Tað verður nevniliga eisini ásannað, at tað ikki letur [...] ósolidariskum skipanum. Tað vil siga at eftirlønarpolitikkurin hjá fólkaflokkinum verður settur í verk. Tað eru eini 12 til 15 ár síðani at javnaðarflokkurin sá tann veruleikan í eyguni, at tað ikki fór at bera [...] einstakur skuldi gjalda inn og fáa út aftur í mun til tað, ið viðkomandi hevði goldið. Við øðrum orðum merkir hetta, at tann lønarójavnin, sum hevur verið í arbeiðsárunum, skuldi halda fram og helst vaksa
enn Tróndur, so verður tað 12-13 metrar breitt, og so sleppur tað ikki inn í Skopun. Trupulleikin við Sandoyarsiglingini, at tú einki hevur kunnað gjørt, hevur gjøgnum árini verið havnin í Skopun. Tekningarnar [...] Lorvík hava ikki verið í lagi. Tummas Arabo ivast ikki í, at verður tað byrjað at byggja eitt skip til Sandoynna nú, so kann Tróndur vælsaktans klára rutuna eini 2 ár fram ella ta tíð tað tekur at byggja [...] -Tað er heilt øvugt og ørvitistos at fara út og leita eftir skipi til Sandoyarsiglingina, sum kann lúka krøvini. Tað skipið finst snøgt sagt ikki sigur Tummas Arabo, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni
tennirnar í okkara landi, tað veit eg ikki. Men allar fyrstu ferð eg sá eina joggingdrakt, ella treningsdrakt sum tikið var til tey árini, tað var í 1965, og maðurin í hesi góðu drakt, tað var skaldið Steinbjørn [...] sjarmørum tey árini, tað var nettupp skúlin úti á Frælsinum. Ungir hávar plagdu at herja innanfyri tað erotiska 12 fjóðringa markið, og at verja stovnin av ungum bygda- og havnar gentum, tað var uppgávan hjá [...] stjóranum. Og tað var ikki bara sum at siga tað. Okkurt bonskt og ófantaligt fylgdi okkum ofta tey veiðukvøldini, og serstakliga um onkur royndi at tálma ella støðga okkum. Ein okkara hevði tað táverandi metið
hevði hann verið noyddur at spælt aftur komandi ár. Men Tummas Eli Hansen er fegin um, at hann kann gevast sum FM vinnari. Sterki B36 miðverjin, sum hevur verið á landsliðnum 27 ferðir, hevur verið á besta [...] Fótbóltskappingarárið 1997 er av, og tað hevur við sær, at fleiri teirra, sum í mong ár hava verið við til at mynda bestu fótbóltsdeildina í Føroyum, gevast í fremstu røð. Felags fyri teir er, at teir [...] fyrru árini var hann álopsmaður, og tá hann spældi fyri fyrstu ferð í 1. deild, var tað ímóti HB. B36 tapti 2-1, men tað var Tummas Eli Hansen, sum skoraði málið fyri B36. Símun Petur Justinussen Liðformaðurin
fyri at vinna t.d. ímóti Malta. Tað hevur víst seg, at áhugin í Føroyum fyri heimadystunum t.d. ímóti Malta hevur verið sera stórur, og vit halda, at tað hevði verið rímuligt, um vit fingu meiri burturúr [...] sum búgva og spæla í Føroyum. Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað, landsliðsspælararnir vilja hava, verður samskipað. Men hvat er tað, sum tit so fegnir vilja broyta? Talan er ikki [...] rakk til HM undankappingin var liðug, og verður tað, sum Todi Jónsson vil, so verður avtalan fyri komandi EM undankappingina øðrvísi, enn tann hevur verið, sum teir hava havt higartil. FSF hevur hildið