Barnakonur: Ljósmóðurin eigur at orna alt

Eftir øllum at døma eru tað ljósmøðurnar í Suðuroynni, sum eiga at kunna og hjálpa barnakonum, sum skulu til Havnar at eiga.

Fyrr í dag skrivaði in.fo eina grein um Bjarmu Lisberg í Hvalba, sum fríggjadagin skal til Havnar at eiga, men sum ikki fær eina íbúð at búgva í. Bjarma og maður hennara kenna seg slept á fjall og í einari neyðstøðu, tí báðar døtur teirra mugu antin koma við í tríggjar vikur at búgva í kamarið ella mugu tær ansast, meðan foreldrini fara burtur frá í upp til tríggjar vikur. Og síðani in.fo skrivaði greinina hava eisini aðrar familjur vent sær til Miðlahúsið við somu upplivingunum. 

 

Men sambært sjúkrahússtjóranum í Havn, Johnny í Grótinum, eru umstøðurnar hjá barnakonum av bygd ikki so ringar, tí frá næstu viku vera fýra íbúðir í Gestalon. Men eisini við bert tveimum íbúðum sigur sjúkrahússtjórin, at sjáldsamt hevur verið, at ein barnakona ikki hevur fingið íbúð. 

 

Tað er tó ikki kenslan, sum barnakonur úr Suðuroynni, Sandoynni og øðrum oyggjum við sita við. Men nakað bendir á, at størsti trupulleikin liggur í samskiftinum millum barnakonurnar og skipanina. 

 

In.fo hevur fingið hendur á einum skjali, har mannagongdin fyri barnakonur í Suðuroynni er lýst. Har stendur púra greitt, at ljósmøðurnar skulu taka hond um alt tað praktiska, sum tað viðførir, at kvinnurnar skulu til Havnar at eiga. 

 

Har stendur "Eina viku áðrenn tú ert sett at eiga, verður mælt til, at tú fert norður til Havnar at vera. Tú fært tilboð at búgva í Gestalonini, meðan tú bíðar eftir at eiga. Viðtaluljósmóðurin bíleggur tær kamar/íbúð í Gestalonini."

Bjarma Lisberg hevur sjálv kent tað strævið, at hon ikki hevur fingið svar frá myndugleikunum um, hvussu hon skal fyrihalda seg og um tað ber til hjá henni at fáa betri umstøður. Men eftir skjalinum frá Suðuroyar Sjúkrahúsið at døma, eru mannagongdirnar greiðar á økinum, um enn tað ikki tykist so í praksis.