Hvat er tað, sum hevur ávirkað Leirvíkar Kommunu?

   

Terji Lervig
??????????

Var tað ikki eitt samt bygdaráð, ið seg seg vera fyri einum tunli undir bygdini, líkamikið hvat landsins myndugleikar søgdu? Men nú bakka tey og vent er í holuni.
Nú ein dagin hoyrdi eg, at tey høvdu havt hetta málið til atkvøðu, um vegurin skuldi ganga beint ígjøgnum bygdina ella út um bygdina. Og hvat gjørdu tey? Jú, tey valdu at leiða hann beint ígjøgnum bygdina, har skúli, barnagarður, bankar, handlar, skótahús, kirkja, missiónshús, flakavirkir og egningarskúrar eru. Tey vóru 4 fyri og 3 ímóti.
Hetta hoyrdi eg sum slatur, vildi ikki trúgva tí, men tað vóru fleiri við mær, ið høvdu hoyrt hetta.
Alla aðrastaðni í verðini royna tey so vítt gjørligt at leiða ferðsluna út um bygd øki, men ikki í Leirvík.
Nú er tað, eg spyrji, er tað veruliga eingin í bygdaráðnum, ið hevur dirvi til at senda eitt tíðindaskriv út ella eitt kunnandi skriv til bygdarfólkið? Hetta er ikki nøkur lítil avgerð, sum støða skal takast til, men eitt stórt tak fyri alla bygdina. Átta tað tí ikki at komið út til fólkaatkvøðu?
Tað er bara ein góður mánaður, til eitt nýtt bygdaráð skal veljast. Er tað rætt at skunda hetta stórmál ígjøgnum? Eg spyrji bara.
Hvat fáa vit afturfyri at oyðileggja alt tað gamla? Tað skulu jú fleiri hús, neyst og ein partur av flakavirkinum takast niður, og harafturat má ein partur av bátahylinum eisini víkja. Og hvussu nógv kemur tað ikki at kosta? Her hugsi eg ikki bara peningaliga, hetta kemur jú eisini at bróta inn í virðir, sum fólk eru góð við, og sum ikki kunnu gerast upp í pengum.
Sambært Rambøll NYVIG (býarætlanarvirki), sum hevur gjørt kanning fyri kommununa, so er avgerðin hjá kommununi fullkomiliga ímóti niðurstøðuni hjá Rambøll, sum millum annað sigur:
Den nye vej er en ny hovedlandevej på Færøerne. Hovedlandevejen på Færøerne svarer til motorveje i Danmark og forbinder overordnede geografiske områder med hinanden. Det vil være utænkeligt at føre en motorvej gennem et byområde for slet ikke at tale om at tilslutte motorvejen på det mest centrale sted i en by.
At den gennemkørende trafik, som vel være størsteparten, inklusive den store andel af tung trafik vil blive ført direkte ind til og gennem byen. Gennemkørende trafik er simpelten det mest ødelæggende for et bymiljø, fordi den nettop ikke har noget ærinde i byen og kun opfatter den som en uønsket hindring på vejen. Hastigheden er høj og accelerationerne kraftigere med større uheldsrisiko til følge. (kelda www.leirik.fo)

Út frá hesum kann ein og hvør ímynda sær, at tað verður ein stór skandala fyri bygdina. Tí er tað ikki til at skilja, at bygdaráðið kann taka slíka avgerð, serstakliga tá ein hevur tað í huga, at tey hava biðið um at fingið hesa kanning gjørda. Og tá so saman um kemur, taka tey als ikki kanningina til eftirtektar. Hvussu ber tað til?
Leirvík er jú ein gomul útróðrarbygd. Men um nú hendan avgerðin, sum tey siga, er tikin, verður gjøgumførd, so verður Leirvík ein útróðrarbygd við ongum neystum og ongum bátahyli. Annars verður hetta sum heild ein ræðulig kollvelting fyri bygdina og bygdarmyndin hvørvur.
Tað, sum er mest óskiljandi, er, at einki hevur verið at hoyrt til hetta málið í longri tíð, hvørki í fjølmiðlum ella millum manna. Tí er tað upp á tíðina, at hetta álvarsmál kemur upp aftur at venda. Øll bygdarfólk: »Hugsið tykkum tí væl um til komandi val«.