Politikarnir hava ikki funnið stevið, síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi í fullum líki á ólavsøku í fjør. Tað heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, sum serliga hevur heft seg við, at tað er sera torført at finna fram til politiska viljan, sum samgongan stendur aftanfyri:
? Vit hoyra aftur og aftur, at tað eru einstøku landsstýrismenninir, sum hava fulla ábyrgd, tí nú hava teir fingið ráðharraábyrgd, men tað er ikki frítt, at tú onkuntíð hugsar, at talan er um politiskt viljaloysi í staðin fyri ráðharraábyrgd. Síðsta dømið um hetta er uppskotið til fíggjarlóg. Tá pressan hevur spurt seg fyri um onkra upphædd, sum er í uppskotinum, so verður sagt, at hetta er tað, sum umsitingin heldur skal brúkast til hetta málsøkið komandi árið, og samgongumenn skýra uppskotini, sum eru komin frá teirra politisku feløgum fyri luksusíløgur.
? Eg sakni ofta ta politisku viðgerðina í landsstýrinum og samgonguni av uppskotum, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið, og eg haldi, at tað hevði verið vert at roynt hjá landsstýrinum at funnið fram aftur tað, sum áður varð rópt lítla samgongan. Soleiðis sum eg havi skilt tað, so var tað eitt forum, har samgonguumboð royndu politiskar ætlanir og brýndu tær, soleiðis at tað fingust greiðar ábendingar um, um ymsu málini vóru kundu fáa undirtøku ella ikki. Nú eru eingir landsstýrisfundir, og tá tað heldur ikki tykist vera lív í lítlu samgonguni, so spyrt tú teg sjálvan, hvussu samgongan samstarvar.
Ráðharraábyrgdin vigar ov tungt
Jóannes Hansen heldur, at tað viðhvørt kann tykjast sum um politikarnir hava stært seg ov blindar uppá ráðharraábyrgdina.
? Teir skulu syrgja fyri, at avgerðirnar hjá løgtinginum verða settar í verk, og at umsitingin av teimum er, soleiðis sum hon eigur at vera, men teir skulu eisini politiskt fyrireika tað, sum verður lagt fyri løgtingið at taka støðu til, og tað er í hesum, at eg havi eina kenslu av, at tað haltar meiri nú, enn tað ofta gjørdi undir gomlu stýrisskipanini.
Jóannes Hansen nevnir sum dømi tær viðmerkingar, sum samgongumenn í
síðstu viku lótu falla um íløguupphæddirnar, sum standa á fíggjarlógaruppskotinum:
? Tá studentaskúlin í Hoydølum fór um tey 60 í síðsta mánað var landsstýrismaðurin í skúlamálum har uppi, og hann boðaði frá, at skúlin skuldi fáa nýggj høli í føðingardagsgávu. Talan er um eina stóra íløgu, men eg kenni einki til, at hetta hevur fingið nakra politiska viðgerð. Og politisku viðmerkingarnar í síðstu viku benda á, at hvørki henda ella aðrar íløgur í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg hava fingið eina samlaða politiksa viðgerð.
? Kanska kunnu vit siga, at sjálvtøkuborðið, sum fíggjarnevndin fyrr hevur verið skuldsett at seta fyri seg sjálva, nú er dekkað av landsstýrismonnunum. Tað er í hvussu so er nógv, sum bendir á, at bara ein partur av íløgunum, sum standa í uppskotinum, fara at hava møguleika at yvirliva, tá uppskotið verður samtykt. Og verður tað soleiðis, so er ikki frítt, at tú fært eina kenslu av, at politiska arbeiðið í landsstýrinum meiri hevur gingið út uppá hjá einstøku landsstýrismonnunum, eftir ráðgeving frá umsitingini, at siga frá, hvat hevði verið ynskiligt at gjørt í økjunum, sum teir hava ábyrgdina av, heldur enn at brúka ráðgevingina frá umsitingini í politiksa arbeiðnum at raðfest tað, sum samgongan við atliti til karmarnar kann semjast um at gera. Og tá er tað so skjótt, at tað kann gerast til, at ráðharrarnir brúka landsstýrissessin at profilera seg sjálvar, heldur enn at finna út av og syrgja fyri politiska viljanum.
Sum at ganga
á knívsegg
Jóannes Hansen undirstrikar, at hann heldur ikki, at tað hevði verið rætt, at landsstýrið legði eitt so liðugt seymað uppskot fyri løgtingið, at uppgávan hjá teimum í løgtinginum og serliga teimum í samgonguni bara var at atkvøða tað ígjøgnum tingið:
? Tað ræður um at finna røttu javnvágina, og tað er kanska nátúrligt, at tað tekur sína tíð at finna hana, eftir at ein nýggj skipan er komin at stýra eftir. Tá Jóannes Ejdesgaard var landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tað varð tosað nógv um sjálvtøkuborðið í fíggjarnevndini, legði eg til merkis, at hann tyktaði løgtingsmenninar við, at um teir ikki sýndu ábyrgd mótvegis uppskotinum, sum landsstýrið hevði lagt fyri tingið, so fór tað kanska at verða neyðugt at avgreiða allar samráðingarnar um fíggjarlógina í Tinganesi, áðrenn uppskotið kom í tingið. Í Danmark hevur tað verið mett sum hóttan ímóti valdsbýtinum millum útinnandi og lóggevandi valdið, at so stórur partur av samráðingunum um fíggjarlógina ofta hava gingið fyri seg aftanfyri glasdyrnar í forsætismálaráðnum ella í fíggjarmálaráðnum. Millum annað hevur verið sagt, at tær samráðingarnar, sum ganga fyri seg í ministerinum ikki eru almennar, meðan viðgerðin í tinginum er almenn, og at tað er týðandi fyri fólkaræðið, at almenningurin fær innlit í so stórar partar av politisku viðgerðina, sum tað á nakran hátt ber til, og tað fær almenningurin av tí, sum verður viðgjørt í tingsalinum.
? Nú havi eg eina kenslu av, at politikarnir í navninum av ráðharrastýrinum hava hug at fara í hina veitina, og eg kvígi fyri, at um politiska fyrireikingararbeiðið í samgonguni av fíggjarlógaruppskotinum er so lítið, sum útsøgnir frá samgongulimum kundu givið ábending um, so kann tað hava við sær, at endaliga samtykta fíggjarlógin kann fara at líkjast rættiliga nógv frá tí, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið, og so er spurningurin, um landsstýrið verður so hugað í at fremja eina lóg, sum teir ikki eru so glaðir fyri.
Politiski viljin kemur ikki nóg greitt fram
Men hvat er tað, sum tú saknar?
? Eg haldi, at tað hevði verið týdningarmikið fyri arbeiðið hjá løgtinginum, og at tað hevði verið gagnligt fyri samgonguna, um tað varð gjørt greitt, hvat tað er fyri ein politiskur vilji, sum samgongan í síni heild vil fremja, og skulu vit trúgva tí, sum vit hoyra og lesa frá politikarunum, so tykist ógvuliga lítið hava verið gjørt við at finna hetta felags stevið ella henda felags politiska viljan.
Men er tað ikki soleiðis, at tað er einstaki landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av sínum málsøkjum og harvið skal syrgja fyri at koma fram við tí, sum hann heldur skal gerast?
? Vit hava fingið ráðharraábyrgd, og tað er týdningarmikið, at tingið fult og heilt tekur uppgávuna á seg at hava eftirlit við, at landsstýrismenninir liva upp til ta ábyrgd, sum teir hava tikið á seg. Men tað eigur ikki at taka burtur politiska viljan hjá samgonguni í síni heild. Og tað er í hesum, at eg haldi, at tað hevur gingið ov vítt, síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi. Tað verður sagt, at eingir felags landsstýrisfundir eru longur, og eg veit ikki um, at samgongan serliga ofta hevur fundir. Spurningurin er tí, hvussu politiski viljin verður samskipaður.
Eiga at grava lítlu
samgongu framaftur
Jóannes Hansen vísir á, at Føroyar eru ikki fyrsta samfelagið í heiminum, har stjórnarlimirnir hava ráðharraábyrgd, og tí heldur hann, at føroyskir politikarar kunnu læra av, hvussu tað er aðra staðni.
? Taka vit Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við, so hava tey í mong ár havt ráðharraábyrgd, men tað verður gjørt nógv við at samskipa politiska viljan. Serliga verður tað mett týdningarmikið at gera hetta, tá talan er um samgongustjórnir, og tað eru tað sum oftast.
? Tí tosa teir um regeringens koordinationsudvalg. Tað er ein nevnd, mannað við stjórnarlimum úr ymsu samgonguflokkunum og undir leiðslu av samgonguleiðaranum, sum so at siga stingur út í korti, og tað verður ofta gjørt saman við umboðsmonnum fyri samgonguflokkarnar í fólkatinginum.
? Í áttati árunum varð hugtakið lítla samgonga ofta brúkt, men nú er langt síðani, at eg havi hoyrt nakað um hetta óformella politiska forumið. Eg haldi, at tað hevði verið meiri uppá sítt pláss nú, at lítla samgongan var virkin, enn tað var frammanundan at nýggja stýrisskipanin kom í gildi, tí tá var kollektiva landsstýrið sjálvt so at siga ein lítil samgonga, vísir Jóannes Hansen á, nú løgtingið fer undir at viðgera síðstu fíggjarlógina í hesum valskeiðnum.