Eirikur Lindenskov
D-dagurin og kúlurnar flúgva um oyruni. Tú kennir teg vera mitt í rokanum á Omaha Beach í Normandínum. Skotríðurnar eru áhaldandi í minsta lagi trý korter í nýggja Spielbergfilminum Saving Privat Ryan í Havnar Bio í hesum døgum.
Frumframførslan av nýggja filminum hjá Steven Spielberg var næstseinasta fríggjadag, og filmurin verður sýndur í Havnar Bio í tvær vikur afturat.
Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan at gera av, um filmurin skal síggjast. Hóast filmurin er ein krígsfilmur í gamlan stíl, so er kortini ikki talan um ein vanligan amerikanskan bang-bang-film, hóast skotið verður áhaldandi í út við ein tíma.
Og filmseftirlitið hevur sína hugsan um, hvør kann síggja filmin, tí ásett er 18 ára aldursmark - og tað er sjáldan, at so høgt mark verður sett.
Vit kunnu saktans?
Onkur segði í steðginum í biografinum hetta kvøldið, at hetta er ein filmur, sum øll eiga at síggja. Í øllum førum bara fyri at fáa eina hugmynd av, hvussu ræðuligt tað var at vera hermaður.
Onkur annar helt, at serliga føroyingar eiga at síggja filmin - um ikki annað so bara fyri at fegnast um, at vit eru so heppin at vaksa upp í einum landi, sum gevur okkum tað frælsi, ongantíð at senda ungu landsmenn okkara út í nakað so meinaleyst og høpisleyst, sum eitt kríggj.
Tók armin
í hina hondina?
Steven Spielberg er ein knassi, tá tað kemur til at gera film. Hvussu veruligur hesin filmurin er, kunnu vit sum ikki hava upplivað kríggið ikki vita. Men sagt verður, at hann hevur endurskapt veruleikan rættuliga neyvt.
Fyri at fáa smálutirnar við, so hevur Spielberg tosað við hermenn, sum vóru við í hesum stríðnum, og teir skulu hava sagt, at filmurin einki stendur aftan fyri veruleikan.
Filmurin byrjar við, at siglt verður móti strondini í Normandínum í landgongubátunum. Alt tykist friðarligt, uttan sjógvurin - og hjá onkrum ger sjóverkurin um seg. Men so við eitt brestur - og týskararnir, sum standa handanvert girðingarnar uppi á landi, loysa skotini av - og tað er ikki við mýkindum.
Í eini trý korter verður skotið - og nógvir hermenn falla. Hvussu nógvir meldar søgan einki um, men Miller og menn hansara síggja í øllum førum fleiri hundarð av felagum teirra falla.
Og detaljurnar eru ógvusligar. Sjógvurin er litaður reyður - sum um Spielberg var inspireraður av grindadrápi. Kjøtklumparnar flúgva gjøgnum luftina, og eitt nú síggja vit ein mann verða skotnan í armin - sum dettur av. Í panikki tekur maðurin armin í hina hondina og fer rennandi eftir hjálp, til næsta kúlan rakar hann?
Er ein hermaður
hetta verdur?
Miller og menn hansara klára seg kortini so mikið væl, at teir fáa skotið sær veg gjøgnum týsku verjuna, og soleiðis sleppa teir av strondini. Tá er tað, at teir fáa boðini um, at teir skulu finna privat Ryan, sum skal bjargast og sendast heim.
Síðani fylgja vit teimum - átta monnum, sum skulu bjarga einum mannalívi í hesum meiningsleysa stríðið móti nazismuni.
Meðan teir soleiðis stríða seg - ja gjøgnum eld týsksins í vakra landslagnum, seta teir sær spurningin: Er ein einstakur hermaður hetta verdur?
Steven Spielberg hevur filmsstjórnað »Saving Privat Ryan« sum eina nýggja søgu, men hevur hildið seg so væl til veruleikan, sum til ber. Tom Hanks, sum spælir Miller, hevur sagt onkustaðni, at upptøkurnar frá Omaha Beach vóru so veruligar, at sjónleikararnir gjørdist bangnir - hóast teir vistu, at hetta var tann beri sjónleikur.
Verja galnar statsleiðarar?
Eftir at hava sæð filmin, so er einki at taka seg aftur í, at vit hava nógv at fegnast um - vit, sum eru so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slíkum landi, sum sendir ungar mans í deyðans kjaft.
Hóast vit halda okkum liva í siviliseraða partinum av heiminum, so skulu vit ikki so langt fyri at hitta javnaldrar, sum verða sendir í deyðan. Næsti granni okkara, Bretland, sendi fyri góðum fimtan árum síðani fleiri av ungu landsmonnum sínum í deyðan í meiningsleysa stríðnum um Falklandsoyggjarnar.
Gamla, galna konan, ið tá ráddi fyri borgum í bretlandi hevur aftur nú víst sítt sanna andlit við at verja gamla lagsbróðir sín, bøðilin Pinochet úr Chile.
Nógv hava fagnað bretsku myndugleikunum, sum gjørdu bart - og handtóku mannin, sum hevur fleiri túsund lív á samvitskuni. Hesin maður, sum av ávísum floksformanni í Føroyum eisini verður fagnaður.
Vit kunnu so bert vóna, at rættvísi verður framt. Órin ella ikki órin. Tað er órættvíst, um bretsku myndugleikarnir nú hokna í knøunum - og lata beistið fara.
Hvat hevði eftirtíðin sagt, um Hitler eisini varð vardur av órini »sum fyrrverandi statsleiðari«???
Góður hóast bang-bang
Filmarnir hjá 47 ára gamla Steven Spielberg eru rættuliga væl dámdir. Á Internetinum kanst tú finna listar, við verkum hansara og filmum, hann hevur havt ein fingur við í spælinum í. Av hesum 68 filmum kunnu vit nevna »Jurassic Park« og »Schindlers List« frá 1993, »ET« frá 1982 og eitt nú »Jaws« frá 1975. Hesin filmurin, Saving Privat Ryan hevur fingið sera góð ummæli um allan heim, og verður hann mettur sum besti krígsfilmur - sammetur við Dear Hunter frá seinast í sjeytiárunum.
Saving Privat Ryan er ein spennandi krígsfilmur. Hann er meira ein filmur, enn krígsfilmur flestir. Hóast tú ert leiddur av yvirdrivnu amerikansku bang-bang filmunum, sum eru bestir at dragar føroyingar í biograf, so er nakað annað við hesum filminum - kanska tí, at tú hevur varhugan av, at hetta er søga - søgan um ættarliðið hjá abbum okkara (tó í øðrum londum).
Filmurin er drúgvur - við steðgunum fer hann um tríggjar tímar, og tað er í longra lagi. At filmurin hevur tveir steðgir er avgjørt darvandi fyri hyggjaran, sum verður óneyðuga avbrotin.
Leikarar
Høvuðsleiklutin sum Miller kapteinur hevur Tom Hanks, sum vit eitt nú kenna frá Forrest Gump. Hinir leikararnir eru:
Sergent Horvath, Tom Sizemore
Reiben, Edward Burns
Jackson, Barry Pepper
Mellish, Adam Goldberg
Caparzo, Vin Diesel
Wade, Giovanni Ribisi
Upham korporalur, Jeremy Davies
James Ryan, Matt Damon
Hamill kapteinur, Ted Danson
Hill sersjantur , Paul Giametti
Anderson obertloytnantur, Dennis Farina
Marshall Generalur, Harve Presnell
James Ryan sum gamal, Harrison Young