Tann 22. mars 2016. Ein dagur, sum Sólfinn Hansen helst ongantíð gloymir. Tá var hann skeiva stað til skeivu tíð. Ein metro í Brússel varð rakt av yvirgangi og tá bumban brast var Sólfinn Hansen beint við. Hann fekk skaða í høvdið og var uttan vit inntil hann vaknaði aftur á sjúkrahúsi.
Nú áleið eitt hálvt ár er farið síðani yvirgangin, er Sólfinn Hansen við gott mót. Tað hevur fylt ótrúliga nógv, tí fólk hava verið forvitin eftir at vita, hvussu Sólfinn hevur tað og hvat veruliga hendi. Men tí seinna spurninginum fær Sólfinn framvegis ikki svarað.
Hann minnist einki frá bumbuálopinum, og tá Sosialurin tosaði við hann fyri hálvum ári síðani, tá stúrdi hann fyri, at minnini fóru at koma aftur.
- Tað eru tey tíbetur ikki, sigur Sólfinn Hansen í dag og leggur aftrat.
- Eg stúrdi fyri, at eg skuldi fara at droyma um løtuna, tá ið bumban brast. Men enn er einki komið aftur, staðfestir hann.
Heima hjá Sólfinni og familjuni, hevur hendingin sjálvsagt sett síni spor. Men til ber at siga, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tí Hansen familjan hevur síðani lært meira um takksemi í tí dagliga.
- Eg kundi verið deyður. Men eg yvirlivdi og fari at njóta hvørja løtu til fulnar, sigur Sólfinn Hansen.
Kona og dóttur hansara hava verið og ferðast síðani álopið í Brússel, men Sólfinn sjálvur hevur enn ikki verið úr Føroyum. Men tað skal hann nú.
- Í heystfrítíðini fari eg til Budapest at ferðast, sigur hann.
Spurdur um óttin fyri yvirgangi plágar hann, nú hann skjótt skal avstað aftur við kuffertinum er hann ivasamur.
- Ja, tað hugsi eg sjálvandi um. Men oddsini fyri, at eg skal verða raktur av yvirgangi tvær ferðir, er ótrúliga lítil, sigur Sólfinn Hansen.