Hereftir kunnu handilsfólk, áhugafeløg, og onnur, sum ikki halda lógina, væntað at verða meldað til løgregluna.
Tað sigur brúkaraumboðið.
Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvørjar reglur eru galdandi, tá ið handlar og fyritøkur senda viðskiftafólki lýsingar, ella tilboð, við teldubrævi, við sms, ella øðrum elektroniskum brøvum.
Reglurnar vórðu broyttar í 2008, men higartil er brúkaraumboðið ikki farið víðari til løgregluna við nøkrum máli. Men tann mannagongdin verður nú broytt, staðfestir brúkaraumboðið.
MSum heild hava vinnurekandi bara loyvi at senda lýsingar og annað tilfar í elektroniskum posti, ella við sms, til fólk, sum frammanundan hava biðið um tað.
- Vinnurekandi hava ikki av sínum eintingum loyvi at senda lýsingar ella tilboð til ein úrvaldan bólk, har teldupostadressurnar, ella telefonnummur, eru funnin á onkrum almennum listum ella á meiri ella minni tilvildarligan hátt.
Tað er heldur ikki er loyvt at senda til onnur vinnurekandi ella almennar stovnar.
Hinvegin er tað loyvt, tá ið viðskiftafólk hava biðið um tað, ella hava játtað at fáa lýsingar, ella annað tilfar sendandi.
Lata viðskiftafólk sína teldupost adressu, tá ið tey keypa eina vøru ella tænastu, hava tey samstundis góðtikið, at handilin, ella fyritøkan, kann senda lýsingar og tilboð til ta adressuna.
Men talan kann bara vera um lýsingar, og tilboð um vørur av sama slagi, sum viðskiftafólkið keypti, tá fyritøkan fekk teldupost adressuna.
Men brúkaraumboðið leggur eisini dent á, at tað skal vera lætt og ómanaleyst hjá viðskiftafólki at avmeldað aftur, so at tey ikki longur fáa lýsingar, ella tilboð, sendandi.
Brúkaraumboðið sigur, at hetta er eisini galdandi fyri áhugafelag, sum ætla at selja okkurt.
Áhugafeløg kunnu senda kunnandi brøv til sínar limir ella til aðrar bólkar, men ætla tey at selja eitthvørt, ella bjóða serlig tilboð, krevst, at móttakarin hevur játtað fáa slíkt tilfar sendandi.