Tað var leygardagin í hinari vikuni, at teir høvdu verið á fjalli norðuri í Dal á Kunoynni.
Hetta var nakað norðan fyri Kunoyar bygd.
Seyðin fluttu teir heim í báti.
- Tríggir menn vóru eftir í bátinum, og vit høvdu fingið allan seyðin í bátin, tá ið tað leyp, sigur Hans Pauli Purkhús, sum røktar tann hagan.
Hetta var ikki eitt omanlop, men bakkin oman móti sjónum skrædnaði.
Teir blivu ikki sørt heitir um oyruni, tí hálvan tíma fyri, at bakkin skrædnaði, høvdu teir sitið á sama bakka og etið og drukkið kaffi.
- Hevði bakkin skrædnað eitt lítið sindur fyrr, sigur Hans Pauli Purkhús.
Hann helt tað vera nokkso løgið, at bakkin skuldi skrædna júst henda dagin, tí tað er so sjáldan, at fólk er á tí leiðini.
Myndir: Poul Nicolái Steinberg