Hóast trupulleikar og ivamál um úrslitið av kanningini, heldur Pia Larsen, at føroyingar ikki skulu vera bangnir fyri, at kanningarnevndin ikki er arbeiðsfør.
- Av tí at firningarfreistin ger tað ómøguligt at krevja dómarakanning nú, eru eitt nú habilitetstrupulleikarnar í kanningarnevndini greitt dømi um, at tað átti at verið ein dómarakanning gjørd, sigur Pia Larsen.
Hon heldur ikki, at andstøðan ger vart við skeivleikarnar, bert fyri at arga stjórnina. Serliga um úrslitið verður, at føroyingar ikki fáa endurgjald fyri partabrævaumbýtið.
- Júst tað, at Jørgen Grønborg var ivasamur, um hann skuldi taka av tilboðnum at gerast formaður í kanningarnevndini prógvar, hvussu torført tað er at finna óvildugar serkønar, sum ikki hava samband við Den Danske Bank.
- Tað ávarsliga í málinum er, at serlógin fyri bankakanningina varð gjørd, serliga við habilitetsspurninginum fyri eyga, men at embætismenn í løgmálaráðnum ikki hava hildið habilitetin vera so avgerandi. - Tað, at embætisfólkini hava viðgjørt serlógina so tilvildarigt, at teir ikki hava hildið tað vera neyðugt at skriva notat ella tílíkt, um slíkar spurningar, er óhoyrt, sigur Pia Larsen.
Hon heldur lítið um at fáa Frank Jensen í samráð aftur. Hann kann bert lesa úr gomlum skjølum, um viðurskifti, sum Bjørn Westh í síni tíð hevði ábyrgdina av.
Tá samráðið var mikudagin, royndi Pia Larsen at ávirka løgmálaráðharran at geva føroyingum eina umbering fyri skuldsetingina, tá hann ikki kundi skjalprógva pástandin, men tað vildi Frank Jensen ikki.
Nú hevur Pia Larsen sent Marianne Jelved, búskaparmálaráðharra skrivligan fyrispurning um reglurnar hjá Fíggjareftirlitinum at útflíggja trúnaðarskjøl til kanningarnevndina.