- Eingin av nýútbúnu lærarunum hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. 13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er eitt skúlaár, meðan 4 hava fingið starv í styttri tíð, heilt niður í ein mánað. Síðan eru 8, sum ikki hava fingið starv. Her skal tó viðmerkjast, at tvey av teimum, sum ikki hava fingið starv, av ymiskum orsøkum ikki hava søkt um starv. So skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum.
Lærarafelagið hevur sent spurnarbløð til øll 26, ið fingu læraraprógv á Námsvísindadeildini í summar. Og boðskapurin er greiður. Útlitini at fáa fast starv eru smá hjá nýútbúnum lærarum.
Tey 26 hava í miðal sent fleiri enn átta umsóknir hvør, meðan hon, ið hevur sent flest, hevur sent 26 umsóknir. Eisini er eyðsæð, at lærararnir eru sinnaðir at koyra langt til arbeiðis. Í miðal koyra teir seks lærararnir, sum ikki starvast í heimakommununi, 78 kilometrar aftur og fram, hvønn dag.
- At helvtin av nýútbúnu lærarunum hava fingið starv, væl at merkja tíðaravmarkað starv, er á ongan hátt nøktandi. Eftir fýra ára lestur standa lærararnir eftir við ótryggum ella slett ongum starvi. Og tað eru eingi útlit fyri, at støðan fer at batna. Barnatalið í fólkaskúlanum minkar áhaldandi, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta tær væl útbúnu lærarakreftirnar, sum eru, skrivar Herálvur Jacobsen.
Herálvur Jacobsen nevnir millum annað, at Lærarafelagið hevur skotið upp, at Námsvísindadeildin okkurt árið kanska leggur størri dent á eftirútbúgving av lærarum enn at útbúgva nýggjar lærarar, tí næsta summar hava hesi 26 fingið eini 25, 30 nýggjar lærarar at kappast við.
Hann heldur tí, at okkurt má gerast.
- Í hvussu er er tað ein vanlagna at standa við einum prógvi, men ongum arbeiði. Og í hvussu er var tað ikki við tí fyri eyga, at hesi fóru undir læraraútbúgvingina, skrivar Herálvur Jacobsen.