- Tað er ein skandala, at Løgtingið hevur samtykt at geva einum ávísum privatum felag einkarrætt upp at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi í Løgtinginum í morgun.
Við 25 atkvøðum fyri og sjey ímóti, samtykti Løgtingið í morgum endaliga at hetta ávísa privata felagið kann fáa einkarrætt upp á at gera undirsjóvartunnilin.
Tó skal viðmerkjast, at kann felagið ikki veita trygd fyri fíggingini fyri 1. august í ár, fellur tilsøgnin burtur.
Tað var bara Høgni Hoydal, sum tók orðið og hann mælti staðiliga Løgtinginum frá at samtykkjua tað, tí tað brýtur við øll prinsipp um, at tað er tað almenna, sum skal standa fyri at byggja samferðsluna út, tí tað skulu ikki vera einstaklingar, sum skuldu vinna pening av tí.
Hann helt, at hetta er eindømi í allari verðini, tí sjálvt í Bretlandi, vildi Tatcher ikki einskilja jarnbreytina, hóast samferðslan á jarnbreytini var einskild.
- Hetta svarar til, at svenska stjørnin gav einum ávísum felag einkarrætt til eina samferðsluútbygging upp á 300-400 milliardir.
Hann heldur, at eitt er, at nú verður brotið við prinsippið um, at samferðslukervið skal vera alment.
Men tað heilt ófatiliga heldur hann vera, at tá ið samferðslan skal einskiljast, verður tað ikki so frægt sum bjóðað út, men givið einum ávísum, úrvaldum felagi.
Og Høgni Hoydal dugdi heldur ikki at skilja, hvussu javnaðarflokkurin kundi fáa seg til at taka undir við slíkum.
Men tað fekk hann onki svar upp á, tí ongin annar tók orðið.
Men her kann minnast á, at fyrr í ár helt Jóannes Eidesgaard, sum tá var formaður Javnaðarfloksins, at nú var høvi til at fáa hesa verkætlanina aftur á beint, sum hann málbar seg. Tað, hann sipaði til, var, at tað almenna skuldi gera undirsjóvartunnilin, tí samferðslan skal vera almenn og ikki á privatum hondum.