Finnur var dagsins maður

Fýra heimasigrar og B36 javnleikur á útivølli í Gundadali. Tað var úrslitið av fyrsta umfarinum í EFFO deildini, sum hevur verið á skránni í gjár og í dag.

 

Veðurmenninir hava í vikuni tosað um kavaveður í vikuskiftinum, og harvið var vandi fyri, at líkindi ikki fóru at verða at spæla fótbólt. Veðrið vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki.

 

Í dag var ein grannauppgerð í Gundadali og ein í Eysturoy, og har vóru líkindini heilt góð at spæla fótbólt, hóast tað var kalt.

 

Í Gøtu vísti tað seg, at Víkingur hevur funnið vegin til málið aftur, nú Finnur Justinussen er komin aftur í barndómsfelagið. Hann skoraði bæði málini í 2-1 heimasigrinum ímóti NSÍ, sum var frammanfyri í hálvleikinum.

 

Í Gundadali varð úrslitið 1-1. Har vóru tað undirtippaða árstalsfelagið, sum leikliga og serliga hvat málmøguleikum viðvíkur var greitt omaná. HB hevur staðið seg væl í venjingardystunum, og tað hevur verið roknað nógv við HB. Men í dag riggaði tað ikki so væl hjá HB, at tað kann roknast við HB sum sólarklárum FM favoritti.

 

Úrslitini í 1. umfari

 

Víkingur-NSÍ 2-1 (0-1)

0-1: Árni Frederiksberg 26.

1-1: Finnur Justinussen 52.

2-1: Finnur Justinussen 79.

 

HB-B36 1-1 (1-1)

0-1: Súni Olsen 25.

1-1: sjálvmál 37.

 

EB/Streymur-07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 2.

2-0: Arnbjørn Hansen 54.

3-0: Gunnar Zachariasen 66.

4-0: Arnbjørn Hansen 74.

 

ÍF-AB 2-1 (0-0)

1-0: Ari Ó. Ellingsgaard 49.

1-1: Bjartur Kjærbo 69.

2-1: Bartal Eliasen 85.

 

KÍ-TB 3-0 (1-0)

1-0: Hjalgrím Elttør 37.

2-0: Páll A. Klettskarð 65.

3-0: Álvur F. Christiansen 74.

 

Støðan

EB/Streymur 3

KÍ 3

ÍF 3

Víkingur 3

B36 1

HB 1

AB 0

NSÍ 0

TB 0

07 Vestur 0

 

2. umfar

Fríggjadagin 15. mars

B36-Víkingur

Leygardagin 16. mars

07 Vestur-TB

EB/Streymur-ÍF

AB-HB

NSÍ-KÍ

 

------------

 

Tað endaði 1-1 í grannauppgerðini í Gundadali. Favorittarnir í HB vóru síðstu løtuna undir trýsti, og í B36 kunnu teir fegnast um hugburðin og avrikið, meðan teir iðra seg um úrslitið.

HB hevði í løtum bóltin nógv, og tá var talan um nógvar flytingar. Stóri trupulleikin kendist vera, at tað ikki er so stórur broddur í framrættaða partinum.

Súni Olsen, sum var ein av eyðsýndaastu monnunum, legði við rimmar frísparki B36 framum eftir hálvan tíma, og undan steðginum javnaði HB. Talan var um hornasparksstøðu, sum endaði við, at vongverjin hjá B36, Símun Joensen, var so óheppin við høvdinum at stýra bóltin í sítt egna mál.

 

 

LIÐUGT

1-1

 

3 minuttir eru lagdir aftrat

 

90) 1-1: B36 leggur trýst á fyri at skora sigursmálið, og tað hevur verið ógvuliga tætt við. Eftir fínt einmansavrik hjá Lukasz Cieslewicz varð Jákup á Borg púra blankur, men hann setti bóltin skeivu megin stólpan!

Adeshina Lawal er farin av vøllinum, og Rasmus Dan Sørensen er komin inn í B36 álopið. Jákup á Borg er fluttur fram í álopið, og Rasmus Dan Sørensen er farin á miðvøllin í høgru.

 

85) 1-1: Bæði liðini hava spent bogan fyri at vinna sigursmálið. Róaldur Jacobsen hjá B36 og Símun Samuelsen hjá HB hava verið í góðum støðum, men tað er framvegis javnt.

 

80) 1-1: Tað gongur javnt á, men málmøguleikarnir eru fáir og smáir.

Andrew av Fløtum er farin av vøllinum, og Bárður Johnson Heinesen er komin inn í HB álopið.

 

75) 1-1: Jákup á Borg er komin á vøllin í staðin fyri Høgna Midjord hjá B36. Jógvan Skeel Nolsøe hjá HB hevur sæð gult fyri at royna at filma seg til fríspark frammanfyri B36 brotsteigin.

 

70) 1-1: Jógvan Skeel Nolsøe er komin á vøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen hjá HB. Fróði Benjaminsen hevur við høvdinum havt góða roynd ímóti B36 málinum eftir hornasparksinnlegg.

 

65) 1-1: Lukas Cieslewicz hjá B36 hevur sæð gult fyri at fella Símun Samuelsen.

 

60) 1-1: B36 hevur við beinleiðis spæli og við kós ímóti mótstøðumálinum havt nógv størri brodd í spælinum. Gilli Sørensen hevur havt góða roynd úr vinstru, men bólturin varð blokeraður út til horna.

HB hevur bóltin leingi, og viðhvørt riggar tað, men tað hevur ikki verið so nógvur broddur í atsóknunum.

 

<str ong>50) 1-1: B36 hevur verið meiri ágangandi og greitt omaná fyrstu løtuna eftir steðgin, hóast HB hevur havt bóltin eins nógv og mótstøðumenninir. Súni Olsen hevur við framúr sending spælt Høgna Midjord leysan, men hesin var ikki nóg avgjørdur, og so bjargaði Teitur M. Gestsson.

 

46) 1-1: Teir eru farnur undir 2. hálvleik.

 

45) 1-1: Hálvleikur. B36 hevur fyri tað mesta havt betri tak á, men í málum stendur á jøvnum.

 

40) 1-1: B36 hevur fótað sær aftur. Súni Olsen hevur enn eina ferð havt góða frísparksroynd, men bólturin fór dygst framvið stólpanum, og Símun Joensen hevur við høvdinum havt góða roynd, sum Teitur M. Gestsson bjargaði væl.

 

35)1-1: MÁÁL: sjálvmál

Eftir at B36 mesta partin av stóra hálva tímanum hevði takið, hevur HB mest sum burtur úr ongum javnað. Eftir hornaspark úr vinstru frá Christian R. Mouritsen var B36 vongverjin Símun Joensen so óheppin, at hann við høvdinum stýrdi bóltin í sítt egna mál.

HB tykist orduliga at hava fingið blóð á tonna, eftir at tað varð javnt.

 

 

30) 0-1: Favorittarnir í HB hava higartil havt ilt við at fáa tak á spælinum. B36 hevur verið meiri miðvíst og ágangandi, og umframt, tá ið hann skoraði málið, hevur Súni Olsen havt aðra vandamikla frísparksroynd.

 

25) 0-1: MÁÁL Súni Olsen hevur við rimmar frísparki úr 20 metrum smekkað bóltin framvið Teiti M. Gestsson. Framúr mál!

 

HB-B36

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Petersen, Símun Joensen – Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Adeshina Lawal, Lukasz Cieslewicz

 

 

------------------------------

 

90) 2-1 LIÐUGT

NSÍ megnaði ikki at svara aftur, og harvið varð tað Finnur Justinussen, sum varð dagsins maður í Sarpugerði. Hann skoraði í 2. hálvleiki tvey mál fyri Víking, eftir at NSÍ í 1. hálvleiki hevði verið frammanfyri við einum máli. Tað var Árni Frederiksberg, sum beinleiðis upp á hornaspark og við stuðli frá Víkinga málverjanum skoraði.

 

80) 2-1: Finnur Justinussen

Filip Djordjevic sneiddi fleiri mótstøðumenn av sær, áðrenn hann legði bóltin inn fyri málið, har Finnur Justinussen var á rætta staðnum í røttu løtuni.

 

70) 1-1: Tað gongur framvegis javnt á í grannauppgerðini millum Víking og NSÍ. Liðini tykjast meiri hugaðir í at binda fyri í verjupartinum heldur enn at leggja meiri fyri í álopspartinum.

 

55) 1-1: Finnur Justinussen

Víkingarnir hava verið nógv bragdligari og ágangandi, enn teir vóru í 1. hálvleiki. Og nú hevur Finnur Justinussen javnað. Víkingarnir vunnu bóltin av NSÍ í uppspælinum, og Finnur royndi seg úr vinstru og við vinstrabeini. Stórur spenningur!

Dygst undan útjavnandi málinum hevði NSÍ álopsspælarin Klæmint A. Olsen góða roynd, men Geza Turi bjargaði.

 

46) 0-1: Teir eru farnir undir 2. hálvleik í góðveðrinum í Sarpugerði.

 

45) 0-1: Hálvleikur. Gestirnir løgdu bragdliga fyri, men síðani hevur tað gingið javnt á. Einasta málið skoraði NSì eftir horna frá bóltsnillinginum Árna Frederiksberg. Einki er at taka seg aftur í, at Víkingamálverjin veteranurin Geza Turi átti sín lut í leiðslumálinum.

 

30) 0-1: Fyrsta hálva tíman hevur NSÍ havt betri tak á spælinum. Merkisvert er tað, Pól Jóhannus Justinussen og Jónhard Frederiksberg manna miðverjuna hjá NSÍ, og at Magnus Olsen er undir liðini á Karl Løkin á verjukendu sentralu miðvallarplássunum, og at Árni Frederiksberg er framrættaður miðvallari.

 

25) 0-1: Árni Frederiksberg hevur við fínum hornasparki sent bóltin í málið. Ikki serliga sannførandi verjuspæl hjá heimaliðnum!

 

Víkingur-NSÍ

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartaltssovu – Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Jann Martin Mortensen, Karl Løkin, Árni Fredceriksberg, Magnus Olsen, Andy Olsen – Klæmint A. Olsen

 

 

---------------------------------

 

Klokkan 15.00 var fyrsta bríkslið í grannauppgerðunum í Gundadali millum HB og B36 og í Sarpugerði millum Víking og NSÍ.

Hóast tað er eitt sindur kølið, so eru líkindini at spæla fótbólt rættuliga góð. Tað er stilt, og tað er turt.

Spenningur hevur verið um, hvør fór at verja HB málið. Teitur M. Gestsson og Hans Jørgensen kappast um plássið, og í dag hevur HB venjarin Oddbjørn Joensen gjørt av, at Teitur M. Gestsson skal verja málið, meðan Hans Jørgensen, sum fyri stuttum var við landsliðnum í Thailandi, situr á beinkinum.

 

Hjá Víkingi er fyrrverandi NSÍ og B68 spælarin Jann Ingi Petersen á sentrala miðvøllinum saman við Hans Jørgen Djurhuus.