Kirkjubøar sókn nýtt andlit

- Vit vilja fegin gera vart við okkum sum kommuna og sum ferðamál, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar sókn, sum í hesum døgum skrivar út búmerkjakapping

Flestu kommunur í landinum hava eitt búmerki, sum er andlit kommunurnar úteftir. Í hesum døgum skrivar Kirkjubøar sóknar kommuna út eina kapping um at gera eitt skikkað búmerki til hesa søguligu sókn. Virðislønir verða latnar trimum teimum best uppskotunum. Fyrsta virðisløn fær 4.000 krónur, næsta 3.000 krónur og triðja 1.500 krónur. Væl skikkað fólk sita í nevndini, sum skal geva bygdarráðnum viðmæli um bestu búmerki. Tey eru Gunnar Hoydal, Jákup Zachariassen og Hannis Egholm, allir úr Havn, og Óluvu Zachariassen av Velbastað. Hon situr eisini í bygdarráðnum í sóknini.

- Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men vit vilja fegin gera vart við okkum sum kommuna og sum ferðamál hjá nógvu ferðafólkunum, ið vitja hendavegin, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður.

Uppskot til búmerki skal verða bygdarráðnum í hendi áðrenn 20. januar 2000. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja og vraka millum tey innkomnu uppskotini, men tað stendur einum og hvørjum púra frítt, hvussu búmerkið verður gjørt. Bert hugflogið setur markið.

- Búmerkið skal helst mynda báðar bygdirnar, Kirkjubø og Velbastað. Felags hava bygdirnar verið saman um nógv viðurskifti, og báðar eru landbúnaðarbygdir burturav. Tað kann væl vera, at fólk, ið ikki hava tilknýti til bygdirnar, meta, at vit súmbolisera ymiskt, ið vit á staðnum ikki hugsa um til dagligt. Vit seta okkara álit á, at bólkurin, sum vit hava sett og sum vit meta er sera skikkaður at velja út, dugir at taka dagar ímillum uppskotini.


Fortreytir fyri ferðavinnu

Tað er ikki minst við ferðavinnuni fyri eyga, at búmerkjakapping verður útskrivað. Ætlanin er at seta skelti upp við búmerkinum á, ið ynskir fólki vælkomnum til sóknina. Hagtøl vísa, at ógvuliga stórur partur av ferðafólkunum, ið koma til Føroya á hvørjum ári, eini 70 prosent, vitja í Kirkjubø. Hetta myndar sjálvsagt lívið á einum so lítlum plássi. Kommunan hevur saman við Landsverkfrøðinginum gjørt eitt stórt øki við sjóvarmálan til parkeringsøki. Vitjandi í Kirkjubø kunnu nú koyra eftir niðara vegi og seta bilin frá sær har, meðan bygdafólkið hevur gamla bygdavegin. Í summar verður ikki loyvt bussum at koyra eftir ovara vegnum.

- Ferðavinnan nervar ikki bygdalívið, men tað hevur verið ógvuliga trongligt um summarið við so nógvum bilum og bussum. Skulu vit gera okkum galdandi innan ferðavinnu, mugu vit skapa fortreytir, og vit eru hugað at gera alt, ið vit eru før fyri. Fyrsta stigið er at siga, hvørji vit eru, og tað vóna vit búmerkið ger, sigur Annfinn Brekkstein.