Landsstýrið krevur vágssluppina Johonnu á tvang

Vágbingar eru vónbrotnir av at Landsstýrið fer so harðliga til verka ímóti einum av okkara fremstu fornminnum samstundis sum onnur fornminni verða stuðlað á fíggjarlógini

Vágssluppin Johanna hongur nú í einum klønum tráði.

Tí nú er vandi fyri, at hon fer á tvang.

Men tað er hvørki banki ella sparikassi, ella annar peningastovnur, sum nú hevur fingið nokk av Johonnu.

Tað er eingin annar enn Føroya Landsstýrið, sum nú krevur pening frá Johhonu, og fær landsstýrið ikki hendan peningin, verður sluppin koyrd undir hamaran.

Tað var tá ið Johanna varð keypt og gjørd í stand, at landsstýrið lænti felagnum, sum eigur Johonnu, pening.

Tveir aðrir stovnar hjálptu til at fíggja Johonnu, nevniliga Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi.

Men ímeðan peningastovnarnir hava verið lagaligir ímóti Johonnu, hevur Landsstýrið lagt seg á annan bógv.

Avtalað er fingin í lag við Føroya Banka um restskuldina og Suðuroyar Sparikassi hevur latið felagnum 10.000 krónur í stuðuli um árið, sum verða brúkt til rentur og avdrátt, so skuldin í Suðuroyar Sparikassa er at kalla úti av verðini.

Vágbingar hava eisini roynt at fáa avtalu við Landsstýrið, men tað hevur ikki borið til.

Men landsstýrið og felagið Johanna hava avtalað, at Landsstýrið skal fyrihalda seg uppá sama máta ímóti Johonnu sum peningastvonarnir gjørdu.

Men tað var so av ongum tí nýliga fingu vágbingar bræv frá sakføraranum hjá innkrevjingardeild Landskassans, har Johann varð kravd eftir skuldini, sum var 600.000 krónur.

Samstundis varð gjørt greitt, at verður skuldin ikki goldin, verður úrtøka gjørd í felagnum. Tvs, at Johanna verður seld á tvang.

Johanna hevur ongan møguleika at betala skuldina, so heldur Landsstýrið fast við sítt, er ongin vegur uttanum at Johanna fer undir hamaran.

Magni Eidesgaard, formaður í felagnum Johonnu váttar støðuna. Og hann dylir ikki fyri, at vágbingar eru vónbrotnir av mannagongdini.

? Johanna er eitt av okkara fremstu fornminnum. Ístaðin fyri at kravt hana á tvang átti Landsstýrið heldur at stuðla henni við eini árligari upphædd til viðlíkahald, sigur Magni Eidesgaard.

Hann sigur, at Landsstýrið stuðlar alskyns øðrum fornminnum og hann heldur at tað hevði verið sjálvsagt, at Johanna eisini kom á fíggjarlógina, tí hon er eitt stórfingið umboð fyri gamla, føroyska mentan.