Løgtingsvalið verður í seinasta lagið 7. juli komandi ár, og tað er rættiliga sannlíkt, at politiska arbeiðið í tingárinum, sum byrjar av álvara, tá løgtingið fer undir 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, verður nógv merkt av at politikararnir fara at vilja markera seg.
Valfeburin
? Vanliga hevur løgtingsval verið í novembur, men nú verður tað kanska longu í apríl ella mei. Tá valið hevur verið í novembur, hevur viðgerðin av løgmansrøðuni og fyrsta viðgerð av fíggjarlógini, sum onkuntíð fyrr vóru í senn, verið gylt høvi at markera seg í hjá politikarunum, men tá hevur endaliga viðgerðin av fíggjarlógini verið aftaná, at valið hevur verið. Hesa ferð skal fíggjarlógin endaliga samtykkjast fáar mánar frammanundan valinum, og tí verður tað spennandi at síggja, hvussu leikur fer hesa ferð, og valfeburin fer at gera um seg, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.
Enda við stórum orðaskifti
Hann hevur eitt uppskot um, hvat kundi verið gjørt fyri at minka um valfeburin tíðliga í tingárinum:
? Í øðrum londum er tað vanligt, at tingárið endar við einum stórpolitiskum orðaskifti, har politikkurin hjá stjórnini verður viðgjørdur í síni heild. Í løgtinginum hava bara tvey stór orðaskifti verið vanlig. Annað er tað um løgmansrøðuna, og hitt hevur verið fyrsta og onnur viðger av fíggjarlógini. Tey eru bæði um heystið. Endin á tingárinum hevur altíð verið merktur av, at ein rúgva av uppskotum skulu skundast ígjøgnum, og tað hevur m.a. havt við sær, at tað hava ikki verið stundir til eitt endaorðaskifti. Tað kann hugsast, at tingmenn dempaðu seg eitt sindur í fíggjarlógarorðaskiftinum, um tað longu nú varð boðað frá, at tingárið fer at enda við einum stórum orðaskifti, og tað hevði verið uppá sítt pláss, at hetta var nakað, sum bleiv gjørt til ein afturvendandi enda á tingárinum, heldur Jóannes Hansen.
Valstríðið er
longu byrjað
Samfelagsfrøðingurin roknar avgjørt við, at hugurin hjá politikarunum at taka orðið verður ógvuliga stórur, nú tað verður farið undir at viðgera fíggjarlógina:
? Valstríðið sær longu út til so smátt at vera byrjað. Politikarar, sum ikki hava kent ábyrgd fyri at taka lut í politiska orðaskiftinum, hava spískað blýantin. Vit hava verið og eru í búskaparligari og politiskari kreppu, men tað er einki, sum bendir á, at vit fara at sleppa undan øllum blaðgreinunum, har nógv av teimum, sum ætla sær at verða vald, fara at boða frá øllum tí, tey fara at syrgja fyri, um tey verða vald.
? Vegastubbar og annað væl kent tykist longu verða tikið fram, og eg ivist ikki í, at hetta eisini fer at merkja orðaskiftið um fíggjarlógina. Fíggjarlógarorðaskiftið hevur vanliga verið eitt gott høvi hjá politikarunum at markera, hvat teir ynskja til sítt valdømi og sín heimstað. Tí ivist eg einki í, at tingmenn fara at brúka alla ta talutíð, sum teir kunnu fáa, nú fíggjarlógin verður viðgjørd, og orðaskiftið verður varpað út. Talutíðirnar hjá framsøgumonnunum, fíggjarmálaráðharranum og løgtingsmonnum og landsstýrismonnum eru ásettar í tingskipanini. Eg rokni við, at tær fara at verða brúktar á tamb, og so kann eg eisini ímynda mær, at teir verða nógvir, sum fara at brúka rættin at koma við viðmerkingum til nógvar talur, og tað kundi bent á, at orðaskiftið um fíggjarlógina, verður ógvuliga drúgvt. Fingu teir longu nú fráboðan um, at teir fara at fáa eitt høvi av so at siga sama slag seinni í tingárinum, so hevði tað kanska hjálpt uppá viðgerðina av fíggjarlógini, heldur Jóannes Hansen.
Nógv snýr seg um tilrættalegging
Samfelagsfrøðingurin ivast í, hvussu nógv fer at koma av skafti í hesum tingárinum:
? Skulu vit meta út frá tí, sum varð boðað frá, tá løgmaður helt sína røðu á ólavsøku, so fara ein rúgva av uppskotum at koma fyri tingið. Men eg ivist í, hvussu nógv av hesum fer at verða endaliga viðgjørt í tinginum. Tað fáa vit eina ábending um hesar báðar næstu mánarnar. Tingskipanin sigur, at uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða framløgd innan 5. mars. Tað er í hvussu so er klárt, at skjótari landsstýrið kemur við uppskotunum, størri er sannlíkið fyri, at tey verða endaliga viðgjørd. Um landsstýrið ger, sum tað plagar, so koma tey flestu uppskotini bóltandi fyrst í mars, og so er rættiliga sannlíkt, at nógv endar í nevndum og kemur ikki aftur hagani, áðrenn valið verður útskrivað, og so detta tey burtur.
? Tað hevur aftur og aftur verið jabbað upp í saman um, at politiska arbeiðið skal spreiðast yvir alla tingsetuna, og nú fáa vit at síggja, hvør álvara verður í hesum, endar Jóannes Hansen.
Talutíðirnar
Tingskipanin sigur, at tá fíggjarlógin er til fyrstu og aðru viðgerð, eiga framsøgumenninir hjá flokkunum 20 minuttir í part, tá teir fara fyrstu ferð á pallin. Uppskotsstillarin, sum er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, eigur eisini í fyrstu atløgu rætt til at tala í 20 minuttir, og løgmaður og hinir landsstýrismenninir eiga sama rætt til talutíð
Omanfyri nevndu kunnu taka orðið tríggjar ferðir, og tær báðu seinnu ferðirnar kunnu teir tala tíggju minuttir og fimm minuttir.
Løgtingsmenninir, sum ikki eru framsøgumenn, eiga rætt til at tala tvær ferðir. Fyrru ferðina kunnu teir tala í tíggju minuttir, og seinnu ferðina kunnu teir tala í mesta lagið í fimm minuttir.
Í tingskipanini stendur, at formaðurin kann í føri, tá hann heldur tað vera hóskiligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn tveir minuttir. Tað er vanligt, at formaðurin gevur tingmonnum høvi til viðmerkingar, men tað er bara formaðurin, sum hevur heimild at gera av, um loyvið skal gevast til viðmerkingar.
Tað stendur eisini í tingskipanini, at løgtingsformaðurin kann loyva frávik frá talutíðunum, sum eru nevndar omanfyri, tá ið vavið í einum máli ger tað neyðugt. Í fíggjarlógarviðgerðini plagar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fáa longri talutíð, enn aðrir landsstýrismenn, tí tað tekur langa tíð hjá honum at svara øllum tí, sum kemur fram.