Fleiri av kendu andlitunum mynstra nú av

Fótbóltur: Tummas Eli Hansen og aðrir kendir fótbóltssivlar seta nú skógvarnar á hillina

Fótbóltskappingarárið 1997 er av, og tað hevur við sær, at fleiri teirra, sum í mong ár hava verið við til at mynda bestu fótbóltsdeildina í Føroyum, gevast í fremstu røð.

Felags fyri teir er, at teir hava nátt høgan fótbóltsaldur, og at teir halda, at nú hava teir so mikið nógvar aðrar skyldur í familju og arbeiði, at tað ikki ber til at halda fram við fótbóltinum.


Tummas Eli Hansen

Liðformaðurin hjá FM vinnarunum, Tummas Eli Hansen, hevur langt síðpani boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla meiri í 1. deild.

Hann hevur sagt, at um B36 hevði vunnið FM heitið í fjør, so hevði hann givist tá, og um teir ikki høvdu vunnið í ár, so hevði hann verið noyddur at spælt aftur komandi ár. Men Tummas Eli Hansen er fegin um, at hann kann gevast sum FM vinnari.

Sterki B36 miðverjin, sum hevur verið á landsliðnum 27 ferðir, hevur verið á besta B36 liðnum í fimtan ár. Tey fyrru árini var hann álopsmaður, og tá hann spældi fyri fyrstu ferð í 1. deild, var tað ímóti HB. B36 tapti 2-1, men tað var Tummas Eli Hansen, sum skoraði málið fyri B36.


Símun Petur Justinussen

Liðformaðurin hjá GÍ, Símun Petur Justinussen, hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at gevast við fótbólti á hægsta støði.

Símun Petur Justinussen hevur spælt á besta liðnum hjá GÍ øll árini, teir hava verið í bestu deildini. Hann var við til at vinna tvey FM heiti í áttati árunum ­ í 1983 og í 1986 ­ og í níti árunum hevur hann verið liðformaður og hevur fýra ferðir tikið ímóti FM steypinum og tvær ferðir hevur hann tikið ímóti løgmanssteypinum.

Símun Petur Justinussen var miðframherji nógvu tey fyrru árini, og hann var í fleiri ár besti málskjútti í landinum. Eisini sum verjuspælari hevur hann verið sera vandamikil, tá hann er farin fram við í álop.

Símun Petur Justinussen hevur ongan altjóða skrásettan landsdyst spælt. Hann spældi tvær ferðir á landsliðnum í áttati árunum, og hann skoraði eitt mál.


Gunnar Mohr

Skjóti HB miðframherjin hevur langt síðani boðað frá, at hann fór at gevast, tá hetta kappingarárið var liðugt. Hann hevði vónað at fingið eitt FM heiti at enda við, men nú noyddist hann at smyrja seg við einari silvur krónu afturat. Gunnar Mohr hevur vunnið trý FM heiti ­ í 1988, í 1990 og í 1982, tá hann fyri fyrstu ferð var í 1. deildarhópinum hjá HB.

Gunnar Mohr var fleiri ferðir í landsliðshópinum hjá Páll Guðlaugsson, tey fyrstu árini, eftir at Føroyar vóru farnar upp í altjóða kappingar. Hann var tíggju ferðirnar við í ferðalagnum, og sjey ferðir kom hann á vøllin, men hann spældi ongantíð allar 90 minuttirnar.

Gunnar Mohr hevur í fleiri ár verið formaður í HB, samstundis sum hann hevur spælt. Tað verður roknað við, at hann fer at brúka nógva tíð uppá felags arbeiðið, nú hann er givin at spæla.