Høvðusnavnið á Asfalt fríggjakvøldið vóru Side Effect og nógv fólk vóru komin saman til teirra konsert.
Side Effect eru millum teir populerastu livebólkarnar í Føroyum í dag og hetta kemur ikki av ongum. Brynjolfur, wunderkindið handan Marilyn Manson og Rob Zombie-líknandi ídnaðarmálmin, man nokk vera Føroya kulasti drongur.
Frá byrjan av vóru taktirnar óndar og feitar og fólki tysjaði saman frammanfyri pallinum. Alt gekk væl, inntil knappliga, í øðrum ella triðja sangi, tekniska útgerðin hjá Brynjolfi sløknaði. Brynjolfur hevur bulin av tónleikinum hjá Side Effect um hendi og nyttar bólkurin snøgt sagt einki uttan hann. Teir fingu lív í útgerðina aftur eftir eini løtu, men leingi hoyrdist tann parturin av tónleikinum bara á pallinum og ikki í stóra annlegginum úteftir. Á pallinum tóktust ikki at leggja hendan feilin til merkis og spældu bara víðari. Tá ið teir eftir eini løtu endiliga fingu Brynjolf í annleggið aftur, var so nógv luft farin úr ballónini, at konsertin ongantíð kom orduliga fyri seg. Tí endaði ein konsert, ið øll væntaðu skuldi vera av teimum bestu á øllum festivalinum, sum eitt stórt skuffilsi og eitt anti-klimaks av teimum heilt stóru. Eg kann sjálvandi einki siga um hvat og hvussu, men í fyrstu atløgu er mest náttúrligt at skylda uppá teknisku útgerðina hjá festivalinum, uppá annleggið og teir, ið høvdu tað um hendi. Sovorðið má ikki henda ? serliga ikki tá ið tónleikurin er so bundin at einum annleggið, ið riggar.
Arni Zachariassen










