– Fullveldi er ikki ein nationaromantiskur dreymur, men ein beinhørð og ófrávíkilig realpolitisk kós, sigur Ingolf S. Olsen, sum um góða viku má víkja av tingi.
– So var hesin kapittulin liðugur. Eitt ár á tingi er av, sessurin var bert til láns, og nú er hann afturborin.
Soleiðis skrivar Ingolf Olsen, nú hann missir tingsessin, sum hann hevur havt sum varamaður fyri Magna Arge í eitt gott ár.
Tjóðveldi hevur tann politikki, at fólkatingsessurin skal røkjast burturav. Tað merkir, at álitisfólk floksins ikki skulu hava annað politiskt starv við síðuna av fólkatingsesssinum.
Tórbjørn Jacobsen tekur nú sæti á fólkatingi, men hann ætlar ikki at fylgja floksins støðu og leggja borgarstjórasessin frá sær. Tí Tjóðveldi hevur einki við borgarstjórasessin at gera, sigur hann. Men av tí at Tórbjørn Jacobsen ikki situr á tingi – og tí at Magni Arge aftur tekur sæti á tingi í eina tíð í øllum førum, so verður ikki pláss til Ingolf Olsen, so leingi Magni Arge hevur farloyvi.
– Hetta hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð saman við góðum fólki. Eg hevði ein lítlan dreym um at sleppa at vera við í arbeiðnum at nýskipa okkara fiskivinnu, men eg eri vísur í, at hesum fara onnur góð fólk at taka sær væl og virðiliga av, skrivar Ingolf Olsen.
Hann vísir á, at seinastu tíðina hava summi við støði í bókini hjá Sjúrði Skaale, »2000 – tá Frøoyar skuldu loysa«, proklamerað fullveldisstríðið deytt at vera.
– Eg skal heilsa og siga, at tað livur í besta blóma í Tjóðveldi – eg komi júst haðani, so eg skuldi vita tað :)
– Og tað livir ikki bert sum ein nasjonalromantiskur dreymur, men sum ein beinhørð og ófrávíkilig realpolitisk kós, verið øll vís í tí, sigur maðurin, sum nú í eina tíð fer úr politisku skipanini.