- Nei, tú fært meg ikki at siga, hvussu stórt yvirskotið verður í ár. Men útlitini eru góð, serliga fyri fyrra hálvár, meðan vit hinvegin vænta lægri laksaprísir seinna hálvár, sigur Regin Jacobsen.
Týsmorgunin legði hann fram besta úrslitið hjá Bakkafrost nakrantíð. 2013 gav 727 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt.
- Vit fara sjálvandi at gera alt, ið vit eru ment, fyri at varðveita ein góðan rakstur í fyritøkuni, soleiðis at vit eisini í ár koma at tjena pengar, sigur Regin Jacobsen.
Bakkafrost roknar við at taka millum 45.000 og 48.000 tons av laksi í ár, og er tað nakað meiri enn í fjør. Umleið tveir triðingar av nøgdunum í ár eru longu seldar, og samanlagt gevur tað eitt gott útgangsstøði fyri einum góðum úrsliti, eisini í ár.
Men sum sagt var 2013 eitt heilt serligt ár fyri alivinnuna. Samanlagt útflutti føroyska alivinnan fyri 600 milliónir krónur meira í fjør, sammett við árið fyri, hóast nøgdirnar vóru tær somu. Munurin liggur tí einans í prísinum.
- Laksamarknaðurin var metgóður í fjør. Tað kemur okkum tilgóðar, sum hava nógvan laks. Eisini hava lívfrøðiligu viðurskiftini sera stóran týdning, tey eru grundleggjandi fyri at vit kunnu framleiða laks fyri ein bíligan pengar. Burtursæð frá tí, sum hendi í Fuglafirði, so hava lívfrøðiligu úrslitini verið sera góð, sigur Regin Jacobsen og staðfestir í sama viðfangi, at góða gongdin frá í fjør tykist halda fram í ár.
Hóast metúrslit velur Regin Jacobsen eisini at vísa á feilir, sum hava ávirkað úrslitið skeiva vegin.
- Vit mistu nógvar pengar, tá amøbur vórðu funnar í okkara aliringum í Fuglafirði. Her vóru viðurskifti, sum vit skuldu havt handfarið betri, men henda amøban kostaði okkum okkurt um 50 til 70 milliónir krónur, staðfestir Regin Jacobsen.
Sambært forstjóranum er tað ein støðug avbjóðing at tryggja virksemið, soleiðis at eitt nú sjúka ikki dregur alt skeiva vegin.
- Vit hava síðstu vikurnar staðfest, at í fjør vóru viðurskifti, ið vit kundu havt lagt betur til rættis. Men vit trúgva samstundis uppá, at næstu ferð kemur at ganga betur í líknandi støðum, sigur Regin Jacobsen.
Vøkstur
Forstjórin fegnast um, at Bakkafrost í dag er áttanda størsta alifyritøkan í heiminum. Og tann gongdin skal halda fram:
- Eg vóni, at vit eisini næstu 10 árini kunnu vera ein av teimum størstu og bestu alifyritøkunum í heiminum. Alifyritøkurnar gerast alsamt færri og færri, og tað at vit hava megnað at vera millum tær størstu í heiminum trúgvi eg vera gott, bæði fyri føroyska samfelagið og fyri okkara kappingarføri sum fyritøka, sigur Regin Jacobsen.
Forstjórin vil tó ikki spekulera í, hvussu stór Bakkafrost kann gerast sum fyritøka.
- Nei, okkara mál er framhaldandi at skapa virðir og framleiða dygdar- og heilsugóðar vørur til okkara kundar og annars hava ein sunnan vøkstur í okkara fyritøku, nógv ár fram í tíðina, sigur Regin Jacobsen.
Í fjørsummar almannakunngjørdi Bakkafrost eina risa íløguætlan fyri næstu fimm árini. Fyritøkan ætlar at gera íløgur fyri 1,1 milliard krónur. Stórur partur av virkseminum skal miðsavnast í nýggjum høvuðssæti á Glyvrum, og samanumtikið ger fyritøkan íløgur í øll lið í virðisketuni. Eisini letur Bakkafrost byggja ein nýggjan brunnbát, sum skal lasta ikki minni enn 450 tons av livandi fiski.
Stóra yvirskotið í fjør fær tó ikki Regin Jacobsen at trýsta meira á speedaran.
- Úrslitið vísir, at vit hava styrki til at gera stórar íløgur, um tær verða mettar skilagóðar. Men fyri okkum hevur tað stóran týdning, at vit halda okkum til okkara kjarnuøki. Og tað er við lóg avmarkað, hvussu nógv vit kunnu vaksa í Føroyum, sigur Regin Jacobsen og minnir á, at ein fyritøka sum Bakkafrost skal hava eitt stórt avkast.
- Tað er neyðugt, tí okkara virksemið er fevnt av rímiliga stórari risiko. Tí skulu vit ikki út og gera íløgur í alt møguligt, men í staðin halda fokus á at varðveita somu høgu góðsku á øllum tí, sum vit gera, sigur Regin Jacobsen.
Avkast
Taka vit nýggjasta tilmælið frá nevndini um útlutan av vinningsbýti við, so hevur Bakkafrost goldið sínum partaeigarum tilsamans 558 milliónir krónur í vinningsbýti síðstu fýra árini. Tað eru sera nógvir pengar eftir føroyskum viðurskiftum. Men soleiðis eigur tað at vera, sambært forstjóranum í Bakkafrost.
- Politikkurin hjá Bakkafrost er, at partaeigararnir skulu hava millum 30 og 50 prosent av yvirskotinum eftir skatt. Og tað hava vit hildið, líka síðani felagið fór á keypsskálan, sigur Regin Jacobsen og vísir á, at ein íløga í eitt partabræv á keypsskálanum skal sjálvandi forrentast.
- Okkara útlutan av vinningsbýti síðstu árini sigur tí bara, at vit eru ein sunn fyritøka, sum megnar at kappast við tær fremstu í heiminum. Bæði um ta vøru, ið vit framleiða, men eisini um kapital. Tað hevur týdning, tí kapitalur er eisini eitt tilfeingi, sum man skal hava virðing fyri og sum skal forrentast. Ein fyritøka skal skapa avkast av tí kapitali, sum er bundin í fyritøkuni, sigur Regin Jacobsen.
Forstjórin vísir á, at sjálvandi vil vinningsbýtið eisini verða tengt at laksaprísum og gongdini annars á altjóða marknaðinum.
- Men grundleggjandi eigur tað at vera líka natúrligt at rinda vinningsbýti til partaeigararnar sum tað er at rinda rentur av teimum lánum, sum tú hevur í bankanum. Alt annað er ónatúrligt, sigur Regin Jacobsen.
Støddin
Sum umrøtt í aðrari grein her á síðunum, so er Bakkafrost í dag nógv tann størsta fyritøkan við høvuðssæti í Føroyum. Við dagsins kursi er virðið smáar 4,4 milliardir krónur, sum er útvið eina milliard meira enn fyri júst einum ári síðani. Virðið á Bakkafrost nærkast eftirhondini støddini á samlaðu fíggjarlógini hjá føroyska landskassanum. Men Bakkafrost er ikki ov stórt til føroyska samfelagið, sissar forstjórin:
- Nei, eg haldi tvørturímóti, at gongdin síðstu árini hevur prógvað, at alipolitikkurin hevur verið tann rætti. Vandin hevði eftir mínum tykki verið størri, um vit framvegis høvdu nógvar smáar aktørar í alivinnuni, tí tá hevði verið munandi verri at stýra gongdini, sigur Regin Jacobsen og undirbyggir uppáhaldið við greiningunum hjá norska Contali Analyse, sum aftur og aftur vísa at samanborið við kappingarneytarnar á altjóða marknaðinum fær føroyska alivinnan mest burtur úr hvørjum kilo.
Regin Jacobsen ásannar tó í sama viðfangi, at vandin kundi verið til staðar, um Bakkafrost við síni stødd ikki hevði verið skrásett á keypsskála, hevði atgongd til kapital og annars hevði ein góðan solvens.
- Vit hava nú atgongd til bæði lánikapital og eginkapital fyri kappingarførar treytir, og tað er eisini ein styrki, sum man ikki hevur sæð í føroyskum vinnulívi fyrr, sigur Regin Jacobse
FAKTA
- Vinninsbýtispolitikkur hjá Bakkafrost
Bakkafrost miðar i?mo?ti at geva partaeigarum si?num eitt kappingarført avkast av i?løgum teirra, bæði við at gjalda u?t vinningsby?ti fra? felagnum og við at tryggja, at eginognin veksur við avlopi fra? rakstrinum.
Vanliga skal felagið gjalda partaeigarunum vinningsby?ti, men tað er a?byrgdin hja? nevndini at gera eina heildarmeting, at tryggja felagnum eina sunna fi?ggjargrund, bæði fyri at tryggja dagligu framleiðsluna og at tryggja, at felagið mennist framyvir. Nevndin hevur sett sær sum langti?ðarma?l, at 30-50% av tillagaðum EPS skal verða goldið u?t sum vinningsby?ti, ta? ið solvensurin hja? samtakinum er oman fyri 60%.
Kelda: Ársfrágreiðing 2012, Bakkafrost
FAKTA:
- Bakkafrost um útlitini:
Marknaðarútlitini fyri laks eru góð. Eftirspurningurin eftir laksi er stórur, og vøksturin í útboðnum er ikki eins stórur. Sambært marknaðarmetingum verður mett, at útboðið økist við um 4-6% í 2014 og einans 1% í 2015. Kanningar vísa, at um útboðið veksur við 6-8% frá einum ári til tað næsta, verður prísurin stórt sæð óbroyttur. Er útboðshækkingin lægri enn 6-8%, hækkar prísurin, og hækkar útboðið meiri enn 6-8%, lækkar prísurin samanborið við árið fyri. Miðal laksaprísurin í 2013 var 39,07 norskrar krónur fyri kilo.
Søluavtalur verða vanliga gjørdar fyri seks til tólv mánaða tíðarskeið fyri tær virðisøktu vørurnar, sum Bakkafrost framleiðir. Hetta tryggjar felagnum støðugari prísir. Søla, svarandi til 70% av framleiðsluorkuni fyri 2014, er avtalað. Søluprísurin fyri hesar vørur er á eini hægri príslegu enn í 2013.