Ofta er lærarin í eini bygd ein týdningarmikil og miðsavnandi persónur. Farið verður til hansara, um okkurt er á vási ella okkurt er at taka sær av, ið krevur álitisfólk.
Hilmar Bech hevur verið lærari í heimbygdini Porkeri í 40 ár og hevur verið savnandi persónur og ein, ið bygdarfólkið hevur havt álit á og tokka til. Mong álitisstørvini hevur hann røkt í bygdini, men skúlin og starvið har hava staðið honum nær, men fríggjadagin 25.juni 1999 segði hann farvæl og takkaði fyri seg, og fleiri enn 100 fólk møttu at heilsa honum og takka honum fyri tíðina.
Úr Porkeri
Hilmar er føddur og uppvaksin í Porkeri.
- Pápi mín var úr Porkeri og kallaðist Jacob Bech, vanliga róptur Jacob í Hóli, og mamma mín var ættað av Strondum og kallaðist Johanna, ofta rópt Johanna á Strondum. Vit búðu á einum stað, rópt í Hólinum. Vit vóru 10 systkin, eg var yngstur, og í Hólinum var gott og trygt at vera, greiðir Hilmar frá.
- Um summarið spældu vit børn t.d. ofta Á lækjuni, har vit høvdu bátar og skip. Ofta svumu vit eisini og vit gjørdu okkara egna svimjihyl. Hylurin vesturi í Gjógv var nakað djúpur, og ikki sørt, at eg óttaðist eitt sindur, tí systur mín druknaði í hylinum, tá eg var 5 ára gamal, og tað setti sjálvsagt síni spor. Men tá lærarin var við, so svumu vit altíð har. Annars svumu vit ofta longur vesturi í dalinum um summarið, har vit gjørdu ein annan hyl, ið var grynri. Tað fyrsta vit ofta gjørdu um morgunin var at svimja, og so fleiri ferðir um dagin og á kvøldi, tá veður var til tað, sigur Hilmar.
- Annars gingu vit nógv í haganum og leitaðu eftir fuglareiðrum. Vit vóru nógv fram við strondini, har vit fiskaðu murt og seið, og fóru ofta á flot við árabáti at dyrgja og fiska reyðfisk og ikki sørt at vit kappaðust um, hvør kundi fáa flestar. Tá bátar róðu út, so vóru vit á bryggjuni og fylgdu við í tí, sum har fór fram og so fiskaðu vit kúðing til útróðrarmenninar. Serliga í krígsárunum var nógvur útróður, tí nógvir menn vóru heima, minnist Hilmar.
Til Vágs
Eftir skúlaárini í Porkeri, sum Hilmar hevur góð minnir um, fór Hilmar til Vágs í skúla.
- Sum13 ára gamal fór eg til Vágs í skúla. Eg tók prógv á vári 1951.
Skúlaárini í Vági minnist Hilmar við gleði. Tá varð ofta gingið til Vágs og tá myrkt var á morgni, eingi gøtuljós vóru, so kundi henda, at okkurt gyklaðist fyri eygunum, tí tað skuldi spøkja so illa í Klivunum, mnnist Hilmar, sum seinni fekk súkklu, ið pápin keypti í Onglandi og sum Hilmar var sera glaður fyri
Eftir skúlaárini róði Hilmar út. Eisini var hann vikarur fyri Danbjørg lærara, ið var í tinginum tá.
- Kanska vaknaðu teir fyrstu hugsanirnar um at lesa til lærara tá. Summarið 1952 var eg í Grønlandi og arbeiddi í handlinum í Føroyingahavnini. Leiðari har var Georg Thorsteinsson, og um veturin var eg onkutíð læraravikarur og róði út. Um summarið 1953 var eg undir Íslandi til fiskiskap, men so seinni um summarið1953 fór eg til Danmarkar at lesa til lærara í Haslev og tók prógv í 1958. Fyrsta árið var fyrireikingarár.
Um orsøkina til, at hann valdi at fara niður til Danmarkar á læraraskúla, sigur Hilmar, at eitt systkinabarn, Johannes Bech, var trúboðari, og hevði nógv samband við Haslev.
- Eg haldi pápi og hann hava prátað saman og hann gjørdi líkasum forarbeiðið, so eg fekk umsóknarbløð og so framvegis. Eg hevði góð ár í Haslev og gekk í skúla saman við nógvum øðrum føroyingum, ið lósu til lærara, millum annað gingu Eilif Samuelsen og eg í sama árgangi, sigur Hilmar.
Til Porkeris
Hilmar er giftur Kristinu, ið er ættað úr Tjørnuvík. Hilmar var vikarur í Vági fyrsta árið og Hilmari og Kristinu dámdi væl í Vági, men so var starv leyst við skúlan í Porkeri á summri 1959. Hilmar søkti og fekk starvið.
- Eg var so lærari saman við Johan Danbjørg, sum var løgtingsmaður í nógv ár, sigur Hilmar, sum fall væl til í Porkeri, har hann kendi fólkini og umstøðurnar.
- Gamli skúlin var júst settur í stand. Gomlu borðini, ið vóu tá eg var óviti, og har eini 5 - 6 børn sótu við hvørt, vóru skift út. Har vóru 2 mans borð komin ístaðin. Skúlin var settur í stand innan, tvær stovur vóru, sum tá eg gekk í skúla, men upprunaliga var bert ein stova í skúlanum, tí skúlin var partvís íbúð, men í 1922, so vóðru tvær stovur, tí tá komu tveir lærarar at starvast í Porkeri, greiðir Hilmar frá.
- Tá eg kom, so var Danbjørg her og hann var til 1966 á heysti, tá hann gavst, tí heilsan bilaði. Hevði hann hildið á til summarið '67, so hevði hann havt starvast sum lærari í 50 ár, tí hann byrjaði í 1917.
Lærari
Í Vági hevði eg góðar vinir og lærararnir har vegleiddu meg væl í teimum byrjanartrupulleikum, sum kunnu vera, tí hóast ein hevur útbúgving, so er ein ikki fullbúgvin, tí tað praktiska lívið í skúlanum er nakað annað. Tá skal ein læra at loysa trupulleikarnar, ið kunnu taka seg upp, og ikki hava verið í lestrartíðini, sigur Hilmar, sum millum annað minnist aftur á skúlastjóran Johan Djurhuus.
Í Porkeri var Danbjørg fyrstilærari og hevði drúgvar royndir.
- Frá honum fekk eg so eisini vegleiðing um, hvussu ein átti at fara við børnunum. Tá børnini í Porkeri vóru eini 12-13 ár, so fóru oftast nøkur til Vágs til upptøkuroynd til preliminerskúlan, meðan onnur hildu fram í Porkeri, til tey vóru 14 ár. Tað var ikki so, at í einum flokki var ein árgangur. Tað var sum nú, at okkurt um tveir árgangir vanliga vóru inni saman og onkutíð vóru 3 og 4 árgangir saman, minnist Hilmar.
- Sjálvsagt er tað nakað annað at hava fleiri árgangir inni, enn bert at hava ein árgang í hvørjum flokki, tí børn eru ymisk. Líka so ymisk, sum tey eru í útsjónd, so eru tey ymisk í sinninum og til at læra. Tá legði skúlin dent á tað bókliga. Møguleikarnir at gera ymiskt handaligt vóru ikki sum í dag, so høvuðsfakini vóru føroyskt, danskt, rokning, skriving, kristni, søga og landalæra, men vit løgdu eisini stóran dent á at syngja, greiðir Hilmar frá.
Í1963 kom broyting í, soleiðis, at øll børnini fóru til Vágs, eftir at hava gingið fimm ár í Porkeri. Henda skipan helt á til 1976, tá børnini gingu 7 ár í Porkeri og fóru síðani í 1. real í Vági.
Nýggjur skúli
- Eftir at Danbjørg gavst, so kom Mortan Weyhe úr Porkeri at starvast sum lærari og tá hann flutti til Danmarkar, kom Eli Frederiksen í 1976 sum lærari í Porkeri, og vit vóru so tveir einir í gamla skúlanum, til vit fluttu niðan í nýggja skúlan í 1984. Tó so, ein kona í Porkeri, Judith Mortensen, undirvísti í fleiri ár í hondarbeiði og annars hava vikarar verið, tá tørvur hevur verið á tí.
Umstøðurnar í gamla skúlanum vóru ikki tær, ið tíðin kravdi, og bygdarráð og skúlanevnd vóru positiv fyri hugsanini um at byggja nýggjan skúla. Tey høvdu fleiri ferðir arbeitt við ætlanum um nýggjan skúla, longu í 40'num var hetta frammi, men hetta datt niðurfyri. Aftur í fimtiárunum var hetta frammi, men tá varð gamli skúlin umvældur. Gamli skúlin var hugnaligur, men har var trongligt og umstøðurnar hjá børnunum at spæla vóru ikki tær bestu, sigur Hilmar
Hilmar minnist, at illa lá fyri at gera stórvegis úti, men í sekstiárunum varð farið undir at snøgga økið við skúlan og so gjørdust møguleikar til ymsan ítrótt og fótbólt.
- Eg virkaði sum lærari í gamla skúlanum í 25 ár, og havði góð minnir frá tíðini har, men tíðin kravdi nakað annað, og tí var gleðiligt at uppliva at fáa 15 virkin ár í nýggja skúlanum, sum stóð liðugur í 1984, har aðrar umstøður vóru og betri pláss var. Eisini var møguleiki fyri fleiri fakum, serliga fingu handaligu fakini betri møguleikar, sigur Hilmar.
Í nýggja skúlanum eru góðar umstøður og har er fimleikarhøll, ið verður nógv nýtt.
- Tá vit fluttu í nýggja skúlan, gjørdust vit 4 fólk. Tá komu Manbjørn Olsen, ættaður úr Porkeri, og Kirstin Strøm Bech, ættað úr Vági, at starvast sum lærarar. Barnatalið er økt nakað og síðani er Súsanna Krosslá komin sum fimti lærarin.
Góðar umstøður
Í 1967 gjørdist Hilmar Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur verið á.
Hilmar metir, at bygdarráðið altíð hevur víst skúlanum ans og verið til reiðar at givið skúlanum møguleikar, so børnini hava somu møguleikar, sum børn aðrastaðni. Hilmar heldur, at skúlanevndin hevur stuðlað lærararnar væl í arbeiðinum og somuleiðis foreldrini. Hilmar vil fegin takka øllum hesum fólkum.
- Tað hevur verið ein gleði at kunnað virkað her í 40 ár, tað eri eg takksamur fyri, og eg takki Guði fyri, at heilsan hevur verið til tað. Børnini hava yvirhøvur verið góð at fingist við, og teir lærarar, eg havi samstarvað við, hava verið lættir at arbeitt saman við, sigur Hilmar, ið er øllum hesum takksamur fyri árini í Porkeri, og nevnir hann eisini, at tey eiga tøkk, ið hava vaskað í skúlanum og tey, ið hava hildið hann viðlíka. Eisini ynskir Hilmar at takka Vágs skúla fyri gott samstarv.
Hilmar hevur røkt fyrstilærarastarv í Porkeri síðani 1967 og heldur, at ein leiðari eigur at ráðføra seg við starvfelagar sínar.
- Sum skúlaleiðari kemur ein ofta í ta støðu, at ein skal taka støðu til ymiskt, men eg havi gjørt tað, at eg havi oftast samráðst við hinar lærararnar um tað, ið skal henda, tí ein skúlaleiðari eigur ikki vera einaræðisharri, men skal kunna samskifta við hinar lærararnar og kunna taka við góðum ráðum frá øðrum, so ein fær gott arbeiðsumhvørvi. Tað sama við børnunum, ein eigur eisini at lurta eftir teimum og hvat tey halda, og so vítt gjørligt eigur ein at laga seg eftir teimum, uttan at tey fyri tað taka ræðið. Ein eigur at lata tey merkja, at ein virðir tey, lurtar eftir teimum og lata tey merkja, at tey eru týdningarmikil partur av skúlanum.
Hilmar heldur, at ein av fyrimununum við einum lítlum bygdaskúla er, at ein kann nýta óvæntaðar støður, ið taka seg upp. Hann nevnir, at var veðrið gott, so varð onkutíð farið at svimja og nógv hevur verið gjørt við at ganga túrar í náttúruni við skúlabørnunum. Eisini hevur verið siður í mong ár, at børnini í 6. og 7. flokki fara ein túr norður um fjørð, so tey vitja uttanfyri Suðuroynna, meðan tey ganga í skúlanum.
Tingmaður
Lærarin er ofta týðandi persónur í bygdini. Ein, ið heitt verður á og Hilmar hevur verið virkin á mongum økjum. Himar sigur, at so hevur eisini verið í hansara tíð, onkur hevur heitt á hann um ymiskt, t.d. tá okkurt bræv skuldi skrivast, men sum tíðin er liðin, so eru fólk betri skúlaði, so fólk klára betri sjálvi.
- Eg var í kommunustýrinum í 4 ár, men metti ikki vera skilagott at halda fram, tí eg skuldi liva og virka í bygdini. Kommunalt virksemi hevur ofta tað við sær, at ein kemur fólki nær og er kensluborið og tað kann hava trupulleikar við sær, ið hava keðiliga ávirkan á gerandislívið. Tí valdi eg ikki at stilla uppaftur í 1966, og tað haldi eg var røtt avgerð at taka, sigur Hilmar.
-Hilmar Bech sat eisini á tingi fyri Javnaðarflokkin frá 1970 til 1984.
- Eg var tingmaður í 14 ár. Og tingarbeiðið var soleiðis, at tað var frá januar og út á vári. Tá var vikarur fyri meg í skúlanum. Men eg haldi, at tá ein kom aftur í skúlan, eftir at hava verið í tinginum, so var ein so sera væl upplagdur. Eins og ein gleddi seg til frítíðina, so gleddi ein seg at byrja aftur. Hevði líkasum ladað upp og fingið nýggja orku. Í 1984 kom eg ikki innaftur og í 1990 avgjørdi eg, í samráð við lækna, ikki at stilla uppaftur, tí heilsan bilaði, sigur Hilmar.
- Eg havi eisini verið deknur í kirkjuni síðani 1967, onkutíð eisini áðrenn tað. Tað havi eg havt stóra gleði av og tað hava onnur vónandi eisini, sigur Hilmar, ið ikki veit, hvussu leingi hann heldur fram sum deknur, tí eyguni eru ikki so góð longur. Tað kemur til øll her í lívinum, at einaferð skal avgerð takast um at gevast, sigur Hilmar, sum eisini hevur verið í valnevndini í Porkeri í mong ár. Tó tók hann ikki lut í arbeiðinum tey árini, hann sjálvur var uppstillaður.
Minnisvarðin
Í sekstiárunum fóru menn at práta um at reisa minnisvarða yvir sjólatnar porkeningar. Nevnd varð vald og í hana komu Zacharias Müller, Símun Pauli Djurhuus, Johan Danbjørg, presturin Johan Veihe, og Hilmar Bech.
- Eg gjørdist formaður í nevndini og nevndin tók stig til at fáa pening til minnisvarðan og í 1962 var fyrsti bassarurin. Undirtøkan var sera stór og nevndin sendi út áheitan um stuðul til porkeningar nær og fjar og til stovnar og reiðarí. Stuðul kom mangastaðir frá og øll stóðu saman um hetta, so tað gekk væl, hóast tað var strævið. Bassarurin var í gamla skúlanum, har skilaveggur var niðurtikin og tiltakið vardi í 2 dagar. Inn komi 25.000 krónur og tað var ikki so lítið í 1962, minnist Hilmar.
- Nógv kundi goymast, sum leyp av, og tað nýttu vit til líknandi tiltak árið eftir, ið gav 15.000 krónur. Fólk stuðlaði sera væl og kommunan og arbeiðsmannafelagið eisini, og í 1967 stóð minnisvarðin liðugur og varð vígdur 2. páskadag. Veðrið hevði ikki verið av tí besta, men tann dagin lýsti í, men tá hátíðarhaldið var av, setti hann eitt æl norðanfyri og á kvøldi var kavarok, minnist Hilmar.
- Teir, ið gjørdu minnisvarðan vóru Sigmund Djurhuus, sonur hansara Andrew Djurhuus og ein annar maður nevndur Niels Djurhuus. Pláturnar, ið eru á minnisvarðanum, eru gjørdar á Grótídnaðinum í Havn og mynda menningina í føroyska fiskiflotanum; ein bátur, ein slupp og ein línubátur. Áskriftina setti Johan Danbjørg saman, greiðir Hilmar frá.
Gleðist
- Tað gleðir meg, tá tað gongst næmingum væl. Eisini, tá ein fylgir við teimum og teimum gongst væl seinni í lívinum. Tað er altíð ein gleði hjá einum lærara, tá tað gongst næmingum væl og teir koma væl fyri í lívinum. Nú havi eg verið lærari so leingi í Porkeri, at nógv av skúlabørnunum í dag, eru børn hjá teimum, ið gingu í skúla hjá mær, tá eg byrjaði, og tað er eitt serligt upplivilsi og ein gleði, metir Hilmar, og nýtir hann høvið at senda heilsan til allar næmingar, hann hevur havt í skúlanum tey 41 árini, hann hevur verið lærari, og somuleiðis til foreldur teirra.
Tá Hilmar hyggur aftur á, so fegnast hann um starvstíðina í Porkeri, og hann takkar skúlanevnd og bygdarráð, ið hava verið góð at samstarva við og hava víst góðan vilja. Bæði Hilmar og Kristina meta, at tey hava havt góð ár í Porkeri. Kristina heldur, at hon varð væl móttikin, tá hon kom og hon hevur trivist væl.
- Fyrstu árini búðu vit í Skemmutúninum. Tað var savningarstað í bygdini, sum Vaglið í Havn, og har var lætt at koma í samband við fólk, minnist Hilmar, sum síðani nýggi skúlin kom, hevur roynt at farið til arbeiðis til gongu, tí so hittir hann fólk, tí sum Hilmar málber seg, so missir ein samband við fólk, um ein bert situr í bilinum.
Sum urtagarður
- Hvussu framtíðin lagar seg er ilt at meta um, tí tað er dult fyri okkum øllum, heldur Hilmar, men tað er ein takksamur maður, ið nú leggur frá sær í lærarastarvinum.
- Skal eg vera ærligur, so vænti eg, at eg fari at sakna skúlan og børnini og samveruna við lærararnar, tí eg havi havt so nógv góð ár. Skaldið samanber skúlan við ein urtagarð, har børnini eru blómurnar. Eg haldi lærarin skal vera góður við børnini, so tey eru góð við hann. Umráðandi er, at tey trívast. Eg má siga, at eg havi merkt, at børnini í Porkeri hava verið góð við skúlan og tey allar flestu hava trivist. Tað er so, at eingin er fullkomin, og støður kunnu vera, har ein uttan at vilja tað, og har okkurt ein ger ella sigur, kann særa eitt barn. Tað hevur helst onkutíð hent. Men havi eg gjørt barni órætt, og eg havi uppdagað tað, so havi eg tosað við barnið og ikki hildið meg aftur við at biðja um fyrigeving, og tað haldi eg ikki er mannminkandi, tí børnini hava stórt virði og tað skulu tey merkja, sigur Hilmar.
- Eg vænti, at Kristina og eg fara at finna útav at leggja okkara gerandisdag tilrættis framyvir, heldur Hilmar, sum er glaður og takksamur fyri, at konan altíð hevur verið honum hollur stuðul í øllum viðurskiftum.
Hilmar og Kristina eiga tvey børn, dóttur og son, sum bæði eru gift og eiga hvør síni 3 børn og hesi gleðast tey um. Hilmar vónar at kunna fáa nøkur góð ár saman við abbabørnunum og familjuni.- At hava góð minnir hevur nógv at siga, tá ein leggur frá sær, sigur Hilmar, ið dámar væl at søkja sjógvin. Hann hevur lítlan bát, og plagdi at vera nógv á floti. Hilmar hevur eisini eina trøð og seyð, ið honum dámar væl at fást við, men annars dámar honum væl at práta við fólk.
- Eg vóni at fáa betri stundir til hetta og vil annars ynskja Guðs signing yvir skúlan, børnini og teir lærarar, ið koma at starvast har framyvir, so teir fáa tann vísdóm, ið krevst fyri at geva børnunum tann kunnleika og barlast, ið krevst í framtíðini, sigur Hilmar Bech, sum væntar, at skúlin framyvir verður øðrvísi, enn skúlin hevur verið í hansara tíð, tí teldan kemur at fáa so stóran leiklut og ein eigur at fylgja við, tí eingin vinnur nakað við at byrgja seg inni.










