Mótstøðan verður stór men ikki ræðandi

Fótbóltur: Genturnar, sum skulu til EM-undankappingina í Onglandi venja fleiri ferðir um vikuna

Fótbóltsárið bara leingist og leingist. Fyri einari fjórðingsøld síðani var ikki óvanligt, at síðsta umfarið í fótbóltslandskappingini í 1. deild varð avgreitt síðsta vikuskiftið í august ella fyrsta vikuskiftið í september, og tá september mánaði var hálvrunnin, vóru øll finaluumførini í øllum deildunum avgreidd.

Síðani tá er nógv vatn runnið í føroysku fótbóltsánni. Landslið eru komin afturat í fleiri deildum, og bæði vaksin og ung ferðast nú kring Europa og umboða Føroyar nógvar vikur aftaná, at fótbóltsárið heima á landi er lokið.

Men ongantíð áður hava føroyskir fótbóltsspælarar umboðað føðilandið uttanlanda so seint á árinum, sum U-18 kvinnulandsliðið skal gera tað í ár. Tær skulu taka lut í EM-undankappingarumfari í Onglandi, tær skulu spæla tríggjar dystir, og tað verður als einki forgjørt í tí, um ungu kvinnurnar keypa jólagávur heim aftur við, tá tær hava spælt síðsta dystin. Hann verður fríggjadagin 27. november, og mótstøðuliðið ta ferðina verður heimaliðið Ongland. U-18 kvinnurnar koma aftur til Føroya leygardagin 28. november, tá tær ferðast úr Manchester og umvegis Kastrup.

Farið verður avstað leygardagin 21. november, og fyrsti dysturin verður mánadagin 23. november. Tá skulu Føroyar spæla móti Írlandi, og mikudagin 25. november eitur mótstøðuliðið Holland.


Tilfarið

Álvur Hansen er aftur í ár venjari hjá U-18 kvinnunum. At hjálpa sær hevur hann Jón Harald Poulsen, og tað er nevyan ov nógv sagt, at hesir báðir teljast millum teirra, sum hava størst innlit í føroyskan kvinnufótbólt. Afturat sær á ferðini til Onglands hava teir Margrið Weihe, sum eisini í ár røkir uppgávuna sum liðleiðari, og Sonju Skúvadal, sum er fysioterapeutur.

Fyrstu úttøkuvenjingarnar vóru longu í mai, og síðani summarsteðgin hevur landsliðið verið saman til venjingar í minsta lagið fjúrtanda hvønn dag.

Nú hevur venjarin úttikið átjan spælarar til ferðina. Málverjar eru Æta Høgnadóttir úr HB og Linda Kjærbo úr VB, og útispælararnir eru Eyðvør Thomsen, Silja á Borg, Eyðfríð Kristiansen og Maria Johnsson úr HB, Anja Weihe, Arnbjørg Danielsen og Marjun Herup Olsen úr B36, Hansa Mikkelsen og Heidi Jacobsen úr GÍ, Lív Hansen úr B68, Irdi Hansen og Vár Petersen úr NSÍ, Haldóra Joensen úr VB, Elin Højsted úr B71 og Ragna Andreasen og Rannvá Andreasen úr Rødovre.

Seks spælarar vóru eisini við á liðnum, sum luttók í somu kapping í fjør, og Álvur Hansen harmast um, at rákið er, at kvinnurnar gevast so tíðliga at spæla. Tað verður í hesum sambandi staðfest av, at tríggjar, sum vóru við í fjør, og sum ivaleyst eisini høvdu verið sjálvskrivaðar hesa ferð, eru givnar at spæla fótbólt.

Einki er at liggja omaná, at størstu álitini á føroyska liðnum verða tvíburðasystrarnar Ragna og Rannvá Andreasen. Klaksvíksgenturnar spæla við Rødovre í bestu deildini í Danmark, og tær standa seg avbera væl. Í vikuskiftinum vóru tær í Aalborg og spældu ímóti B52. Úrslitið var 3-1 til Rødovre, og Rannvá skoraði heilar tvær ferðir. Aðru ferðina var tað eftir upplegg frá tvíburðasystrini, Ragnu.


Møguleikarnir

Venjarin roknar liðið í ár í hvussu so er at vera á sama støði, sum tað í fjør var. Bara eitt lið sleppur víðari í kappingini, og tað er einki, sum bendir á, at tað verður Føroyar. Holland verður mett at vera besta liðið, og føroyska liðið fer at hava besta møguleikan í fyrsta dystinum, sum verður móti Írlandi.

? Eg havi fyri stuttum verið á stevnu, sum UEFA hevði fyri venjarum hjá kvinnum. Stevnan var í Onglandi, og vit vóru og sóu eina elituvenjing, sum teir róptu tað. Tá vísti tað seg, at tað var eingilska U-18 liðið, sum vit sóu venja. Tær sóu góðar út, men avgjørt ikki so góðar sum Noreg var, tá vit í fjør taptu 8-0 móti teimum. Aftaná venjingina heilsaði eg uppá venjaran, og tá vóru hollendski og írski venjarin eisini har.

U-18 landsliðið savnast til felagsvenjing í Gundadali í kvøld, og fram til fráferðina úr Føroyum skulu tær venja bæði í Havn, á Toftum og í Hvalba, har skipað verður fyri venjingarlegu komandi vikuskifti. Venjarin hevur eisini lagt eina skrá fyri sjálvsvenjing. Hann vil hava, at tær úr Eysturoy renna saman, samstundis sum tær í høvuðsstaðnum renna og tær í Suðuroy renna.