Salt: Bíða enn eftir pengum

Arbeiðið er lagt stilt og verður ikki tikið upp aftur fyrrenn tað er greitt, hvussu rokningarnar verða goldnar

Enn er óvist, hvussu tað fer at eydnast at gera mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, liðugt.

 

Tað manglar ikki nógv í, men nú eru eisini pengarnir uppi. Samstundis er arbeiðið meststum lagt stilt, og verður ikki tikið uppftur, fyrrenn tað er greitt, hvussu verður við fíggingini.

 

ÓLavur Rasmussen, formaður í grunninum, ið stendur fyri verkætlanini, sigur, at hann hevur tilsøgn frá A.P.Møller grunninum, sum hevur verið við til at fíggja ætlanina, um at tey eru sinnað at játta upp til tríggjar milliónir krónur afturat til verkætlanina.

 

Men treytin er, at saltgrunnurin sjálvur útvegar líka stóra upphædd, sum grunnurin letur.

 

- Grundreglan er at tað skal vera króna fyri króna, sigur hann.

Og tað er hesin spurningurin, ið nú verður arbeitt við.

 

Eitt, sum liggur í kortunum, er, at Tvøroyrar Býráð skal játta føroyska partin. Tað skuldi býráðið gera á einum fundi herfyri, men málið varð, útsett, tí bíðað verður eftir einum svari úr Fíggjarmálaráðnum upp á nakrar spurningar.

 

Eitt nú vil Tvøroyrar Býráð hava greiði á, hvørjar heimildir, býráðið hevur í hesum sambandi.

 

Tá ið tað svarið er komið, verður spurningurin tikin upp aftur í býráðnum.

Annars hevur stjórastarvið í Salt eisini verið ein spurningur. Ólavur Rasmussen sigur, at í síðsta lagi í januar í ár fer at verða søkt eftir stjóra fyri Salt, men treytin er sjálvsagt, at øll hini viðurskiftini eisini eru greið.

 

Høgni Lauritsen, stjóri á TG-Verk, sum ger ein stóran part av arbeiðnum, sigur, at tað er ikki nógv, sum manglar í, men at tað verður at bíða til fíggingin er avgreidd.

 

Hann sigur, at arbeitt hevur verið í smáum, men at tey fara ikki í holt við nakað nýtt, fyrrenn fíggingin er avgreidd og sostatt verður mentanarhúsið ikki gjørt liðugt fyrrenn spurningurin um fíggingina er avgreiddur.