Samgongan
? Útjaðarin í Føroyum verður meiri og meiri afturútsigldur. Og tað kunnu løgtingslimir úr útjaðaranum ikki bara sita tigandi og hyggja at.
Jógvan við Keldu, løgtingslimur úr Klaksvík, heldur, at tinglimir úr útjaðaranum mugu samstarva nógv meiri enn teir gera í dag.
Tí heldur hann at tað hevði verið rætt at endurstovna umstríddu útjaðarasamgonguna, sum var í Løgtinginum fyri nøkrum árum síðani.
Og hann heldur, at tað er so mikið umráðandi at hetta verður gjørt, at hann bara bíðar eftir røttu løtuni, sigur hann.
Hendan útjaðarasamgongan var ein óformlig samgonga sum gekk tvørtur um flokspolitiskt mark. Eitt slag av skuggasamgongu í Løgtinginum undir liðini á landsstýrissamgonguni.
Endamálið við hesi útjaðarasamgonguni var at fáa tingmenn úr útjaðaranum at samstarva meiri fyri at fáa meiri at henda úti um landið.
Men tað var nógv rok um hesi útjaðarasamgonguna tí summi hldu, at hetta var óloyalt ímóti landsstýrissamgonguni og tað endaði eisini við, at hon fór rættiliga skjótt fyri bakka aftur.
? Eg var ómetaliga harmur um, at hon fór fyri bakka og eg haldi eisini, at orsøkin til at hon fór aftur í ommu sína var dekan ov grunn, sigur løgtingsmaðurin úr Klaksvík.
Standa ógvuliga spjadd
Jógvan við Keldu staðfestur, at løgtingslimir úr Suðurstreymoy tosa nógv saman og samstarva nógv meiri enn fólk flest kanska geva sær far um, tá ið mál eru á skránni, sum kunnu gagna høvuðsstaðarøkinum.
Hinvegin standa tingmenn úr útjaðaranum ógvuliga spjaddir. Avleiðingin av tí er, at útjaðarin verður meiri og meiri afturútsigldur afturímóti høvuðsstaðarøkinum.
At tað ber til at gera nakað munagott fyri útjaðaran, ivast hann ikki í.
? Tórbjørn Jacobsen talaði Roma beint ímóti og legði Almanna- og heilsuskúlan í Suðuroy við einum pennastroki. Tað sama gjørdi Jørgen Niclasen við Skipasýnið.
Øll minnast tann levint og gang, sum tinglimir úr Suðurstreymoy hildu um hesar báðar avgerðirnar.
Hetta hendi bara tí at hesir báðir landsstýrismenninir av tilvild eru bygdarmenn. Fyri at fáa nakað veruligt á skafti fyri útjaðaran, er tað kortini neyðugt at fáa eitt meiri skipað samstarv ímillum tinglimir úr útjaðaranum.
?Men slíkt krevur nýhugsan. Men hava við einar 18-20 tinglimir úr útjaðaranum, sum seta okkum saman at finna felags loysnir fyri, hvussu vit kunnu byggja útjaðaran út, ivist eg ikki í, at nógv kann fáast á skafti, sigur Jógvan við Keldu
Hann heldur ikki, at eitt slít samstarv skal vera fromligt. Tað kemur meiri at byggja á álit ímillum teir ymsu tinglimirnar.
Hann ásannar, at hetta kann vera trupult tí tað ber heldur ikki til at gloyma, at nógvir tinglimir úr útjaðaranum eisini eru í sjálvari landsstýrissamgonguni.
Kortini heldur hann ikki, at hetta er at vera óloyalur ímóti landsstýrissamgonguni.
?Vit eru vald á ting at umboða ávís valdømi. Og tað eiga vit at gera, eins væl og tinglimir úr Suðurstreymoy umboða sítt valdømi - og tað gera teir nógv meiri samskipað enn nógv kanska gera sær far um, tí teir tosa nógv saman.
? Hóast vit eru limir í eini samgongu, ber tað ikki til lata seg niðurstemma at kalla í hvørjum einasta máli, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldu bíðar bara eftir røttu løtuni, so tekur hann stig til at endurstovna umstríddu útjaðarasamgonguna í Løgtinginum