Bakkafrost 589 milliónir í avlopi

Bakkafrost hevði aðalfund í dag. Roknskapur felagsins fyri 2013 varð góðkendur. Úrslitið eftir skatt var DKK 589 milliónir og eginognin DKK 1.665 milliónir.

Bakkafrost hevði aðalfund í dag. Roknskapur felagsins fyri 2013 varð góðkendur. Úrslitið eftir skatt var DKK 589 milliónir og eginognin DKK 1.665 milliónir. Samtykt varð at luta út DKK 4,50 fyri hvørt partabrævið, svarandi til 219,9 milliónir. Partabrøvini í Bakkafrost verða handlað uttan rætt til vinningsbýti frá mánadegnum 7. apríl.
 
Í  ársfrágreiðingini sigur nevndarformaðurin Rúni M. Hansen m.a:
 
„Bakkafrost er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum, tá ið hugt verður at inntøku, ognum, tali av starvsfólki og samlaðum útflutningi. Tí hevur fyritøkan eina týðandi ábyrgd yvir fyri samfelagnum. Tað er av stórum týdningi, at vit reka fyritøkuna á ein ábyrgdarfullan og skilagóðan hátt til frama fyri partaeigarar, starvsfólk og samfelagið annars.
 
Samanlagt fingu fleiri enn 1.000 starvsfólk løn frá Bakkafrost samtakinum í 2013, svarandi til 640 fulltíðar starvsfólk. Samlaðar íløgur vóru DKK 165 milliónir, av hesum vóru umleið 80% goldnar beinleiðis til føroyskar veitarar.
 
Felagið hevur avsett 130 mkr í roknskapinum til skatt. Umframt hetta verður ein munandi upphædd rinda í skatti av vinningsbýtinum. Av hesum samlaða beinleiðis skattinum, falla oman fyri DKK 100 milliónir til gjaldingar í 2014.
Um fyritøkan skal varðveita kappingarfyrimunirnar samanborið við altjóða kappingarneytarnar, mugu tvær avgerandi fortreytir vera til staðar: Fyri tað fyrsta má lógarverkið, ið vinnan er stýrd av, vera kappingarført; og fyri tað næsta má tað vera støðugt. Um hesar fortreytir eru galdandi, og vinnan verður væl rikin, kann Bakkafrost áhaldandi skapa partaeigarunum, starvsfólkunum og føroyska samfelagnum virðir.
 
Málið er, at Bakkafrost skal vera ein laksaframleiðari í heimsflokki. Síðan 2006 hevur Bakkafrost yvirtikið fleiri fyritøkur, og tí er struktururin í virðisketuni og talið av virkjum á landi eitt úrslit av yvirtøkunum og ikki eitt úrslit av tilætlaðari skipan hjá samtakinum. Til tess at tryggja sær, at felagið eisini í framtíðini skal vera kappingarført í altjóða kappingini, var ein 5 ára ætlan fráboðað í juli 2013 við tí endamáli at fáa enn meira burtur úr virðisketuni, sum viðførir lægri útreiðslur, økt framleidni og minkar um lívfrøðiliga váðan. Samlaðu íløgurnar í hesi fráboðaðu ætlan fara næstu 5 árini at verða yvir ein milliard DKK. Vinningsbýtispolitikkurin verður óbroyttur hóast íløguætlanina.
  
Úrslitið fyri 2013 eftir skatt var DKK 589,2 milliónir, og vinningurin fyri hvørt partabræv (EPS) var DKK 12,07. Úrslitið er orsaka av góða laksamarknaðinum, góðu lívfrøðiligu umstøðunum í Føroyum og samvitskufulla arbeiðinum hjá okkara nærløgdu starvsfólkum.
 
Fíggjarliga støðan hjá Bakkafrost er góð, við eini sunnari fíggjarstøðu, kappingarførum rakstri og tøkum rakstrarláni.
 
Nevndin er nøgd við fíggjarliga úrslitið hjá samtakinum í ár og nýtir høvið at takka starvsfólkunum fyri avrikið í 2013.“

Nevndin hevur avgjørt at lata starvsfólkunum, sum framvegis eru í starvi hjá Bakkafrost,  ein eyka ágóða í partabrøvum, svarandi til 2% av vunnu A-inntøkuni í 2013. Harafturat hevur nevndin samtykt eina partabrævaskipan fyri starvsfólkini. Skipanin er, at um starvsfólk keypa partabrøv fyri eina ávísa upphædd, svarandi til í mesta lagi 5% av A-inntøkuni í einum ári, fáa tey tilsvarandi tal av partabrøvum tillutað ókeypis 2 ár seinni, um tey enn eru í starvi hjá felagnum.
   
Á aðalfundinum stóðu nevndarlimirnir Johannes Jensen, Virgar Dahl og Trine Sæther Romuld  fyri vali. Trine S. Romuld ynskti ikki afturval. Johannes Jensen og Virgar Dahl vórðu afturvaldir, meðan Thor Magne Lønnum er nývaldur. Thor Magne Lønnum er 46 ára gamal og starvast sum fíggjarstjóri hjá Tryg A/S í Danmark. Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður.
 
Gunnar í Liða varð afturvaldur í valnevndina hjá felagnum, meðan Rógvi Jacobsen er nývaldur fyri Líggjas í Bø, sum ikki ynskti afturval. Grannskoðari felagsins P/f Januar, løggilt grannskoðaravirki, heldur fram sum grannskoðari.
 
Aðalfundurin varð hildin á Glyvrum og fjølmiðlafólk høvdu eisini atgongd til aðalfundin.