Sum 16 ára gamal royndi Høgni Midjord fyri fyrstu ferð, hvussu tað var at spæla millum landsins bestu lið og leikarar. Hetta árið endaði B71 beint oman fyri niðurflytingarmarkið, men við 15 stigum niður til næsta liðið, hóraði B71 so ruddiliga undan í 2007.
Árið eftir megnaðu Høgni og B71 ikki standa hinum liðunum kurl. Teir taptu 16 av 27 dystum – teirra millum 0-5 á Sandoy móti Víkingi og 6-0 fyri HB í Gundadali. Sostatt gjørdist 2008 árið, tá B71 fór niðuraftur í næstbestu deildina.
Hetta, hóast liðið taldi profilar sum Clayton Soares, Wellington Soares og Gudmund Nielsen. Tað vóru eisini hesir menn, sum gjørdu flest málini fyri B71 hetta árið. Næstur teimum var 17 ára gamli Høgni Midjord við trimum málum.
Teir báðir síðstnevndu profilarnir góvust í B71 hetta sama árið. Clayton Soares var við at tryggja liðnum uppflyting í fjør, men er heldur ikki við longur.
Tað merkir, at 19 ára gamli Høgni Midjord nú er tann leikarin, sum skjeyt flest mál, tá liðið vitjaði í bestu deildini seinast. Men hetta er ikki nakað, Høgni Midjord hugsar serliga nógv um. Hann tosar ikki um profilar og um mál, men lýsir heldur liðið sum eina savnaða eind.
– Vit eru meira eitt lið nú og satsa ikki uppá, at einstakir leikarar avgera alt fyri okkum, sigur Høgni Midjord, sum kortini ikki sjálvur torir at lova, at hann nokk skal gera fleiri mál hesaferð enn seinast, hann spældi í landsins bestu fótbóltsdeild.
– Men eg skal í øllum førum gera mítt besta, sigur hann.
Vit yvirliva
Seinast B71 taldist millum landsins bestu lið, gjørdist steðgurin í bestu deildini tvey ár. Við uppflytingini í fjør tryggjaði B71 sær í minsta lagi eitt ár í hesi deild, og Høgni Midjord metir, at B71 avgjørt hevur møguleika at leingja um steðgin.
– Vit koma neyvan at kappast í toppinum, tað eru vit greiðir yvir. Men eg haldi absolutt, at vit hava okkurt at bjóða uppá, so eg eri rættiliga vísur í, at vit verða hangandi í deildini, heldur Høgni Midjord.
Ungi skálvíkingurin sigur tað vera ógvuliga trupult at meta um, júst hvar B71 kemur at enda á stigatalvuni. Hann heldur, at deildin telur so nógv góð lið, men eitt sjeynda pláss er kortini ikki órealistiskt, metir Høgni Midjord.
Nógv broytt
Við tað, at hann hevur spælt í bestu føroysku fótbóltsdeildini áður, so hevur Høgni Midjord eisini okkurt at samanbera við, nú hann og B71 vitja aftur. Men hann ásannar, at nógv er broytt hesi árini.
– Vit hava ongar brasiliumenn á liðnum longur, sigur Høgni og nevnir síðani menn sum Eirik Poulsen, Rasmus Nielsen, Símun Rógva Hansen og Gudmund Nielsen, sum eisini vóru við í 2008. Í fjør hevði B71 eisini tveir íslendingar í hópinum, men hesir eru heldur ikki við longur.
Nógvu broytingarnar á leikaraøkinum hava eisini ført til aðrar broytingar við liðnum.
– Vit hava fingið tríggjar serbar aftrat í hópin, ein verjuleikara, ein miðvallarleikara og ein áleypara. Við teimum er heilt øðrvísi og vit hava broytt spælistíl í mun til fyrr, sigur Høgni Midjord, sum tó heldur, at hesin nýggi spæliháttur kann tryggja teimum eitt ár í deildini aftrat.










