Styrkja sálina og fáa góð ráð mitt í Havnini

Fyrsta dagin vóru ikki færri enn 200 fólk inni á gólvinum í nýggju kaffistovuni hjá Blákross í Havn

-Hetta skal vera ein frístaður mitt í Havnini.

?Ein frístaður hjá teimum, sum føla seg einsamøll, hjá teimum, sum treingja til eina hjálpandi hond, ella bara nøkur góð orð á vegnum.

? Og eina frístaður hjá teimum, sum vilja hava eini góð ráð, uttan at venda ranguni út á sær sjálvum, ella sínum nærmastu....

Nýggja kaffistovan hjá Blákross í Havn fekk eina sera góða byrjan.

Mikudagurin var fyrsti dagurin, opið var, og tá vóru heili 200 fólk inni á gólvinum.

Og tað er fyristøðumaðurin, Símun Joensen væl nøgdur við.

Og longu í gjáramorgunin var kaffið sett útá aftur, tí tá var ein 10. flokkur í Havn inni á kaffistovuni har fyristøðumaðurin fortaldi teimum um vandan við rúseituri.

Og í morgin árini sessast konfirmantar við borðini í kaffistovuni at hoyra um, hvussu oyðileggjandi ovurnýtsla av rúsevnum er.

Jú, kaffistovan hjá Blákrossi hevur verið nógv brúkt.

Og tað er nettupp tað, fyristøðumaðurin vil: At kaffistovan verður brúkt.

Símun Joensen sigur, at ætlanin er at nýggja kaffistovan hjá Blákross er at skapa eit rúsfrítt umhvørvið til fólk, sum hava havt, og hava rúsevnistrupulleikar at dragast við.

Símun Joensen sigur, at eftir hansara tykki verða fólk mangan slept uppá fjall, eftir at tey hava verið til avvenjingar.

-Tey eru mangan einsamøll. Tey hava mangan drukkið seg frá báði familju, vinum og kenningum og hava ongan at vera saman við og alt teirra sosiala lív er í knúsi.

? Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at tað verður skapt eitt rúsfrítt umhvørvið, har ið tey kunnu koma at hitta fólk.

Men Símun Joensen sigur, at ætlanin er eisini, at Kaffistovan skal vera eitt slag av kreppumiðstøð hjá teimum, sum hava og hava havt rúsdrekkatrupulleikar at dragast við.

-Tað skal verða eitt stað, har tey kunnu koma um tey treingja til eina hjálpandi hond - ella bara nøkur uggandi orð við á vegnum.

Men fyristøðumaðurin sigur, at kaffistovan er eisini fyri tey avvarðandi hjá misnýtaranum.

-Kafistovan skal vera eitt stað, har ið avvarðandi hjá misnýtarum kunnu koma at leita sær hjálp og vegleiðing í einum óbindandi práti undir fullari tagnarskyldu, og uttan at noyðast at venda rangun út á sær sjálvum og sínum nærmastu.

Sjálvur hevur Símun Joensen verið ígjøgnum alla mylluna, so hann kennir trupulleikarnar.

Og hann veit, at, hvussu stóran týdning tað hevur at misnýtarin fær hjálp so tíðliga sum gjørlit.

Tí tað ganga ikki rættiliga nógv ár, áðrenn sárini verða so djúp, at tey lekjast ikki aftur - og at tað tí ikki slepst undan at familjan syndrast.

Men fyristøðumaðurin leggur dent á, at sjálvandi eru øll vælkomin inn á kaffistovuna, tí ið so máta skal hon javnsetast við allar aðrar kaffistovur i býnum - og so fara pengarnar til eitt gott endamál.

Kaffistovan hjá Blákrossi er í Kongagøtu 10, har í Blákross handilin var.

Á kaffistovuni fæst tey, kaffi og sodavatn, umframt kakur, pizza o.a.

Hon er opin frá kl. fýra seinnapartin til kl. 11 um kvøldið.

Men hevur onkur brúk fyri at hitta okkum aðrar tíðir, t.d. skúlaflokkar, er bara at ringja, tí so er Símun Joensen fúsur til tað.