Martin Nolsøe Simonsen og Jón Brekku. Finalan gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí til tað var Martin væl betur fyri enn Jón, og útisetin vann ein tryggan sigur upp á 6-2 og 6-0. Um dystin sigur Jón [...] at munurin millum seg og Martin var stórur, og hann heldur, at munurin bara er vaksin seinastu tíðina. - Hann venur niðri í Danmark, meðan eg sjálvur geri ógvuliga lítið við tað, og tað merkir sjálvsagt [...] sum voru oman fyri 20 í tali, vóru tað einans tríggjar kvinnur, ið kappaðust, og teirra kapping bleiv tí avgreidd við einum bólkaspæli. Tað vil siga, at allar spældu móti øllum, og tá ið samanumkom var
krónur og triðja 1.500 krónur. Væl skikkað fólk sita í nevndini, sum skal geva bygdarráðnum viðmæli um bestu búmerki. Tey eru Gunnar Hoydal, Jákup Zachariassen og Hannis Egholm, allir úr Havn, og Óluvu [...] nógvum bilum og bussum. Skulu vit gera okkum galdandi innan ferðavinnu, mugu vit skapa fortreytir, og vit eru hugað at gera alt, ið vit eru før fyri. Fyrsta stigið er at siga, hvørji vit eru, og tað vóna vit [...] okkum sum kommuna og sum ferðamál hjá nógvu ferðafólkunum, ið vitja hendavegin, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður. Uppskot til búmerki skal verða bygdarráðnum í hendi áðrenn 20. januar 2000. Kommunan
vindin. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað við ælaveðri og hitin millum 3 og 6 stig. Fríggjadagin [...] verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís heglingur og vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Eitt bil upp í skrið, 18 m/s, annars makar [...] strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 5 stig. Um
vóru sum tey skuldu, og so vóru fleiri, sum ikki nýttu trygdarbelti meðan koyrt varð. Síðani varð hildið á við ferðslukanningum seinni um kvøldið, og var hetta í tíðarskeiðinum frá kl 20.15-21.30 á landsvegnum [...] kanningar. Umleið 40 akfør vórðu kannaði av løgregluni, og 15 frágreiðingar vórðu skrivaðar. Sum vera man kom løgreglan fram á nógv, ið ikki var lógligt, og á fleiri akførum var nógv, sum ikki var í lagi. Ljósini [...] fevndu yvir alla Vágoynna, og vóru hesar kanningar hósdagin 12. oktober í tíðarskeiðinum frá kl 7.30 á morgni til kl 13. Umleið 50 akfør vórðu kannaði í hesum tíðarskeiði, og av hesum 50 akførum vórðu 24
stútt og støðugt hjá Horsens. Johan Byrial Hansen er fastur maður í verjuni, og kósin tykist vera trygg í superliguna ella jyda liguna, sum teir í Danmark næsta ár kunnu kalla superliguna. Um FCN og Herfølge [...] Herfølge fara at flyta niður, og um Horsens og SønderjyskE fara at flyta upp, so verða tað bara Brøndby og FCK, sum fara at umboða Sæland í superliguni, ið umframt OB bara fer at hava umboð úr Jyllandi. Hesa [...] beinanvegin, og teir hildu tørn alt fyrra umfarið. Eftir ein tíma skoraði Fremad Amager innanfyri tveir minuttir tvey mál. Sigursmálið skoraði Andrew av Fløtum. Hann sendi fyrst í stólpan, og eftir eitt
in vil, um vit eftir valið 20 januar sita í landsins leiðslu, virka fyri, at økimenningin verður høgt raðfest og fær bestu sømdir eins og høvuðsvinnur okkara, fiskivinnan og alivinnan fáa tryggar karmar [...] Spurningurin er: Hvar bleiv menningin og ætlanin fyri menningini í útjaðar-anum av? Hendan samgongan nýtti stór orð og stór armsveiggj við m.a. omanfyri nevndu álitum og stovnan av granskingardeplinum fyri [...] Flutningsstuðulin er minkaður og verður skerdur enn meira, um farna samgonga sleppur framat aftur. Neyðugt er við nýhugsan og eini langtíðarætlan, hvussu útjaðaranin kann mennast og framhaldandi verða størsta
rðunum í Gundadali millum HB og B36 og í Sarpugerði millum Víking og NSÍ. Hóast tað er eitt sindur kølið, so eru líkindini at spæla fótbólt rættuliga góð. Tað er stilt, og tað er turt. Spenningur hevur [...] vikuskiftinum, og harvið var vandi fyri, at líkindi ikki fóru at verða at spæla fótbólt. Veðrið vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki. Í dag var ein grannauppgerð í Gundadali og ein í Eysturoy, og har vóru [...] ir í HB vóru síðstu løtuna undir trýsti, og í B36 kunnu teir fegnast um hugburðin og avrikið, meðan teir iðra seg um úrslitið. HB hevði í løtum bóltin nógv, og tá var talan um nógvar flytingar. Stóri
sandoyingar hava lyft seg upp um strikuna, og at tað nú bara er eitt stig frá B71 og fram til B68, sum fullkomuliga er steðgað upp. Í Gundadali var úrslitið millum B36 og EB/Streym 1-1. ------------- B71-B68 [...] vornir fleiri og tættari. Heimaliðið hevur nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og toftamenn megna illa at bróta ígjøgnum heimaverjuna. Hálvleikur 0-0 55 min 0-0 B71 hevur flutt fólkið longri fram, og eftir horna [...] Joensen og Hjalgrím Elttør. 15 min. 0-0 B36 hevði bóltin meiri fyrstu minuttirnar, men síðani hevur tað javnað seg, og EB/Streymur er komið væl við. Higartil hava ikki verið upplagdir málmøguleikar. 20 min
ikki roknað við, at umsitingargjaldið hjá Koda og annað fer burtur av, áðrenn peningurin verður býttur millum teir, sum eiga rættindini, og hetta man vera 20 prosent av hvørjari krónu.« Stjórin í Koda Nils [...] aftur í Føroyum, men hjá viðkomandi útlendska tónaskaldi. ? Og hetta kann geva ein ávísan mun í tølunum, um útvarpið roknar tað sum føroyskt, og vit ikki gera tað. Men tað er altso ikki rætt, tá útvarpið [...] Tað er ósamsvar millum tølini hjá Koda og útvarpinum, tá talan er um, hvussu stórur partur av tónleikinum, sum ÚF spældi í 1997, var føroyskur. Koda sigur 17 prosent. ÚF sigur 24 prosent. Í svarskrivi
undirvísingini í fólkaskúlanum, og føroyingurin hevur annars ikki havt umstøður og stundir til at lívga um málið. Og við málinum er tað so ómetaliga nógv annað, sum verður tilevnað og varðveitt. Málið er stutt [...] mentan og ikki minst mál okkara. Tí ágangurin uttan ífrá er nógvur og støðugur. Og tíverri er helst soleiðis, at í nógvum føroyskum heimum verður so at siga bert borðreitt við útlendskum boðskapum og vendingum [...] sum hevur sínar røtur í føroyskum og føroyska dagligdegnum. Og besti hátturin at gera hetta uppá, er at tosa við børnini um føroysk viðurskifti. Um stórt og smátt og annars alt tað, sum fyriferst í landi