Sanne og feita slangan á jazzfestivalinum í ár

Um ein lítlan mánað byrjar Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestivalur, ið er tann 16. í røðini. Á skránni eru nógv góð nøvn og serstakliga eru tað danir, ið borga fyri góðskuni í ár

Mánadagin byrjar forsølan av atgongumerkjum til 16. jazzfestivalin í Norðurlandahúsinum og í ár er hann aftur í augustmánað, eftir at hann í 2 ár hevur verið hildin í oktober.

Brandur Øssursson, fyrireikari, sigur, at teimum dámar betri at hava hann í august, sum upprunin var, tí tá hendir nógv, nógv fólk eru heima og áhugaverd fólk vitja, so ein fær eina breiðari lurtarafjøld.

Brandur sigur, at eins og áður, so fara nógv tiltøk at vera í gongugøtuni í Havn og í Grasagarði og Listaskálanum. Tónleikaútferð verður við Norðlýsinum út í Hest og eisini Høganes fær festivalvitjan.


Ungfólk kappast

Í ár er, umframt stór nøvn, eisini ein norðurlendsk framvísan av yngri tónleikarum, ið eru á veg fram í ljósið. Ætlanin er, at hetta næsta ár skal skipast sum kapping. Hesi eru útvald í sínum heimlondum og væntandi verður løgd til rættis ein túrur fyri vinnarar, ið ikki hevur nakað við norðurlond at gera, men kanska verða heldur t.d. Berlin og París á skránni.


Høvuðsnøvnini

Hyggur ein at at skránni fyri 16. festivalin, so sæst, at danir eiga tey stóru nøvnini, stjørnurnar. Sanne Salomonsen, Big Fat Snake og Poul Dissing eru stór nøvn. Eisini danski amerikumaðurin Bill Buchman kann nevnast og skal ein so leita aðrar vegir, so kenna nógvir føroyingar íslendingin K.K., sum eisin fer á pallin.


Poul Dissing

Poul Dissing hevur vitjað í Føroyum áður. Í ár hevur hann synir sínar við á palli, men annars fer hann neyvan langt burtur frá sínum serstaka stíli, sum vit so væl kenna, tá hann mangan hevur framført saman við t.d. Benny Andersen.


Big Fat Snake

Big Fat Snake telur nakrar av bestu og royndastu rocktónleikarum í Danmark. Teir spæla vælljómandi rock, ið er mergjaður. Tó er talan um rock, ið eisini mangar av ungu ommunum nú á døgum óivað kunnu fella fyri.

Big Fat Snake er virkin bólkur og hevur eisini spælt inn fótbóltssang, ið gjørdist sera væl umtóktur fyri nøkrum árum siðani. Hetta var eisini ein av teimum frægu.

Annars er Big Fat Snake ein væl umtóktur konsertbólkur, ið dugir væl á palli og teir spara ikki uppá krútið, sigst.


Sanne Salomonsen

Best kenda navnið í ár er kanska Sanne Salomonsen, ið hevur verið mett av mongum, sum besta sangarinna á okkara leiðum.

$Fyri stuttum gav hon út sermerkta fløgu, har hon arbeiddi saman við Chris Minh Doky. Fyri fløguna, In a New York Minute, fingu tey bæði platín, tí fløgan varð seld í fleiri enn 50.000 eintøkum.

Tað verða millum annað løg av hesi fløgu, ið Sanne syngur á festivalinum í ár. Enn er óvist, um Chris Minh Doky eisini verur á pallinum í Føroyum. Hann er upptikin maður og er í løtuni í USA í upptøkuørindum. Men aðrir góðir tónleikarar fylgja henni og borga fyri góðsku.


Sanne

Sanne Salomonsen er borin í heim tann 30. desember 1955 klokkan 16:57 á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Foreldur hennara vóru Birgit, heimagangandi og Finn Salomonsen (1909-83), ornitologur, dr. phil, lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn 1960-79.

Sanne eigur bróðurin Steen og sonin Victor Ray Salomonsen Ronander, føddur í 1988 og nevndur eftir Ray Charles. Pápin er svenski tónleikarin Mats ?Malla? Ronander, sum Sanne eisini hevur verið gift við.

Vónleyst er at nevna alt, ið Sanne hevur fingist við í sínum virkisárum á palli, sum sangari, tónleikari og sangskrivari, men vit kunnu nevna nøkur brot.

Í 1967 byrjar hon í einum lokalum rockbólki. Í 1968 er hon í Curled Edge, ið hevur limir úr ymsum flower power bólkum.

Í 1970 verðu Sanne løgd til merkis og er við í stóra sangleikinum Hair, har hon hevur leiklutin sum Sheila. Nøkur av fólkunum í Hair gera sangleik í 1971 í Helsingør, har Johannes Møllehave og Habakuk eiga tekstin. Seinni er hon við í ABC-sjónleikarhúsinum, har Klaus Pagh biður hana um at leika við í tveimum leikum, Godspell og Touch. Hon byrjar at gera upptøkur sjálv og er í sjónvarpinum og verður brátt nevnd Lille Sanne Superstar.

Í árunum 1972-75 hendir nógv. Solopláta kemur út. Hon byrjar sín ?sangskúla? og er við í nógvum bólkum og hon syngur ymisk tónleikasløg.

Í 1976 arbeiðir hon við næstu soloplátuni og hon samstarvar við kórbólkin Flair, ið spældi inn tvær plátur í Abbey Road studionum við kenda guitarleikaranum Hank B. Marvin, sum framleiðslustjóra.

Í 1977-78 kemur næsta soloplátan út. Hon samstarvar við Mikkelborg og Winding og eisini Stief. Hetta letur nógvar hurðar upp og hon er ?on the road? í 2 ár. Men í 1979 steðgar hon øllum. Hon er trygg, kennir sínar røtur og gerst miðsavnandi persónurin í Sneakers, ið gav 4 plátur út og var nógv á ferð í Danmark og í Svøríki.


80?ini

Áttatiárini ganga við fullari ferð. Sanne samstarvar við Anne Linnet og er við í hennara bólki til 1983.

Í 1983 hevur hon filmsleiklut í Forræderne og hon er við í sangleiki. Í 1984 er eisini filmur á skránni og hon hittir eisini Mats Ronander. Tey giftast í 1985 í Stockholm. Sanne spælir aftur film og gevur eisini út soloplátu.

Í 1989 er hon við í svenskum fríðtíðarbólki, ið ferðast í Svøríki eitt heilt ár, fyri at vinna pening til upptøkur í USA. Upptøkurnar verða gjørdar í Key West, Florida, á Sloppy Joe´s, drykkistovan, har Hemmingway helt til.

Árini 1987-88 ganga við útgávum og Sanne verður mamma í 1988. Hon fær Grammy fyri eitt lag, ið hon sang til frama fyri AIDS-grunnin.

Í 1989 kemur fløgan Sanne, har hon gerst fyrsti dani, ið er nummar eitt á listunum í Svøríki og fløgan verður eisini væl móttikin í Danmark. Í 1990 fær hon World Music Award fyri mest seldu plátu í Danmark.

Í 1991 spælir hon inn í Memphis plátuna Where Blue Begins og síðani kemur ein sera væleydnað konsertferð. Í 1992 fær hon fyri plátuna ein Grammy og Sanne verður nevnd ársins sangarinna.

Í 1994 spælir hon nógv inn, millum annað eina unplugged fløgu við tilfari frá meginpartinum av sínum virknu árum. Ein ferð við hesum tilfarinum er sera væl dámd og útselt er. Í 1996 spælir hon inn og gevur út. Hon verður eisini tikin inn sum heiðurslimur í Dansk Artistforbund.

Í 1998 kemur savnsfløga við Sneakers. Bólkurin savnast síðstu ferð til Grøn Konsert. Sanne byrjar samstarv við Doky brøðurnar og In a New York Minute kemur út. Hon fær fleiri heiðurstekin.

Í 1999 ferðast Sanne og fær saman við Chris Minh Doky platín fyri 50.000 seldar fløgur. Hetta hóast In a New York Minute næstan ikki verður spæld á nakrari útvarpsstøð.

1999 er so eisini árið, tá føroyingar sleppa at hoyra Sanne Salomonsen á palli. Sangarinnuna, ið hevur havt sjálvsálit, evnini og dirvið at fylgja sínum huga og hevur ment seg og er komin niðan á slætt.

Sanne syngur á jazzfestivalinum leygarkvøldið 13. august, tá m.a. Tangz, K.K. og Bill Buchman eisini eru á skránni.