- Útróðrarmaðurin, Elfinn Vang, í Kaldbak, elskar at rógva út. Tað hevur hann eisini gjørt síðstu stívliga 20 árini, burtursæð frá onkrum túri til skips av og á. Tíðliga í morgun lá hann á Toftum og skuldi landa tey umleið 1400 pundini av toski og hýsu, sum hann hevði fingið í nátt.
Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini fyri tveimum døgum síðan. Lagt verður aftrat, at tann, sum hyggur inn á dekkið á 28 fót stóra útróðrarbátinum “Kópasker" hjá Elfinni Vang sær skjótt, at báturin er ikki riggaður sum aðrir bátar.
- Á dekkinum standa stokkar við línu, og tí eru hvørki stampar ella línurenna at síggja í bátinum.
Føroyska Sjómansmissiónin veit at siga, at Elfinn Vang í fleiri ár hevur hugsað um, hvussu hann kann rógva út við línu, uttan at vera bundin av egning, stampum og egningarskúri. Hann hevur línuna stokkaða upp á dekkinum og setur gjøgnum eina trakt við skornum agni í.
- Tá hann dregur, fer línan sjálv upp á stokkarnar, og tí kann hann vera einsamallur um alt arbeiðið. Hann má tó knýta buktirnar upp, har húkarnir mangla, og so brúkar hann umleið ein til tveir tímar at gera línuna klára aftur. So kann hann seta aftur beinan vegin, um hann vil tað og hevur agn umborð.
Elfinn Vang eigur sjálvur hugskotið til línuskipanina, sum hann brúkar, og skipanin er ment í samstarvi við Oilwind í Miðvági. Útróðrarmaðurin hevur eisini fingið stuðul frá Fiskivinnuroyndum til at menna skipanina, sum riggar væl nú.
- Nú er tað lættari, einfaldari og haraftrat fríari at rógva út. Línan er umborð og er klár at seta, og so er bara hjá mær at skera agnið og hava tað klárt. Eg havi 3000 húkar undir, og er tað á leið átta stampar, sum eg seti í tveimum, sigur Elfinn Vang við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.