? Tað er at fegnast um, at stig nú verða tikin til, at taka siglingina ímillum Føroyar og Skotland uppaftur.
Tað heldur bretski konsulin í Føroyum, Johan Mortensen.
Hann sigur, at tað var ein sera illa umhugsað avgerð, tá ið skotlandssiglingin hjá Smyrli varð avhøvdað, tí tá mistu vit eitt týðandi vinnuligt, handilsligt og mentanarligt ferðasamband út í heimin.
?Ikki minst var tað eitt stórt bakkast fyri ferðafólkaflutningin, tí nógv fólk ferðaðust við Smyrli ímillum Føroyar og Skotland.
? Hendan siglingin var við til at menna samstarvið ímillum Føroyar og Skotland, bæði á mentanarliga og undirvísingarliga økinum.
? Bretar eru ein heimstjóð og tað hevur havt stóran týdning fyri føroyingar at havt beinleiðis ferðafólkasamband tann vegin.
? Somuleiðis hevði tað týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum, tí tað vóru ikki so fá, sum løgdu leiðina hendavegin við Smyrli.
Eitt nú hendi tað gleðiliga, at fleiri og fleiri føroyingar fóru at síggja útbúgvingarmøguleikarnar í Bretlandi, heldur enn at stara seg blindar uppá Danmark.
Ikki minst tann parturin av samstarvinum ímillum bæði londini varð hart raktur, tá ið Smyril gavst.
Og Hann ivast ikki í, at tekur oljuvinna seg upp í Føroyum, verður tað tørvur á einum góðum sjóvegis sambandi ímillum Føroyar og Skotland.
Hann vísir m.a. á, at boringin í Lopra hevði neyvan verið so væleydnað um ikki Strandferðslan hevði regluligan flutning á høgum støði ímillum Skotland og Føroyar, tí nógv útgerð var flutt við Smyrli.
Hann vísir eisini á, at tað er onki land, ið keypir so nógvar vørur úr Føroyum, sum Bretland ger.
Johan Mortensen sigur, at sjálvandi tað gott at hava flogsamband ímillum Føroyar og Skotland, sum nú er.
? Men tað skerst ikki burtur, at tað er dýrt at flúgva og familjuferðir verður tað neyvan um tann vegin.
So tá ið hendan siglingin verður tikin uppaftur, fer tað at víða ræsurnar hjá føroyingum munandi.
Hann vónar bara, at tað fer at bera til hjá teimum feløgum, sum hava flutning ímillum Føroyar og umheimin at samstarva.
?Tað hava fyrr tvey ferðamannaskip siglt ímillum Føroyar og umheimin. Og tað kunnu tey gera aftur í samstarvi við hvønn annan, sigur bretski konsulin í Føroyum.