Økismenningin sum hvarv

   

Økismenningarálit, Útjaðaraálit, Granskingardepil fyri Økismenning osfr, osfr.
Spurningurin er: Hvar bleiv menningin og ætlanin fyri menningini í útjaðar-anum av?
Hendan samgongan nýtti stór orð og stór armsveiggj við m.a. omanfyri nevndu álitum og stovnan av granskingardeplinum fyri økismenning, men satt at siga, so er økismenningarpolitikkurin og útjaðarapolitikkurin hjá nú farnu samgongu sera trupul at fáa eygað á - mikroskopið skal á borðið, um tjansur skal verða at síggja nakað yvirhøvur.
Ungdómurin og barnafamiljurnar mugu fáa møguleika at venda aftur til heimaøkið.
Hvat er t. d. gjørt fyri at okkara framtíð - ungdóminum - sum leitar sær góðar útbúgvingar í útlondum?
Skal hesin ikki hava møguleika fyri at koma heimaftur til sítt upprunaøkið í útjaðaranum, aftan á loknar útbúgvingar?
Tað má verða eitt aðalmál hjá øllum fólkavaldum politikkarum at arbeiða fyri at hesin møguleiki gerst veruleiki.
Møguleikar mugu og skulu skapast fyri at barnafamiljurnar, sum vælútbúnar koma aftur til klettarnar fáa møguleikan at venda heim til sítt upprunaøki og starvast har.
Tit sum lesa hetta - hugsið um hvat er gjørt í m.a. tykkara øki? Verður nakað gjørt yvirhøvur?

Vinnan í útjaðaranum:
Hvat er gjørt fyri, at vinnan í útjaðaranum skal hava somu kappingarparametur, sum vinnan á meginøkinum?
Fráfarna samgonga hevur verið alt annað enn vinnuvinarlig - hon hevur verið vinnuskaðilig.
Flutningsstuðulin er minkaður og verður skerdur enn meira, um farna samgonga sleppur framat aftur.
Neyðugt er við nýhugsan og eini langtíðarætlan, hvussu útjaðaranin kann mennast og framhaldandi verða størsta ískoytið til landshúsarhaldið.
Dagstudningurin til útróðrarmenn skerdur, um Fólkaflokkurin ræður fyri borgum:
Hvat verður gjørt fyri at útróðrarmaðurin skal hava góð kor at virka undir?
Jú, seinasta uppskotið frá Fólkafloksmonnum »Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning - mál nr. 28/2003« varð at skerja dagstudningin hjá útróðramonnum og gera tað truplari at fáa dagstundning.
Eg spyrji bara - er hetta góður menningar - og útjaðarapolitikkur??
Er hetta - at geva hjartanum í føroyska samfelagnum - fisikimannnunum - góð kor at arbeiða undir??
Alivinnan og stóri týdningur hennara fyri útjaðaran.
Alivinnan má fáa tryggar karmar at virka undir, og alt sum stendur í makt politiska mynduleikans má gerast fyri, at allir involveraðir partar hava trygg løgfrøðislig og politisk kor at virka undir.
Heldur ikki í hesi vinnu hevur Fólkaflokkurin megnað at fáa greiðar karmar og loysnir, sum tæna vinnu og samfelagnum best uppa sikt - hvar er hesin liberali vinnuflokkur blivin av??
Sambandsflokkurin vil, um vit eftir valið 20 januar sita í landsins leiðslu, virka fyri, at økimenningin verður høgt raðfest og fær bestu sømdir eins og høvuðsvinnur okkara, fiskivinnan og alivinnan fáa tryggar karmar at virka undir.