Viðhvørt hava vit verið øgiliga ótrygg

Nú verður nógv tryggari at sigla á Havnarvág, - eisini hjá smábátum

Tað er ikki altíð, at manningin á strandfaraskipinum, Ternuni, er heilt álvulig við, tá ið siglit verður inn og út av Havnini í sambandi við rutusiglingina til Nólsoyar.

 

Tað ásannar Jóan Petur Abrahamsen, raktrarleiðari hjá Strandferðsluni.

 

Hann staðfestir, at tað er rættiliga nógvir bátar á Havnarvág, serliga ta tíðina, kappróðrarbátarnir eru flotaðir. Og hann staðfestir eisini, at tað er ikki altíð, at hesir bátarnir halda siglingarreglurnar.

 

- Tað ger, at manningin á Ternuni hevur manga følt seg rættiliga ótrygga, tá ið siglt hevur verið í nógvum mjørka og ringum sýni.

 

Hann sigur, at tað hevur eisini órógva siglingina viðhvørt, tí manningin á brúnni er serstakliga varin, og hveppir seg við at sigla við vanligari ferð, tí tey hava ikki nóg góðar myndir av, hvat er frammanfyri.

 

Tað hava eisini verið støður, sum hava loypt hvøkk á teir, sigur rakstrarleiðarin.

 

Men nú er tann tíðin farin.

- Ternan hevur nú fingið eitt varmasøkjandi myndatól, eitt Fleet camera, sum ger tað munandi lættari at síggja tað, sum fyri er.

 

Ternan er fyrsta skipið hjá Strandferðsluni, sum fær hesa útgerðina. Og hetta er eitt myndatól, sum sær alt, sum gevur varma frá sær, antin tað so er ein fuglur, ella tað er fólk, ella okkurt annað.

 

Myndin kann koplast í radaran, so manningin hevur bæði radaramyndina og myndina frá myndatólinum at halda seg til.

 

- Tær fyrstu royndirnar hava verið avbera góðar, tí teir síggja alt, ið fyri er. Ein hjávinningur er eisini, at myndatólið sær eisini innsiglingina í Havn og í Nólsoy, og eisini tað økir um tryggleikan, tá ið sýnið er ringt.

 

- Í roynd og veru veitir hetta myndatólið betri trygd enn radararnir gera, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Hann sigur, tað er á Havnarvág, at nógv teir flestu bátarnir eru, og at manningin á Strandferðsluni metir ikki, at hetta er ein trupulleiki aðrastaðni í landinum.