Danskir ráðharrar arbeiða undir lóg um ráðharraábyrgd, t.v.s., gera teir nakað revsivert, so skulu teir fyri ríkisrættin. Tann lógin varð t.d. nýtt í Tamilamálinum.
Hans Trygvi Teirin kann ikki siga, um gongdin í bankamálinum og hvussu embætisfólk og politikarar í Danmark hava handfarið málið, ber dám av lógarbroti, men um orðið ?óvildugt³ í lógini um bankakanningina er sett til viks, so kann tað koma upp á tal at staðfesta ábyrgd.
- Spurningurin er, hvar statsministeriið sum umsitir heimsstýrisógina, er í hesum máli.Tað kundi verið áhugavert at frætt, sigur advokaturin.
Hann sigur annars, at hann hevur ta støðu til skuldsetingarnar hjá Frank Jensen, at hesin ikki kann vænta, at landsstýrið, sum tann skuldsetti í málinum, skal prógva tað.
- Her er greitt talan um eitt - null til Landsstýrið, sigur Hans Trygvi Teirin.
- Verður næsta samráðið um skjøl ið eru likin út frá kanningarnevndini,meira álvarsligt enn pástandurin um hvat hvør hevur sagt hvat í habilitetsmálinum?
- Spurningurin er hvørji skjøl talan er um, og um tað kann gerast álvarsligt fyri úrslitið av kanningini, at mótparturin hevur fingið skjølini..
- Tað sigur nakað um álvaran, men ikki um tað er ólógligt, sigur Hans Trygvi Teirin.