Eirikur Lindenskov
Hermenninir eru deyðssjúkir eftir sjóferðina í ringum veðri um bretsku kanalina, og tað síðsta strekkið í teimum smáu landgongubátunum, sum verða tveittir í aldunum, er tann avgerandi løtan.
Alt er frægari enn hetta, sjálvt ein strond - íðandi full av minum, og har maskinbyrsuskotini hegla niður yvir teir.
Tá landgongubátarnir lata seg upp, fúka kúlurnar um oyrini á teimum.
Í panikki og ræðslu tveita menninir seg um lúnningina. Teir svølgja vatn, missa útgerð og svimja ella vaða í blindum móti fronsku strondini. Hetta er helviti á jørð. Eitt Helviti, ið fer í søguna undir heitinum Omaha Beach.
Í hesum fyrstu, longu minuttunum í briminum, har menninir frá sær sjálvum verja seg aftan týsku girðingarnar, og har havið litast reytt eins og í grindadrápi av blóði teirra, eru tapini øðilig. Bumbingin, bretar framdu áðrenn landgongdina, hevði ikki eydnast. Bátarnir vóru farnir av kós, og infantaríið misti sambandið við tanksini, sum skuldu havt dekkað teir undir hesi deyðans bumbingini.
Men brádliga reisist ein maður, síðan ein annar og í smáum bólkum royna teir nú at koma sær fram eftir strondini, fyri á tann hátt at sleppa undan ringastu skotriðunum frá týskarunum.
Millum hesar menn er John Miller kapteinur, sum ferð eftir ferð sendir menn sínar fram fyri at fáa fíggindan í skotlinjuna.
Og ferð eftir ferð noyðist hann at staðfesta enn nøkur tap.
Men, sum hann so heimspekjandi heldur fyri, at »fyri hvørt lív eg offri, bjargi eg kanska hundrað«.
Soleiðis hugsar hann nú ? sum hann hevur hugsað tað í Norðurafrika, á Sisiliu, í Italia. Miller hevur verið í fremstu røð allastaðni. Ein fullkomin hermaður, ein offiserur, sum menninir respektera, og sum nærmast verður umgyrdur av eini mystiskari aura. Hann er kapteinurin, men hvat var hann tá ? tá, fyri kríggið?
Í dimmalættingini morgunin eftir, kann Miller staðfesta ein dag við stórum tapi, men sambært roknskapi hansara eisini ein dag, har fleiri túsund eru bjargað. Nú verður honum sett ein nýggj uppgáva. Ein uppgáva, sum kann kosta lív, men sum ikki fer at bjarga fleiri hundrað - bert einum!
Miller og menn hansara fáa boð um at bjarga meiniga hermanninum James Ryan, sum er tveittur niður saman við fallskíggjahermonnumunum, sum skuldu fyrireika innrásina.
Ordrin kemur frá hægri stað.
Ein skrivari í Krígsmálaráðnum hevur lagt til merkis, at tað sama dag vórðu send trý kondoleringsbrøv til somu Mrs. Ryan. Upp á fáar dagar hevur hon mist tríggjar synir. Tann fjórði er James Ryan, og hann er nú handan fíggindans mørk í Normandínum.
Marshall generalur ger av, at hetta ikki ber til ? at ein kvinna skal lata fýra synir fyri móðurlandið, og gevur tí boðini um, at meinigi Ryan skal finnast og førast heim ? kosta hvat tað kosta vil.
Ein ordri er ein ordri. Í fremstu røð fer Miller sjálvur avstað í jagstran eftir einum manni, sum kanska, kanska ikki - enn er á lívi onkustaðni handan týsku linjurnar.
Við sær hevur hann garvaða sersjant sín, Horvath (sum savnar upp í lógvan av mold av hvørjari strond, teir lenda á), Reiben, Caparzo, Mellish (ið sum jødi persónliga hevur ein lut í krígnum), skarpskjúttin Jackson, samaritánan Wade og tann grøna korporalin Upham, sum er vorðin rekruteraður til bólkin sum tulkur.
Á vegnum møta teir týskum tindasvínastøðum, spjaddar restir av sameindum styrkjum, sum enn eru skjelkaðar um tapini fyrsta samdøgrið - ella bara eydnuríkir um at vera á lívi ? og at enda einum meinigum fallskíggjahermanni, sum eitur James Ryan.
Jagstranin hevur ikki verið uttan tap fyri menninar hjá Miller, og sum teir nærkast málinum, seta teir óreingiliga spurningin:
Er Ryan verdur at bjarga?
Tað vísir seg nú, at tað er hann. Hann er skelkaður um deyða brøðranna, men eisini yvir missiónina hjá Milleri. Hann noktar at fara frá vinum sínum, sum hava skansað seg við eina hermálsliga týdningarmikla brúgv. Hann kann ikki velja trygdina við at fylgja Milleri heimaftur, men velur at vera verðandi fyri at verja brúnna móti týskum mótálopi. Miller velur at fullføra missiónina.
Eftir týska mótálopið.
Um nakar Ryan tá er at bjarga?