Nú verður kaldari aftur

Eitt brúgvalag við regni og eitt bil mildari veðri streymar inn yvir Føroyar av vestri. Seinast í vikuni streymar aftur kaldari luft við vátaslettings- og kavaælum inn yvir oyggjarnar av vestri og útnyrðingi.

 

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í hvassan storm í hvirlunum, 25 m/s, men út á seinnapartin makar hann vindin. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað við ælaveðri og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís heglingur og vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Eitt bil upp í skrið, 18 m/s, annars makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Nógv regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

Leygardagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, men um kvøldið øtlar vindin upp í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, og um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum trý kuldastig og fimm hitastig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av útnyrðingi og vestri, 13 til 18 m/s, umframt harðar hvirlur. Skýggjað við regni, vátaslettingi og kava, og hitin niður í tvey kuldastig.

 

Mánadagin upp í skrið av vestri, 15 til 20 m/s, sum um náttina makar vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið við regni, vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í frostmarkið.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar vindin niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og snarar í ein landnyrðing. Samdrigið og sum frá líður turt. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í trý kuldastig, í støðum kaldari.