Barnatannlæknastova raðfestast høgt

Á ferð í Jútlandi hevur sosiala nevnd hjá Tórshavnar kommunu fingið nærri innlit í, hvussu danskar kommunur hava skipað barnatannrøktina og bygt nýggjar barnatannlæknaklinikkir. Sosiala nevnd hevur eisini fingið neyva kunning um, hvussu kommunur í Danmark hava skipað eldrarøktina, eitt nú í samband við bygging av eldraíbúðum.

Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd, sigur í skrivi, at nevndin hevur vitjað fýra kommunur ? Aalborg, Frederikshavn, Viborg og Billund.

- Ferðin er liður í arbeiðnum hjá nevndini at fyrireika ætlan um at byggja nýggja tannlæknastovu til barnatannrøktina, sum eisini skal fevna um ortodontiina.

Hon sigur, at tað eisini liggur í kortunum, at føroysku kommunurnar skulu yvirtaka alla ábyrgd av eldrarøktini.

- Eftir at hava vitjað fýra ymiskar barnatannlæknaklinikkir í Aalborg og Frederikshavn, er eyðsýnt, at hølis-og virkisumstøðurnar hjá okkara egnu barnatannlæknastovu eru alt ov trongar og ótíðarhóskandi.

Halla Samuelsen heldur, at tað er bert tí, at vit hava so dugnalig starvsfólk á stovninum, at til ber at halda virkseminum á sama stigi sum í donskum kommunum.

Forkvinnan í sosialu nevnd vísir á, at avbjóðingin hjá Tórshavnar kommunu er tó ikki bert at byggja nýggja tannlæknastovu. Higartil hevur kommunan havt avtalu við Bergtóru Hanusardóttir um ortodontiviðgerðirnar, men hesar skulu nú skipast beinleiðis undir Barnatannlæknastovuni.

- Nevndin fekk tí eisini kunning um, hvussu donsku barnatannlæknaklinikkirnar eru skipaðar, og hvussu klinikkirnar eru uppbygdar í mun til arbeiðsgongdir, sigur hon í skrivi, sum hon hevur sent Portalinum.

Á ferðini í Danmark luttóku eisini Sigrid Arge, leiðari á Barnatannlæknastovuni, Unn Jacobsen, tannlækni og Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni í ortodonti.

Sosiala nevnd hjá Tórshavnar kommunu var umboðað av Hallu Samuelsen, forkvinnu, Marin Katrinu Frýdal og Vagni Johannesen. Saman við nevndini luttóku eisini Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og Unnie Justinussen, ráðgevi.