Spyr eftir, hvat kærleiki er, hvat rættvísi er og hvat sannleiki er. Vit hava frælsi til at virka eftir kærleiksboðnum. Vit hava frælsi til at gera tað góða og ikki til at gera tað ónda. Gud hjálpi okkum [...] lógargerningar! Róm. 3,28 Vit menniskju fáa lívið sum gávu. Vit kunnu ikki vinna tað við gerningum. Tað lív, vit liva í heiminum er Guds gáva til okkara. Í grundini fáa vit lívið hvønn morgun, vit vakna. Vit [...] vit fáa tað alt samalt av Guds náði í Jesusi Kristi. Evangeliið er hin glaði boðskapurin um, at tað lív og ta frelsu, sum vit ikki kunnu vinna sjálv, eru Guds góðu gávur til okkara. At trúgva er at takka
Indiánar hava havt tað ógvuliga trupult uttan mun til, hvar á amerikanska meginlandinum, teir hava búð, og fyrr var tað vanligt, at indiánar vendu teirra gomlu mentan bakið og royndu at liva eitt lív sum tey [...] Serliga tey yngru børnini ímyndaðu sær, at lívið hjá Jason og familju hansara er sambært tað, tey hava sæð í gomlum cowboy-filmum. Og spurningarnir børnini høvdu vóru nógvir. Hvør er høvdingi hjá tykkum [...] gera teimum greitt, at Jason er ein heilt vanligur 13 ára gamal drongur, ið livir eitt heilt vanligt lív. At hann dansar indianskan dans er at líkna við, at tey dansa føroyskan dans. Jason fekk eisini høvið
noyðist hann at staðfesta enn nøkur tap. Men, sum hann so heimspekjandi heldur fyri, at »fyri hvørt lív eg offri, bjargi eg kanska hundrað«. Soleiðis hugsar hann nú ? sum hann hevur hugsað tað í Norðurafrika [...] har fleiri túsund eru bjargað. Nú verður honum sett ein nýggj uppgáva. Ein uppgáva, sum kann kosta lív, men sum ikki fer at bjarga fleiri hundrað - bert einum! Miller og menn hansara fáa boð um at bjarga [...] deyða brøðranna, men eisini yvir missiónina hjá Milleri. Hann noktar at fara frá vinum sínum, sum hava skansað seg við eina hermálsliga týdningarmikla brúgv. Hann kann ikki velja trygdina við at fylgja
sjónleikur. Verja galnar statsleiðarar? Eftir at hava sæð filmin, so er einki at taka seg aftur í, at vit hava nógv at fegnast um - vit, sum eru so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slíkum [...] gamla lagsbróðir sín, bøðilin Pinochet úr Chile. Nógv hava fagnað bretsku myndugleikunum, sum gjørdu bart - og handtóku mannin, sum hevur fleiri túsund lív á samvitskuni. Hesin maður, sum av ávísum floksformanni [...] ein knassi, tá tað kemur til at gera film. Hvussu veruligur hesin filmurin er, kunnu vit sum ikki hava upplivað kríggið ikki vita. Men sagt verður, at hann hevur endurskapt veruleikan rættuliga neyvt.
mentan? Hava tey virðing fyri fólki og mentan ella ikki? Hava tey fyrilit ella ikki? Hvussu bera tey seg at og hvørji fyrilit hava feløgini og hvørji hava tey ikki. Hann leggur aftrat, at vit hava sæð eitt [...] viðurskifti, sum vit als ikki hava hugsað um í øllum oljuorðaskiftinum, sum hann heldur er ov eintáttað. - Vit hava mestsum bara hugsað um arbeiði, tøkni og skattainntøkur og hava als ikki givið okkum far um [...] sum hava týdning fyri okkara mentan, og sum eiga at verða sett í verk. Veiðumannasamfeløg Hví fara til Alaska at kunna okkum við oljuvinnu, tá vit hava grannalond sum Noreg og Bretland, ið hava stórar
Patterson. Greinin er ein góð lýsing av politisku støðuni í USA, og tá ið vit í dag hava miðskeiðisval í USA, so hava vit valt, at umseta greinina og prenta hana niðanfyri. Einaræðisliga USA Samfelagsf [...] nýggja meginlandið, fyri at hava møguleika til at skapa eina tilveru, uttan at nakar blandaði seg. - Hetta innskotið kemur enn til sjóndar í sterku kenslu amerikumanna um, at teir hava rætt at vera teir sjálvir [...] ikki høvdu varhugan av, at almennir ákærar í USA hava so víttrøkkandi valdsheimildir. Hesum eru tað milliónir av amerikumonnum, ið júst av álvara hava funnið útav. Sjálvandi hevur Starr eitt ávíst vald
nevyan ov nógv sagt, at hesir báðir teljast millum teirra, sum hava størst innlit í føroyskan kvinnufótbólt. Afturat sær á ferðini til Onglands hava teir Margrið Weihe, sum eisini í ár røkir uppgávuna sum liðleiðari [...] Europa og umboða Føroyar nógvar vikur aftaná, at fótbóltsárið heima á landi er lokið. Men ongantíð áður hava føroyskir fótbóltsspælarar umboðað føðilandið uttanlanda so seint á árinum, sum U-18 kvinnulandsliðið [...] og tað verður als einki forgjørt í tí, um ungu kvinnurnar keypa jólagávur heim aftur við, tá tær hava spælt síðsta dystin. Hann verður fríggjadagin 27. november, og mótstøðuliðið ta ferðina verður heimaliðið
9000 fólk hava latið lív í Miðamerika, og meir enn ein mió. fólk eru vorðin heimleys. Stór øki eru skolað burtur í ógvusligari vatnflóð og áarlopum. Tað er úrslitið av ódnini Mish, sum hevur herjað í Guatamala [...] Hansi er stødd í Sanpedrosula, sum er næststørsti býur í Honduras, har hon gongur í 10. flokki. Tey hava ikki havt frið á sær hesar dagar, meðan ódnin herjaði, og tey vistu um ótryggu støðuni hjá dóttrini [...] hevur hon tosað við tey heima heima um, hvussu fátækrasligt alt er, og hvussu ringar umstøður fólk hava, og hvussu stórur munur er á ríkum og fátækum. Hon var kortini væl fyri nú hon ringdi heim mánanáttina
umhvørvið til fólk, sum hava havt, og hava rúsevnistrupulleikar at dragast við. Símun Joensen sigur, at eftir hansara tykki verða fólk mangan slept uppá fjall, eftir at tey hava verið til avvenjingar. -Tey [...] -Tey eru mangan einsamøll. Tey hava mangan drukkið seg frá báði familju, vinum og kenningum og hava ongan at vera saman við og alt teirra sosiala lív er í knúsi. ? Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at [...] sigur, at ætlanin er eisini, at Kaffistovan skal vera eitt slag av kreppumiðstøð hjá teimum, sum hava og hava havt rúsdrekkatrupulleikar at dragast við. -Tað skal verða eitt stað, har tey kunnu koma um tey
er frelsari okkara. Jesus hevur opinberað okkum Gud. Ella sagt á ein annan hátt, vit hava við Gud at gera, tá vit hava við Jesus at gera. Gud er so sum Jesus er. Og tað vil siga, at hann er kærleiki. Gl [...] sakramentum. Hitt æviga lívið er sostatt ikki bara nakað, sum byrjar hinumegin deyða og grøv. Vit hava her og nú lut í tí æviga ? í trúnni á frelsaran. Í okkara heilagu dópstund tók Jesus okkum inn í samfelag [...] tínar gerningar. Trúgvin og kærleikin spíra fram av at hoyra orðið. Kristindómur er ikki ein læra, men lív. Tað er at liva saman við hinum krossfesta og upprisna. Tað er at liva í trúgv og í kærleika. Tí eiga