Føðingardagsheilsa til Steinbjørn B. Jacobsen
Gummistyvlarnir komu til Føroyar tað sama árið sum sementið kom. Tann fyrsta stoypta húsagrundin í Havn var stoypt í 1924, og tað var grundin hjá skómakaranum Jóan Jakku. Tann fyrsti ið átti gummistyvlar, var ein 8 ára gamal tvørádrongur, og hann kallaðist Hjørleif Enni. Hvør ið hevði tær fyrstu forlornu tennirnar í okkara landi, tað veit eg ikki. Men allar fyrstu ferð eg sá eina joggingdrakt, ella treningsdrakt sum tikið var til tey árini, tað var í 1965, og maðurin í hesi góðu drakt, tað var skaldið Steinbjørn B. Jacobsen, Um tað mundi var hann eisini lærari við Sankta Frants skúla í Havn, og hóast eg ikki
hevði hann til lærara, gloymi eg aldrin hesa bláu joggingdraktina millum allar teir grálittu og skróvandi nonnuserkarnar.
Hansara fyrsta yrkingasavn »Heimkoma«, kom út í 1966. Nakrir av hansara skaldabrøðrum um tað mundið, vóru Poul F. Joensen, Chr. Matras, Hans Dalsgård, T. N. Djurhuus og Glerfoss, og teir brúktu allir rímið, meistraðu tað hálvgum til deyðis. Men tann 29 ára gamli sandvíksingurin var ikki við á rím-liðinum. Sum Regin Dahl og Líggjas í Bø og Gurið Helmsdal, leitaði hann aðrar leiðir hvat formi og myndamáli viðvíkti. »Stjørnur á tróðurhválv, endaði hann yrkingina »Sól og grúgva«. Bílætið var orginalt, men hóast tað, so høvdu bæði Guttormur í Múla og Nólsoyar Páll kunna nikka samtykkjandi til bílætið.
Nýtti haikuformin
Tvey ár seinni, tá savnið »Fræ« kom út, hálæi tann føroyski lesaraskarin tí sandvíksingurin vágaði sær at draga tann japanska haiku formin inn í føroyskan skaldskap. Er maðurin svakur, ella heldur hann okkum fyri tað turra spott. spurdi lesarin í rámasta álvara. At Steinbjørn í veruleikanum var djarvur og víðskygdur bókmentaliga, tað fekk lesarin eyguni upp fyri í 1972. Tá góvu føðingardagsbarnið og Heðin M. Klein út antologiina »Flytifuglur«, og fyri okkum blaðungu var antologiin ein holl innføring inn í modernaðan skaldskap.
Tað er eitt annað sum eg í hesum sambandinum sum eg eisini vil nýta høvið at leggja áherðslu á, og tað er tann serliga ekstremistarasan sum vit hava í Føroyum. Fyri at lýsa hetta fyribrigdi, um eg kann brúka tað orðið, so lat meg nevna nøkur nøvn.
Ein av ekstremistunum er listarmálarin Ingálvur av Reyni, í 60¹árunum hendi okkurt við hansara málningum, og hóast eg ikki kann prógva tað, so giti eg at toran er sligin niður í hann, tí hann var ikki longur sum aðrir føroyskir listamálarar.
Sunnudagsskúla-lærarin í Ebenezer
Tað var sum málaði hann út sólarinnar varma og kulda mánans, sum drap hann pensulin niður í tað tilfarið har sjónirnar hava sítt upphav, bæði tær sváru, men eisini hinar lukkuligu og stórslignu, og við ógvusligum strokum, opnaði hann ein heim ið púrasta tók fólk av fótum. Hetta gjørdi ein sunnudagsskúlalærari úr Ebenezer, maðurin sum hvørjar páskir í nógv ár sang teir yndisligu passiusálmarnir hjá Hallgrími Pjeturson í útvarpinum.
Ein annar ekstremistur var Knút Petersen, kanska betur kendur sum lítli Knút. Hann livdi eitt av hesum lívum, sum eins og hvør við 100 prosents vissu steindoyr av. Men tað sum hann lat okkum uppá gott og ónt, er langtsíðani komið inn í Havnar motologiina.
Djóni í Geil var eisini ekstremistur. Hugsi tykkum at fara undir at planta havar í einum træleysum býi. Tað er ein líka so ørandi tanki, sum í hesum tíðum at opna ein pylsuvogn uppi á mánanum.
Háskúlastjórin
í joggingdrakt
Og uppí ættartalvuna hjá hesi rasu, vil eg knýta navnið á manninum sum í 1970 tók við starvinum sum háskúlastjóri. Eitt ynda mið hjá ungum sjarmørum tey árini, tað var nettupp skúlin úti á Frælsinum. Ungir hávar plagdu at herja innanfyri tað erotiska 12 fjóðringa markið, og at verja stovnin av ungum bygda- og havnar gentum, tað var uppgávan hjá stjóranum. Og tað var ikki bara sum at siga tað. Okkurt bonskt og ófantaligt fylgdi okkum ofta tey veiðukvøldini, og serstakliga um onkur royndi at tálma ella støðga okkum. Ein okkara hevði tað táverandi metið í vektlyftarafelagnum »Bragdi« upp á 220 pund yvir høvdn, og hinir smæddust ikki burturímillum. Men maðurin í bláu joggingdraktini støðgaði okkum. Ikki við at lova ilt ella við at hótta við løgregluni.
Tað var ikki hansara stílur. Ja, satt at siga, so veit eg ikki hvør hansara stílur yvirhøvur var. Men tað var okkurt við manninum sum spekti okkum. Vit blivu góðir við henda tætta lágvaksna sandvíksingin.
Undergrounds- felagskapurin
Saman við D. P. Danielsen, Kjartan Hoydal, Aksel Skovbo, Heðin M. Klein, og nógvum øðrum góðum fólki, var Steinbjørn við at mynda Fólkafylkingina móti EEC. Men ein praktiskur trupulleiki hjá øllum undergroundsfelagsskapum - ella tiltøkum, er eitt so elementert ting sum at hava eitt stað at fundast í. Yvirhøvur at fólk leggja hús til veitslur og fundir, í tí liggur ein hjartaligheit ið ikki kann metast nóg høgt. Og tað var akkurát tað sum Steinbjørn gjørdi. Hann opnaði Háskúlan fyri eini tí størstu fylking sum vit yvirhøvur hava haft í Føroyum. At hetta hevur verið við til at flutt Háskúlan aftur til sínar undergroundsrøtur, tí ivist eg ikki í. Og m.a. hetta eigur at vera lagt afturat 60 ára føðingardegnum.
Maður at standa
aftanfyri orðini
Lat meg enda hesa heilsu við eini lítlari søgu. Ein dagin í 1976, spurdi eg háskúlastjóran um tað ikki hevði ligið fyri hjá honum at hugt uppá nakrar yrkingar sum eg í longri tíð hevði roynt at fingið at sitið. Tað sum eg serliga festi meg við í hansara svari, var at hann spurdi meg, um eg stóð aftanfyri tað sum eg hevði fest á blað. Ella stutt sagt, um eg var maður fyri míni orð. Tað snúði seg serliga um eina yrking sum eg hevði vígt útróðrarmannaverkfallinum í juni mánað í 1975, og yrkingin endaði við orðunum »?men dynamitti er uppfunnið«.
- Ert tú sinnaður at brúka dynamitt, segði hann, tað er tað sum málið snýr seg um. Tú kanst ikki brúka stór orð uttan at vera kletturin aftanfyri tey. Annars kemur ein falskleiki inn í tín skaldskap ið fer at korrumpera alt ið tú ger.
Eitt sovorðið svar hevði eg ikki væntað at hoyrt frá manninum ið man hava verið ein okkara mest nýskapandi yrkjari, og hvørs mest hugtakandi bragd eftir mínum tykki var sjónleikurin »Skipið« frá 1975. Men svarið rakti í plett. Tað var so at siga kliniskt reinsa fyri uttanumsnakk, og nettup tí stóð tað listini so nær.
Við hesum orðum fari eg vegna Rithøvundafelagið at ynskja føðingardagsbarninum tillukku.
Jóanes Nielsen