19 spælt allar dystirnar á tamb

Fótbóltur: KÍ og GÍ hava brúkt minsta talið av spælarum í fyrru hálvu

194 spælarar (23 útlendingar teirra millum) vóru við í teimum 45 landskappingardystunum í 1.deild higartil. Í miðal brúkti hvørt liðið 19,4 spælarar.

Hægsta talið áttu ÍF, NSÍ og Sumba - teir brúktu 22 spælarar - og lægsta talið áttu GÍ og KÍ, ið høvdu í alt 17 spælarar á vøllinum.

54 av194 spælarum hava verið við í øllum níggju dystunum hjá teirra feløgum í fyrru hálvu av fótbóltskappingini.

41 av hesum 1. deildarspælarum hava spælt í øllum dystunum frá byrjan, og 19 leikarar hava spælt alla tíðina. Bert ÍF hevur ongan spælara, ið hevur verið við allar 810 minuttir í teimum níggju landskappingardystunum.


KÍ mest støðugu

uppstillingina

Vit kunnu leggja til merkis, at oddaliðið í kappingini, KÍ, hevur mest støðugu liðuppstillingina í 1.deild. Átta klaksvíkingar (Stephen Boyle, Andrzei Pacek, Marek Wierzbicki, Rógvi Jacobsen, Harley Bertholdsen, Arnold Joensen, Jan Joensen og Heðin á Lakjuni) hava verið í øllum dystunum frá byrjan, og tríggir teirra - allir útlendingarnir - hava spælt alla tíðina.

Tveir KÍ-arar afturat - Kurt Mørkore og Jan Andreasen - hava spælt í átta dystunum frá byrjan, men teir mistu ein dyst (tað einasta tapið hjá klaksvíkingum í ár, 1-2 í Gøtu) orsakað av leikbanni.

Um vit hyggja at spælarahagtølunum frá kappingini í fjør, finna vit nógv av teimum somu andlitunum millum álitsmenn í teirra feløgum.

Men tað eru bert tveir málmenninir, Bjarni Johansen og Sunvard Joensen, ið hava spælt uttan nakran steðg síðan kappingin í fjør byrjaði ? ella í 27 landskappingardystunum á rað uttan at vera skiftir út.


Hesir 19 leikararnir hava spælt í allar

810 minuttirnar av fyrru hálvu


Arnbjørn Danielsen B36

Pól Thorsteinsson B36

Fróði Benjaminsen B68

Marlon B68

Magnus Poulsen B68

Bergleif Sólsker B71

Bartal Eliassen GÍ

Sunvard Joensen GÍ

Jóan Petur Olsen GÍ

Jens Erik Rasmussen HB

Stephen Boyle KÍ

Andrzei Pacek KÍ

Marek Wierzbicki KÍ

Dánial Hansen NSÍ

Arnfinn Langgaard NSÍ

Dánjal Johan Joensen Sumba

Páll Magnar Kjærbæk Sumba

Eyðun Jacobsen VB

Bjarni Johansen VB