- Skeiðið í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar sum avvarðandi at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi, siga tey í Krabbameinsfelagnum

"Síðsta hjálp": Soleiðis ert tú um ein doyggjandi

Tað eru Hansina Mikkelsen, palliatións sjúkrarøktarfrøðingur og Anna Kristina Joensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, sum halda skeiðið

- Skeiðið í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar sum avvarðandi at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi, siga tey í Krabbameinsfelagnum

Skeiðið, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri, og sum hevur heitið “Síðsta hjálp”, er fyri øll, sum eru yvir 18 ár. Hetta er eitt skeið, sum verður hildið hósdagin hin 26. februar frá klokkan 16.30 til 20.30.

 

Í Krabbameinsfelagum verður sagt, at tilmelding til skeiðið er ásetta til at verða innan 22 febuar, og tilmelding fer fram hjá Krabbameinsfelagnum á tlf. 317959, við sms á tlf. 217957 ella á kmf@krabbamein.fo.

 

Skeiðið verður hildið á adressuni, Grønlandsvegur 58 í Havn, og pláss er fyri 10-12 luttakarum.

 

- Skeiðið  í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar sum avvarðandi at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi.  

 

Evnini á skeiðnum eru:   

 

* Deyðin er ein partur av lívinum

 

* Framtíðarætlanir

 

* At kunna linna

 

* At siga farvæl

 

Tað eru Hansina Mikkelsen, palliatións sjúkrarøktarfrøðingur og Anna Kristina Joensen ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum sum halda skeiðið, siga tey í Krabbameinsfelagnum.

 

- Skeiðið í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar sum avvarðandi at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi, siga tey í Krabbameinsfelagnum