Stødd í Honduras tá Mitch herjaði

­ Vit bardust við okkum sjálvi, tá ódnin herjaði, tí vit kundu einki gera, sigur Sally Davidsen, mamma 17 ára gomlu Hansi, AFS næmingur í Honduras. Familjan hevur seinastu dagarnar livað í ótta, og mistu eitt skifti samband við dóttrina

9000 fólk hava latið lív í Miðamerika, og meir enn ein mió. fólk eru vorðin heimleys. Stór øki eru skolað burtur í ógvusligari vatnflóð og áarlopum.

Tað er úrslitið av ódnini Mish, sum hevur herjað í Guatamala, Honduras og Nicaragua í seinastuni.

Vit hugsa kanska ikki so nágreiniliga um tað, tá vit síggja myndirnar og tíðindini í sjónvarpinum, um ódnir sum herja í ymsum heimspørtum.

Hjá familjuni Sally og Niclas Davidsen á Toftum, er støðan ein onnur. Dóttur teirra Hansi er stødd í Sanpedrosula, sum er næststørsti býur í Honduras, har hon gongur í 10. flokki.

Tey hava ikki havt frið á sær hesar dagar, meðan ódnin herjaði, og tey vistu um ótryggu støðuni hjá dóttrini.


Veit væl við hjá Hansi

Sally Davidsen sigur beinanvegin vit ringja til hennara, at alt veit væl við hjá dóttrini..

­ Vit ringdu til Hansi mikukvøldið í farnu viku, tá vit frættu um ódnina, men tá visti alt væl við hjá Hansi og familjuni, hon býr hjá, sigur Sally Davidsen.

Familjan á Toftum royndi at ringja aftur hóskvøldið, tá støðan sambært tíðindunum var vandamikil, men tá var einki telefonsamband, og familjan kendi seg fullkomiliga hjálparleysa.

­ Fríggjamorgunin ringdi Hansi til okkara og segði, at vandi var fyri áarlopi, og at tey fóru at flyta, men at hon ikki visti, hvar tey fóru.

Einki hoyrdist aftur frá Hansi fyrr enn mánanáttina, tá hon ringdi og segði, at tey ikki fluttu kortini. Húsini tey búgva í eru væl bygd og bert eitt ára gomul, og hóast fólk í grannalagnum vóru flutt, so vórðu familjan og Hansi verandi heima.

Hansi hevur verið í Honduras frá 7. august, og býr hjá familju, sum eigur 11 ára gamlan son. Hon skal ganga í skúla har í eitt ár.

Hon hevur góðar umstøður, og maðurin arbeiðir á maskinfyritøku, og tey eru væl fyri.

­ Hvussu kennist tað hjá tykkum, ikki at vita hvussu støðan er, har dótturin er stødd undir slíkum umstøðum?

­ Vit berjast við okkum sjálvi, og kunnu bert bíða eftir at frætta frá henni. Vit kunnu einki gera, sigur Sally Davidsen.

Tá familjan einki færrti frá fríggjadag til mánadag, og eingin myndugleiki vendi sær til teirra, ringdu tey til AFS skrivstovuna í Danmark.


Frættu einki meðan ódnin leikaði

Har fingu tey at vita, at einki nýtt var at frætta, men at familjan fekk boð beinanvegin, tá tey frættu úr Honduras - eisini um tað var á miðjari nátt.

­ Tað var ein uggi hjá okkum. Hansi er ikki bangin av sær, og vit kendu tað, tá vit tosaðu við hana, at hon ikki kendi seg ótrygga. Hon hevur, frá hon var smágenta sagt, at hon vildi sleppa burtur í onnur lond sum AFS næmingur. Tá tíðin kom, og hon skuldi fara, var einki meira tosað um, hvørt hon skuldi fara ella ikki.

­ Henni dámdi ikki so væl í Honduras í fyrstuni, tí skúlabøkurnar vóru vánaligar og tey tosaðu bert spanskt. Nú hevur hon lært seg málið, og dámar væl at ganga í skúla, eins og familjan, sum hon býr hjá, er góð við hana.

Familjan á Toftum ringir vanliga til dóttrina einaferð um mánaðin.


Stórur munur á ríkum og fátækrum

Serliga nógv hevur hon tosað við tey heima heima um, hvussu fátækrasligt alt er, og hvussu ringar umstøður fólk hava, og hvussu stórur munur er á ríkum og fátækum.

­ Hon var kortini væl fyri nú hon ringdi heim mánanáttina. Tá skuldi hon fara við í hjálpararbeiðnum at geva teimum fátækru mat og klæðir, sigur Sally Davidsen.

Hansi Davidsen skal eftir ætlan vera í Honduras hetta skúlaárið, men ivasamt er, hvussu umstøðurnar eru viðvíkjandi skúla o.ø. eftir ódnina.

Sally Davidsen sigur, at tey ikki vilja ringja ov ofta, fyri ikki at órógva dóttrina, men at AFS í Danmark hevur váttað, at tey hava eyguni eftr tí sum hendir í landinum, og at AFS eisini hevur tryggjað familjuni, at einki hendir skúlanæmingunum, og at teir verða fluttir, um vandi er á ferð.