ríkisveitingin verður 641, 8 milliónir øll árini. Seinastu árini hevur ríkisveitingin verið prístalsviðgjørt, men hendan samgongan hevur avtalað við donsku stjórnina, at hann skuldi frystast, so at hann [...] næstu árini, sigur landsstýriskvinnan Hon sigur, at í nýggju avtaluni við donsku stjórnina, hevur landsstýrið hevur eisini tryggjað sær, at tað skal bera til at minka veitingina enn meira í avtalutíðarskeiðnum [...] til Føroyar, minkar alsamt. Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógv føroyingar skulu taka ímóti av danskari ríkisveiting
Soleiðis skrivar Ingolf Olsen, nú hann missir tingsessin, sum hann hevur havt sum varamaður fyri Magna Arge í eitt gott ár. Tjóðveldi hevur tann politikki, at fólkatingsessurin skal røkjast burturav. Tað [...] í eina tíð í øllum førum, so verður ikki pláss til Ingolf Olsen, so leingi Magni Arge hevur farloyvi. – Hetta hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð saman við góðum fólki. Eg hevði ein lítlan dreym [...] men hann ætlar ikki at fylgja floksins støðu og leggja borgarstjórasessin frá sær. Tí Tjóðveldi hevur einki við borgarstjórasessin at gera, sigur hann. Men av tí at Tórbjørn Jacobsen ikki situr á tingi
Samgongan á Vaglinum hevur ikki megnað at útvega Tórshavnar Musikkskúla nýggj og tíðarhóskandi høli í hesum valskeiðnum. Ivasamt er, um nøkur slík avgerð verður tikin fyri býráðsvalið 8. november. Fyr [...] spildurnýggjum skúla úti við Landavegin er liðug, verður arbeiðið framvegis ikki boðið út. Skúlin hevur verið á rundferð í býnum meginpartin av hesum fýra ára skeiðnum. Fyrst skuldi hann ikki grynna í Sortudíki [...] gjørdi hann eitt rend oman á Skálatrøð, men varð skjótt dragsaður niðan aftur á Landavegin. Í ár hevur Musikkskúlin loksins fingið tær støddir og víddir, sum eitt tílíkt hús skal hava, men nú avgerandi
rnar. - Tað ger, at manningin á Ternuni hevur manga følt seg rættiliga ótrygga, tá ið siglt hevur verið í nógvum mjørka og ringum sýni. Hann sigur, at tað hevur eisini órógva siglingina viðhvørt, tí manningin [...] støður, sum hava loypt hvøkk á teir, sigur rakstrarleiðarin. Men nú er tann tíðin farin. - Ternan hevur nú fingið eitt varmasøkjandi myndatól, eitt Fleet camera, sum ger tað munandi lættari at síggja tað [...] so er ein fuglur, ella tað er fólk, ella okkurt annað. Myndin kann koplast í radaran, so manningin hevur bæði radaramyndina og myndina frá myndatólinum at halda seg til. - Tær fyrstu royndirnar hava verið
Gestalon. Men eisini við bert tveimum íbúðum sigur sjúkrahússtjórin, at sjáldsamt hevur verið, at ein barnakona ikki hevur fingið íbúð. Tað er tó ikki kenslan, sum barnakonur úr Suðuroynni, Sandoynni og [...] eiga. Viðtaluljósmóðurin bíleggur tær kamar/íbúð í Gestalonini." Bjarma Lisberg hevur sjálv kent tað strævið, at hon ikki hevur fingið svar frá myndugleikunum um, hvussu hon skal fyrihalda seg og um tað ber [...] bendir á, at størsti trupulleikin liggur í samskiftinum millum barnakonurnar og skipanina. In.fo hevur fingið hendur á einum skjali, har mannagongdin fyri barnakonur í Suðuroynni er lýst. Har stendur púra
síðani yvirgangin, er Sólfinn Hansen við gott mót. Tað hevur fylt ótrúliga nógv, tí fólk hava verið forvitin eftir at vita, hvussu Sólfinn hevur tað og hvat veruliga hendi. Men tí seinna spurninginum fær [...] Heima hjá Sólfinni og familjuni, hevur hendingin sjálvsagt sett síni spor. Men til ber at siga, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tí Hansen familjan hevur síðani lært meira um takksemi [...] Hansen. Kona og dóttur hansara hava verið og ferðast síðani álopið í Brússel, men Sólfinn sjálvur hevur enn ikki verið úr Føroyum. Men tað skal hann nú. - Í heystfrítíðini fari eg til Budapest at ferðast
nýútbúnum lærarum. Tey 26 hava í miðal sent fleiri enn átta umsóknir hvør, meðan hon, ið hevur sent flest, hevur sent 26 umsóknir. Eisini er eyðsæð, at lærararnir eru sinnaðir at koyra langt til arbeiðis [...] - Eingin av nýútbúnu lærarunum hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. 13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er eitt skúlaár, meðan 4 hava fingið starv í styttri tíð, heilt niður í ein mánað. Síðan [...] starv. So skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum. Lærarafelagið hevur sent spurnarbløð til øll 26, ið fingu læraraprógv á Námsvísindadeildini í summar. Og boðskapurin er
Rasmussen, formaður í grunninum, ið stendur fyri verkætlanini, sigur, at hann hevur tilsøgn frá A.P.Møller grunninum, sum hevur verið við til at fíggja ætlanina, um at tey eru sinnað at játta upp til tríggjar [...] Býráð hava greiði á, hvørjar heimildir, býráðið hevur í hesum sambandi. Tá ið tað svarið er komið, verður spurningurin tikin upp aftur í býráðnum. Annars hevur stjórastarvið í Salt eisini verið ein spurningur [...] nógv, sum manglar í, men at tað verður at bíða til fíggingin er avgreidd. Hann sigur, at arbeitt hevur verið í smáum, men at tey fara ikki í holt við nakað nýtt, fyrrenn fíggingin er avgreidd og sostatt
í Jútlandi hevur sosiala nevnd hjá Tórshavnar kommunu fingið nærri innlit í, hvussu danskar kommunur hava skipað barnatannrøktina og bygt nýggjar barnatannlæknaklinikkir. Sosiala nevnd hevur eisini fingið [...] við bygging av eldraíbúðum. Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd, sigur í skrivi, at nevndin hevur vitjað fýra kommunur ? Aalborg, Frederikshavn, Viborg og Billund. - Ferðin er liður í arbeiðnum hjá [...] at avbjóðingin hjá Tórshavnar kommunu er tó ikki bert at byggja nýggja tannlæknastovu. Higartil hevur kommunan havt avtalu við Bergtóru Hanusardóttir um ortodontiviðgerðirnar, men hesar skulu nú skipast
í vikuni og sipaði til, at fótbóltsfelagið EB/Streymur ikki hevur goldið sínum spælarum løn í ár. – Hatta passar ikki. Dimmalætting hevur fingið nógv burtur úr ongum, sigur Rólant Højsted, formaður í [...] summir spælarar ikki hava fingið alt útgoldið, tí felagið hevur lítla og onga inntøku hesa tíðina. – Men tað er ikki óvanligt, og soleiðis hevur eisini verið undanfarnu árini. Millum annað fáa vit pengarnar [...] Norðlýsinum, at hann ikki ordiliga skilir, hvussu Rólant Højsted nú skal siga seg avsanna nakað, sum hevur staðið í Dimmalætting, tí tvørturímóti váttar hann tað, blaðið skrivaði: – Vit royndu fleiri ferðir