-Tað er heilt øvugt og ørvitistos at fara út og leita eftir skipi til Sandoyarsiglingina, sum kann lúka krøvini. Tað skipið finst snøgt sagt ikki sigur Tummas Arabo, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni.
Hann vísir á, at teir kunnu leita sum teir vilja, men teir finna einki skip fyri Trónda, hvørki í Danmark ella nakra aðrastaðni, sum kann brúkast.
-Skulu teir hava eitt skip, sum lýkur krøvini og sum ikki er longri enn Tróndur, so verður tað 12-13 metrar breitt, og so sleppur tað ikki inn í Skopun. Trupulleikin við Sandoyarsiglingini, at tú einki hevur kunnað gjørt, hevur gjøgnum árini verið havnin í Skopun.
Tekningarnar til nýtt sandoyarskip liggja hjá Skipasmiðjuni og hava ligið og bíðað har í skjótt 10 ár. Tær hava bíðað eftir, at nakað skuldi verða gjørt við havnina í Skopun, men tað eru onantíð settir pengar av til at gera havnina nóg góða. Innsiglingin er rætt og slætt ov smøl. Landsverkfrøðingurin vildi ikki gera nakað við porturið, fyrr enn hann hevði fingið pengar til tað.
At leiga eitt skip til siglingina er tí burturvið. Við nýggju krøvunum verður tað rætt og slætt ov breitt til at koma inn í Skopun.
Tummas Arabo sigur, at hetta eru mál, sum eru nógv umrødd á Strandferðsluni gjøgnum árini, og skal tú fara í holt við at loysa hetta málið, so mást tú gera bæði tingini, tvs. fyrst broyta havnina og síðani byggja eitt nýtt skip til siglingina fyri at fáa sum mest burtur úr.
Tummas Arabo sigur, at Strandferðslan hevur bæði sagt og skrivað til landsstýrið um hetta fleiri ferðir, men einki er hent í mál-inum.
Eisini Lorvík og Oyragjógv
-Vit hava sagt frá, at havnaviðurskiftini forða fyri íløgumí nýggj amboð til siglingina á øllum rutum uttan í Norðoyggjum, útoyggjum í Norðoyggjum og í Suðuroyarsiglingini.
Talan er um Lorvíksfjørð, Vestmannasund og Skopunarfjørð. Landsstýrið hevur vitað av í fleiri ár, at havnirnar við Oyragjógv, í Skopun og í Lorvík hava ikki verið í lagi.
Tummas Arabo ivast ikki í, at verður tað byrjað at byggja eitt skip til Sandoynna nú, so kann Tróndur vælsaktans klára rutuna eini 2 ár fram ella ta tíð tað tekur at byggja eitt slíkt skip.
-Teir á Skipasýninum eru skilagóðir at hava við at gera, og teir laga seg eftir slíkum eisini, um teir síggja, at nakað reelt verður gjørt fyri at fáa eitt nýtt skip.
Umframt at fara undir bygging av einum skipi so er síðuleypandi neyðugt at byggja havnina út soleiðis, at hon kann taka ímóti einum nýggjum og størri skipi.
Torfør uppgáva at reka Strandferðsluni
-Nú er tú gamal á Strandferðsluni - hvat sigur tú til støðuna á samferðsluøkinum sum heild!
-Eg kann bert siga, at tað er ein tørfør uppgáva at reka strandferðsluna í Føroyum. Men tað er ein sannroynd, at trupulleikarnir í samferðsluni koma ikki eftir einum degi. Teir hava bygt seg upp, meðan politisku myndugleikarnir hava verið vitandi um tað men einki gjørt.
Uppá fyrispurning hvussu stóran týdning Strandferðslan er fyri Føroyar sigur Tummas Arabo, at hon er alfa og omega fyri hetta landið at hava eitt gott samferðslunet.
-Hevur politiski myndugleikin ikki sovið í tímanum?
-Tað skal eg ikki úttala meg um. Ein og hvør kann gera sær eina meining um tað. Eg kann bert siga, at alt samferðslukervið stendur fyri ómetaliga stórum avbjóðingum. Sandoyggin og Tróndur er ein trupulleiki, men vit standa yvir fyri einum nógv størri trupulleika í Suðuroynni um ikki so langa tíð.
Her hugsar hann um krøv uttanífrá til Smyril. Hetta vita menn um, so tað er eingin orsøk til at gerast kløkkur, tá tíðin kemur, at stórar upphæddir skulu brúkast til at hava Smyril í framhaldandi sigling. Og roknast kannn eisini við, at hann kemur at verða tikin úr rutuni í langa tíð til at kunna gera ábøturnar.
-Vónandi fer hetta ikki at taka okkara stýrandi menn á bóli eins og krøvini til Trónd gjørdu tað nú um dagarnar.