endurstovna umstríddu útjaðarasamgonguna, sum var í Løgtinginum fyri nøkrum árum síðani. Og hann heldur, at tað er so mikið umráðandi at hetta verður gjørt, at hann bara bíðar eftir røttu løtuni, sigur hann [...] Hann heldur ikki, at eitt slít samstarv skal vera fromligt. Tað kemur meiri at byggja á álit ímillum teir ymsu tinglimirnar. Hann ásannar, at hetta kann vera trupult tí tað ber heldur ikki til at gloyma [...] hann. Hendan útjaðarasamgongan var ein óformlig samgonga sum gekk tvørtur um flokspolitiskt mark. Eitt slag av skuggasamgongu í Løgtinginum undir liðini á landsstýrissamgonguni. Endamálið við hesi útjaðar
prinsippið um, at samferðslukervið skal vera alment. Men tað heilt ófatiliga heldur hann vera, at tá ið samferðslan skal einskiljast, verður tað ikki so frægt sum bjóðað út, men givið einum ávísum, úrvaldum [...] felagið kann fáa einkarrætt upp á at gera undirsjóvartunnilin. Tó skal viðmerkjast, at kann felagið ikki veita trygd fyri fíggingini fyri 1. august í ár, fellur tilsøgnin burtur. Tað var bara Høgni Hoydal [...] annar tók orðið. Men her kann minnast á, at fyrr í ár helt Jóannes Eidesgaard, sum tá var formaður Javnaðarfloksins, at nú var høvi til at fáa hesa verkætlanina aftur á beint, sum hann málbar seg. Tað, hann
annleggið aftur, var so nógv luft farin úr ballónini, at konsertin ongantíð kom orduliga fyri seg. Tí endaði ein konsert, ið øll væntaðu skuldi vera av teimum bestu á øllum festivalinum, sum eitt stórt skuffilsi [...] hoyrdist tann parturin av tónleikinum bara á pallinum og ikki í stóra annlegginum úteftir. Á pallinum tóktust ikki at leggja hendan feilin til merkis og spældu bara víðari. Tá ið teir eftir eini løtu endiliga [...] ongum. Brynjolfur, wunderkindið handan Marilyn Manson og Rob Zombie-líknandi ídnaðarmálmin, man nokk vera Føroya kulasti drongur. Frá byrjan av vóru taktirnar óndar og feitar og fólki tysjaði saman frammanfyri
leirik.fo) Út frá hesum kann ein og hvør ímynda sær, at tað verður ein stór skandala fyri bygdina. Tí er tað ikki til at skilja, at bygdaráðið kann taka slíka avgerð, serstakliga tá ein hevur tað í huga, at [...] verður gjøgumførd, so verður Leirvík ein útróðrarbygd við ongum neystum og ongum bátahyli. Annars verður hetta sum heild ein ræðulig kollvelting fyri bygdina og bygdarmyndin hvørvur. Tað, sum er mest óskiljandi [...] Her hugsi eg ikki bara peningaliga, hetta kemur jú eisini at bróta inn í virðir, sum fólk eru góð við, og sum ikki kunnu gerast upp í pengum. Sambært Rambøll NYVIG (býarætlanarvirki), sum hevur gjørt kanning
hettar so skiljast sum, at um 51% av partapeninginum er føroyskur, so er talan um eitt føroyskt felag? Kann man fara so langt sum at siga, at bara tann dominarandi partaeigarin er føroyskur, so er talan [...] um tal av føroyskum parteigarum er eitt gott mát. Ein kann hugsa sær eina støðu við 1000 føroyskum partaeigarum, ið eiga eina krónu í part, meðan ein útlendskur partaeigari eigur eina milliónaupphædd. [...] er neyðugur, men greitt má vera fyri myndugleikum og borgarum, hvørji áhugamál standa aftanfyri. Vónandi fáa vit eitt mennandi kjak um hvussu føroysk feløg skulu definerast, so at ongar misskiljingar verða
skýlið, sum kemur at kosta fleiri milliónir, so kundu tit væl eisini brúkt eitt gamalt høli, sum tit eiga so nógv av sum er. Roknast kann við, at eini fimm ella seks orkestur eru í Klaksvík, sum ongan møguleika [...] Dynamit og so víðari. Men hesi orkestur gera lítið við tað longur. So er tað spurningurin mann kann seta Klaksvíkar Býráði: ?Hvar eru so hini orkestrini?? Ja, tað er ein góður spurningur, men hann kann svarast [...] hugsa tey, sum lesa hesa greinina: ?Hví ger ungdómurin einki við hetta sjálvur?? Kanska kann tað hugsast, at ungdómurin, sum júst er farin út úr skúlanum, ongar pengar eigur. Ella kanska kann tað tonkjast
stokkarnar, og tí kann hann vera einsamallur um alt arbeiðið. Hann má tó knýta buktirnar upp, har húkarnir mangla, og so brúkar hann umleið ein til tveir tímar at gera línuna klára aftur. So kann hann seta aftur [...] út. Línan er umborð og er klár at seta, og so er bara hjá mær at skera agnið og hava tað klárt. Eg havi 3000 húkar undir, og er tað á leið átta stampar, sum eg seti í tveimum, sigur Elfinn Vang við Fa [...] pundini av toski og hýsu, sum hann hevði fingið í nátt. Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini fyri tveimum døgum síðan. Lagt verður aftrat, at tann, sum hyggur inn á dekkið á
at goyma alt sum varð sent. Áðrenn var bara tað virðismesta goymt. - Bandasavnið er okkara felags søga, sum liggur á bandi og sum altíð kann spælast av. Sum ein andi í fløskuni, tú kanst bara taka proppin [...] - Tú finnur uppá eitt konsept, sum so líðandi verður til. Í teirri sendingini brúkti eg nógv samrøður, sum vórðu gjørdar um ISDN-linjur við fínari dygd, so tað ljóðar sum vit sita í somu stovu. Dramaturgiin [...] siga, at útvarpið er nærum nóg gott. Sjálvandi kann einki vera nóg gott, men eg haldi so avgjørt, at útvarpið er tann miðilin í Føroyum, sum er næst við at vera nóg góður. Serliga tí, at hann frá fyrstu løtu
hetta bert var ein fyribils ætlan. Tað slógu vit okkum so til tols við, tí um tað ikki var endaliga ætlanin, so var sum so einki at klaga um. Hetta var jú ikki fastlagt, men var bert ein fyribils ætlan [...] Tað sum eg fegin hevði viljað vitað, er akkurát nær hendan ætlanin er farin frá bert at vera ein fyribils ætlan og til at vera ein góðkend ætlan. Tí eg skilji hetta heilt einfalt ikki. Tað, sum teir siga [...] ætlan. Vóru tekningarnar endaliga góðkendar, so kundu vit mótmælt, tí so var tað ítøkiligt, sigur ein argur húsaeigari í Torkilsgøtu, sum tó helst ikki vil hava navn sítt á prent. Hann sigur, at síðani hann
góðtikið, at handilin, ella fyritøkan, kann senda lýsingar og tilboð til ta adressuna. Men talan kann bara vera um lýsingar, og tilboð um vørur av sama slagi, sum viðskiftafólkið keypti, tá fyritøkan fekk [...] skal vera lætt og ómanaleyst hjá viðskiftafólki at avmeldað aftur, so at tey ikki longur fáa lýsingar, ella tilboð, sendandi. Brúkaraumboðið sigur, at hetta er eisini galdandi fyri áhugafelag, sum ætla [...] staðfestir brúkaraumboðið. MSum heild hava vinnurekandi bara loyvi at senda lýsingar og annað tilfar í elektroniskum posti, ella við sms, til fólk, sum frammanundan hava biðið um tað. - Vinnurekandi hava ikki