føroysku deildini er tað ein stór uppgáva at standa fyri fótbóltsundrhaldinum aftaná, at áskoðararnir hava havt møguleika at síggja Portugal og Rumenia, og frammanundan at Ongland og Týskaland fara um skíggjan [...] fleyt spælið hampuliga væl, men tað kom meiri enn so fyri, at lætta loysnin at sparka í staðin fyri at spæla varð vald, og tað var ikki atlíð, at temjingarnar og bóltførleikin annars var á tí støðinum, sum [...] var í álopinum, var so mikið leysur, at tað var løtt søk hjá honum við høvdinum at stýra bóltinum í málið. At Dánial hesa einu ferðina var so leysur, mundi komast av, at B71 veteranurin, Ib Mohr Olsen, sum
Høgni Midjord metir, at B71 avgjørt hevur møguleika at leingja um steðgin. – Vit koma neyvan at kappast í toppinum, tað eru vit greiðir yvir. Men eg haldi absolutt, at vit hava okkurt at bjóða uppá, so eg [...] rættiliga vísur í, at vit verða hangandi í deildini, heldur Høgni Midjord. Ungi skálvíkingurin sigur tað vera ógvuliga trupult at meta um, júst hvar B71 kemur at enda á stigatalvuni. Hann heldur, at deildin telur [...] Vit eru meira eitt lið nú og satsa ikki uppá, at einstakir leikarar avgera alt fyri okkum, sigur Høgni Midjord, sum kortini ikki sjálvur torir at lova, at hann nokk skal gera fleiri mál hesaferð enn seinast
bundið seg til ikki at søkja hvørt at øðrum. Eg skal royna at greiða frá í stuttum, hví Týskland seinast í juni 1941 breyt hetta lyftið. Her eiga vit í fyrsta lagi at minnast til, at londini vóru klassiskir [...] fíggindar, og at tey í fyrsta heimsbardaga høvdu verið í stríði. Harnæst eiga vit at minnast, at Adolf Hitler longu í Mein Kampf hevði skrivað bart út, at hansara politiska ætlan var at taka ein part av [...] var í røðuni, sum boðaði frá, at hann kanska fór at vaksa við uppgávuni. Eitt nú kallaði hann sínar landsmenn "brøður og systrar", eitt tekin um, at hann fór at royna at fylkja og savna tjóðina. Um hetta
tryggjaði sær, at tilgongdin av rávøru gekk nóg skjótt inn á virkið og at alt kom úr aftur sum skjótast. Ætlanin var at fáa orðið á onkra av hesum kvinnum, sum á sín serliga hátt eru við til at tryggja útflutning [...] kortini vera, um tað fór at eydnast, tí her treyt ikki arbeiði. Neyvan var nøkur teirra serliga hugað at verða avbrotin í arbeiðinum, bert tí Sosialurin var komin á vitjan. Klokkan var farin at nærkast [...] brúkt sína kostbaru tíð til. Alt í lagi at arbeiða á einum flakavirki eina einstaka summarferiu. Men soleiðis at hava til sítt lívsstarv, - nei, tað er óhugsandi. At skula fara til fara til arbeiðis kl. 8
hjá samtakinum. Til tess at tryggja sær, at felagið eisini í framtíðini skal vera kappingarført í altjóða kappingini, var ein 5 ára ætlan fráboðað í juli 2013 við tí endamáli at fáa enn meira burtur úr [...] Føroyum, tá ið hugt verður at inntøku, ognum, tali av starvsfólki og samlaðum útflutningi. Tí hevur fyritøkan eina týðandi ábyrgd yvir fyri samfelagnum. Tað er av stórum týdningi, at vit reka fyritøkuna á ein [...] skattinum, falla oman fyri DKK 100 milliónir til gjaldingar í 2014. Um fyritøkan skal varðveita kappingarfyrimunirnar samanborið við altjóða kappingarneytarnar, mugu tvær avgerandi fortreytir vera til staðar:
fara sjálvandi at gera alt, ið vit eru ment, fyri at varðveita ein góðan rakstur í fyritøkuni, soleiðis at vit eisini í ár koma at tjena pengar, sigur Regin Jacobsen. Bakkafrost roknar við at taka millum [...] - Eg vóni, at vit eisini næstu 10 árini kunnu vera ein av teimum størstu og bestu alifyritøkunum í heiminum. Alifyritøkurnar gerast alsamt færri og færri, og tað at vit hava megnað at vera millum tær størstu [...] Forstjórin vísir á, at sjálvandi vil vinningsbýtið eisini verða tengt at laksaprísum og gongdini annars á altjóða marknaðinum. - Men grundleggjandi eigur tað at vera líka natúrligt at rinda vinningsbýti
heilt aðrastaðni. Men lombini, sum eftir eru, hanga afturúr. Royna at vera so nær mammuni, sum til ber. Og tá tað onkuntíð endar við, at tey misfarast, verður ein ævig jarman frá báðum pørtum. Soleiðis fara [...] ymsum heiligvági, men summi vera tey, sum verða tikin frá og førd víðari til aðra viðgerð, ið tey tíbetur enn ikki vita nakað um. Heystardagurin er veiðitíð, og tað er nú, at lagt verður niður fyri til [...] langt frá bygdum eru vit staddir. Men í dag var tað betur ógjørt, sannar hann. Vit koma oman á Barmarnar, og nú fer at treingjast samanum. Tað rekur norður við landinum her beint undir okkum, og sjógvurin
lítið sindur fyrr, sigur Hans Pauli Purkhús. Hann helt tað vera nokkso løgið, at bakkin skuldi skrædna júst henda dagin, tí tað er so sjáldan, at fólk er á tí leiðini. Myndir: Poul Nicolái Steinberg [...] røktar tann hagan. Hetta var ikki eitt omanlop, men bakkin oman móti sjónum skrædnaði. Teir blivu ikki sørt heitir um oyruni, tí hálvan tíma fyri, at bakkin skrædnaði, høvdu teir sitið á sama bakka og etið [...] Tað var leygardagin í hinari vikuni, at teir høvdu verið á fjalli norðuri í Dal á Kunoynni. Hetta var nakað norðan fyri Kunoyar bygd. Seyðin fluttu teir heim í báti. - Tríggir menn vóru eftir í bátinum
hvøkkin, so sýndu vertirnir framhaldandi, at tað at teir høvdu virðing, ikki á nakran hátt merkti, at teir vóru bangnir fyri at framhalandi trýsta spælið oman á føroysku hálvuna. Heilt vandamikið mundi [...] Russar noyddust av álvara at sanna, at Føroyar ikki longur eiga at átaka sær leiklutin sum pinkulingar í altjóða fótbóltshøpi. Eftir eitt vala avrik noyddust okkara menn av vøllinum við teprum tapi, sum [...] Við at kalla øllum monnum niðri í brotsteiginum royndu okkara av øllum alvi at forða fyri einum russiskum máli, og hóast tað mangan stóð nógv á, so eydnaðist hetta eisini. Alt hetta tóktist tó at taka
hjástaddur, at tað var tá, at vit skuldu havt ein landsbanka. Hann segði, at tað var óhoyrt, at tað bar til, at ein partur av einum ríki hevði egnan valuta. Jóan Pauli Joensen vísti á, at hann hevur brúkt [...] um ráðandi at fortíðin ikki verður gloymd. Jørn Astup Hansen segði, at hetta var hansara máti at kvittera og takka fyri sína tíð í Føroyum. Hann vísti á, at tað eisini er sera umráðandi, at vit skriva [...] er slíkt, sum kemur aftur, eitt nú tað, at føroyingar hava dugað so illa at tikið støðu, segði hann. Jóan Pauli Joensen vísti eisini á, at tað var sera áhugavert at skriva um, hvussu føroyingar hava livað