vit førd upp til skiparan, sum sat og bíðaði okkum í »Salon Lili Marleen«. Vit fóru upp einar trappur og trinu innar í nakað, sum eg fyrr bert hevði sett í samband við Titanic. Havi ongantíð verið vanur at [...] heitti tí á Johan Mortensen, um at vísa okkum skipið, og hann lat sær ikki siga tvær ferðir. Í gamlari tíð Sum skiparin segði okkum áðrenn vit fóru runt, so var talan um eitt skip, sum var bygt í stílin frá [...] skipinum. Júst hesin túrurin, sum »Deutschland« var á nú varir í 12 dagar. Hann byrjaði í Kiel fyri átta døgum síðani og endar um fýra dagar í Bremen, og bíligastu ferðaseðlarnir kosta um 20 túsund krónur
ið høvdu í alt 17 spælarar á vøllinum. 54 av194 spælarum hava verið við í øllum níggju dystunum hjá teirra feløgum í fyrru hálvu av fótbóltskappingini. 41 av hesum 1. deildarspælarum hava spælt í øllum dystunum [...] tapið hjá klaksvíkingum í ár, 1-2 í Gøtu) orsakað av leikbanni. Um vit hyggja at spælarahagtølunum frá kappingini í fjør, finna vit nógv av teimum somu andlitunum millum álitsmenn í teirra feløgum. Men tað [...] 194 spælarar (23 útlendingar teirra millum) vóru við í teimum 45 landskappingardystunum í 1.deild higartil. Í miðal brúkti hvørt liðið 19,4 spælarar. Hægsta talið áttu ÍF, NSÍ og Sumba - teir brúktu 22
Frederiksen í 1976 sum lærari í Porkeri, og vit vóru so tveir einir í gamla skúlanum, til vit fluttu niðan í nýggja skúlan í 1984. Tó so, ein kona í Porkeri, Judith Mortensen, undirvísti í fleiri ár í hondarbeiði [...] sum fimti lærarin. Góðar umstøður Í 1967 gjørdist Hilmar Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur [...] longur. Tað kemur til øll her í lívinum, at einaferð skal avgerð takast um at gevast, sigur Hilmar, sum eisini hevur verið í valnevndini í Porkeri í mong ár. Tó tók hann ikki lut í arbeiðinum tey árini, hann
er við í hennara bólki til 1983. Í 1983 hevur hon filmsleiklut í Forræderne og hon er við í sangleiki. Í 1984 er eisini filmur á skránni og hon hittir eisini Mats Ronander. Tey giftast í 1985 í Stockholm [...] jazzfestivalin í Norðurlandahúsinum og í ár er hann aftur í augustmánað, eftir at hann í 2 ár hevur verið hildin í oktober. Brandur Øssursson, fyrireikari, sigur, at teimum dámar betri at hava hann í august, [...] power bólkum. Í 1970 verðu Sanne løgd til merkis og er við í stóra sangleikinum Hair, har hon hevur leiklutin sum Sheila. Nøkur av fólkunum í Hair gera sangleik í 1971 í Helsingør, har Johannes Møllehave og
gavst. Og Hann ivast ikki í, at tekur oljuvinna seg upp í Føroyum, verður tað tørvur á einum góðum sjóvegis sambandi ímillum Føroyar og Skotland. Hann vísir m.a. á, at boringin í Lopra hevði neyvan verið [...] tikin til, at taka siglingina ímillum Føroyar og Skotland uppaftur. Tað heldur bretski konsulin í Føroyum, Johan Mortensen. Hann sigur, at tað var ein sera illa umhugsað avgerð, tá ið skotlandssiglingin hjá [...] ferðavinnuna í Føroyum, tí tað vóru ikki so fá, sum løgdu leiðina hendavegin við Smyrli. Eitt nú hendi tað gleðiliga, at fleiri og fleiri føroyingar fóru at síggja útbúgvingarmøguleikarnar í Bretlandi, heldur
Havnar Kirkja fekk orgul longu í 1831 (hetta var fyrsta orglið í landinum), og gomul skjøl siga frá kóri í Havn í 1868, um nakað sama mundið, sum Bakar Hansen kom til Føroya. Í 1890 varð »Thorshavns Sangforening« [...] fjølbroytum konsertum í Havnini um hetta mundið. At kór kann hava sungið í kirkjuni á ólavsøku longu tá í tíðini, er slettis ikki óhugsandi. Til dømis verður sagt frá sera fjølbroyttari konsert í Havnar Kirkju [...] limur í Kongaligu Filharmonikarunum í Keypmannahavn, sum var av føroyskari ætt (skyldmaður William Heinesen1s) plagdi at ferðast í Føroyum um sumranar og spæla á konsert. Konsertlívið blómaði í Havnini
sjálvan inn tíðliga í seinna hálvleiki fyri Egil Zachariasen ? ein náttúrlig útskifting ? bleiv John Petersen fluttur fram í álopið, meðan Sivic var aftanfyri, og hetta trivust teir í B36 eisini best við [...] 1. deild B36-Sumba 3-1 (1-0) Fólk sótu hvítklødd í B36-húsinum sunnudagin, tá sumbingar vitjaðu í Havn. Hetta komst ikki so nógv av, at tey við hesum vildu vísa, at tey hildu við teimum hvítklæddu úti [...] er hóast alt nummar tvey í kappingini, meðan Sumba er niðast. Men sumbingar og serliga Birgir Jørgensen kunnu iðra seg um fleiri misnýttar møguleikar, sum áttu at givið mál. Í hinum endanum vóru B36 á
Avtalað er fingin í lag við Føroya Banka um restskuldina og Suðuroyar Sparikassi hevur latið felagnum 10.000 krónur í stuðuli um árið, sum verða brúkt til rentur og avdrátt, so skuldin í Suðuroyar Sparikassa [...] innkrevjingardeild Landskassans, har Johann varð kravd eftir skuldini, sum var 600.000 krónur. Samstundis varð gjørt greitt, at verður skuldin ikki goldin, verður úrtøka gjørd í felagnum. Tvs, at Johanna verður [...] Vágssluppin Johanna hongur nú í einum klønum tráði. Tí nú er vandi fyri, at hon fer á tvang. Men tað er hvørki banki ella sparikassi, ella annar peningastovnur, sum nú hevur fingið nokk av Johonnu. Tað
upp til Greenock í Skotlandi. Haðani verður siglt norður um Skotland til Lerwick í Hetlandi og loksins haðani til Ålborg í Danmark, har stevnan endan. Johann fer ikki at vera við í sjálvari kappsiglingini [...] Ships? Races?, sum í ár gongur um Hetland. Hetta er ein stór, kappsiglingarstevna, sum hevur verið regluliga síðani mitt í fimtiárunum. Hesuferð verða seglini sett í St Malo við Ermarsund í Fraklandi. Siglt [...] heilt fyri seg. Tað var ein sakførari í London sum fekk hugskotið til hana í fimtiárinum. Endamálið við stevnuni var at savna tey seinastu av teimum søguríku seglskipunum í ein flota. Hendan fyrsta stevnan
dystarvenjing í 2. deild í dag, og Meinhardt Joensen verður eykamálverji í morgin. Niclas Niclassen spældi í 3. deild á Svangaskarði, tí hann kom ikki inn í 1. deild. Hann fekk gult kort í 3. deild og er [...] tap í ár í Gøtu. Tosið um álopstrupulleikar í GÍ er horvið sum døgg fyri sól, nú Alexander »Sasha« Radosavljevic hevur skotið hat-trick í tveimum dystum á rað. Hann var ikki tøkur hjá gøtumonnum í byrjanini [...] Miðvallarin Jan Poulsen er framvegis skaddur og verður neyvan við í morgin. Teir í ÍF taka dystin í morgin í størsta álvara. Teir fara suður í kvøld og vita, at um teir tapa, detta teir heilt niður á aftasta