Sandoyingar leysir úr botninum

Fótbóltslagið er gott í Sandoy. Seinnapartin av 2. hálvleiki hevði B71 takið á B68, sum hevði ilt við at fáa tak á spælinum. Í evstu løtu eydnaðist tað B71 at fáa úrtøku. Liðformaðurin Símin Hansen skoraði sigursmálið. B71 málið ber við sær, at sandoyingar hava lyft seg upp um strikuna, og at tað nú bara er eitt stig frá B71 og fram til B68, sum fullkomuliga er steðgað upp.

Í Gundadali var úrslitið millum B36 og EB/Streym 1-1.

 

-------------

 

B71-B68 1-0 (0-0)

Dómari: Ransin Djurhuus

1-0: Símin Hansen 90.

B71: Bárður Johannesen - Tummas Clementsen, Allan Tungá, Jóhannes Jensen, Bojan Zivic -Danilo Kovacevic, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Marko Stanic - Høgni Midjord (Ebbe Kristin Thomsen, 72.), Símin Hansen

B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen (Niklas Joensen, 80.), Ndende, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Eli Simonsen, Remi Langgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard (Óli Olsen, 62.), Keita

Gult kort: Oddur Højgaard

 

Toftamenn vitja á Sandi, og talan er um so at siga kollvelt lið, um sammett verður við tað B68 liðið, sum higartil hevur spælt. Jóhan Dávur Højgaard, sum higartil hevur verið miðverji, er í álopinum, og Ndende, sum higartil hevur verið miðvallari, er í miðverjuni.

 

10 min

0-0

Góð fótbóltslíkindi, higartil hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar.

 

15 min

0-0

 

20 min

0-0

Tað gongur javnt á. Besta møguleikan higartil hevði B68, tá ið eitt korter var farið, men stútarin hjá Pól Jóhannusi Justinussen eftir horna fór upp um málið.

 

30 min

0-0

Framvegis rættuliga friðarligt og ikki serliga skipað spæl. Pól Jóhannus Justinussen hjá B68 hevur aftur verið upp á spæl í B71 brotsteiginum, men hann sendi bóltin á B71 málverjan Bárð Johannsen.

Tað hevur verið eftir deyðbóltsstøður, at møguleikarnir hava verið.

 

40 min

0-0

Nærdystirnir eru vornir fleiri og tættari. Heimaliðið hevur nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og toftamenn megna illa at bróta ígjøgnum heimaverjuna.

 

Hálvleikur

0-0

 

55 min

0-0

B71 hevur flutt fólkið longri fram, og eftir horna var stórur spenningur í B68 brotsteiginum uttan at meiri spurdist burturúr.

 

60 min

0-0

 

65 min

0-0

Innskifti Óli Olsen hjá B68 hevði beinanvegin góða roynd við høvdinum, men bólturin fór uppum. Lítla løtu seinni var tað Símin Hansen hjá B71, sum sendi bóltin á tvørtræið!

 

75 min

0-0

Møguleikar eru í báðum endum. Vlada í B68 málinum bjargaði væl, tá ið Danilo royndi seg.

 

85 min

0-0

B71 hevur síðstu løtuna havt betri tak á fótbóltsspælinum enn B68, sum fyri tað mesta roynir seg við longum sendingum. Eftir gott álop og innlegg úr vinstru var um reppið, at Símin Hansen hjá B71 setti bóltin í málið!

 

90 min

1-0: Símin Hansen 90.

eftir innlegg úr høgru megnaði Símin Hansen at temja frammanfyri Ndende og at seta bóltin í málið.

Stutt frammanundan hevði Keita góðan møguleika, men málverjin vardi fyri.

 

Liðugt!

1-0

 

B36-EB/Streymur 1-1 (0-0)

Dómari: Páll Augustinussen

1-0: Jákup á Borg 53.

1-1: Gudmund Nielsen 71.

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Clementsen, Oddmar Færø - Bárður Olsen, Heini í Skorini (Dimitrij Jankovic, 70.), Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Christian R. Mouritsen, Høgni Eysturoy (Hjalgrím Elttør, 70.)

Gult kort: Jákup á Borg

EB/Streymur: Tróndur Vatnhamar - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen (Dánjal Davidsen, 52.) - Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen, Sorin Anghel (Daniel Udsen, 57.) - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 75.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen

 

Av teimum, sum fyrr í ár hava verið fyrsta val hjá B36, eru fleiri ikki við: Meinhard Joensen, Dimitrij Jankovic, Símun Joensen og Hjalgrím Elttør.

 

 

15 min.

0-0

B36 hevði bóltin meiri fyrstu minuttirnar, men síðani hevur tað javnað seg, og EB/Streymur er komið væl við. Higartil hava ikki verið upplagdir málmøguleikar.

 

20 min.

0-0

Jóan Pauli Dahl Jakobsen í B36 málinum vísti sína styrki, tá ið hann vardi fyri dupultmøguleika. Fyrst royndi Hans Pauli Samuelsen seg og síðani Arnbjørn Hansen.

 

30 min.

0-0

Tað er lítil ferð á, og bæði liðini leggja stóran dent á verjupartin. Tróndur Vatnhamar í EB/Streyma málinum man vera hann, ið oftast hevur havt bóltin.

 

40 min.

0-0

Tað er sera deydligt, og síðsta korterið hevur eingin rættulig roynd ímóti málunum verið!

 

45 min.

0-0

Síðstu løtuna undan steðginum er tað B36, sum hevur verið framvið. Egil á Bø bjargaði á strikuni eftir hornasparksstøðu og stútara frá Odmar Færø, og fínt langskot frá Bárði Olsen varð blokerað.

 

Hálvleikur

0-0

 

50 min

0-0

Tróndur Vatnhamar hevur havt meistarliga bjarging eftir B36 horna, og B36 verjan megnar væl at byrgja fyri, tá ið Arnbjørn Hansen var leysur

 

55 min

1-0: Jákup á Borg

Christian R. Mouritsen sneiddi tveir av í høgru, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri, var tað Jákup á Borg, sum stýrdi bóltin í málið.

Beinanvegin eftir málið var um reppið, at Arnbjørn Hansen svaraði aftur.

 

60 min

1-0

Eftir at B36 er komið á odda, hevur EB/Streymur lagt meiri dent á álopspartin. Daniel Udsen, sum hevur loyst Sorin Anghel av, er farin fram á álopið.

 

72 min

1-1: Gudmund Nielsen 71.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen hálvbjargar meistarliga eftir frísparksinnlegg og roynd ímóti málinum, og Gudmund Nielsen var fyrstur á returbóltinum, sum hann við høvdinum setti í málið.

 

75 min.

1-1

Nú hava møguleikar verið í báðum endum. Innskifti Dánjal Davidsen hjá EB/Streymi sendi bóltin í tvørtræið, og eftir horna var um reppið, at Christian R. Mouritsen skoraði fyri B36.

 

Liðugt!

1-1