Jú hettar sóu føroyingar - og so øll at seyma klæðir. Tað bleiv seymað klæðir í næstan hvørjum kjallara í Klaksvík og í Havn. Úrslitið? Ongin kundi klára seg - og alt fór á heysin. Síggja føroyingar at [...] rópa nú varskó. Vit eru á veg aftur í 80-ini. Men hvar eru fíggjarstovnarnir í hesum spæli? - Eiga teir ikki at síggja skriftina á vegginum - og ikki bara hugsa um dagin í dag? Tí virksemi skal jú fíggjast [...] ein fornuftig íløga. Og tað má jú ikki henda í Føroyum. Soleiðis kundi tú hildið áfram - men eg gevist nú. Ein spurning afturat. Hví setir Ferðaráð Føroya ikki í sín faldara, at her býr verðins býttasta fólk
Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir aftur [...] fer fyri tað mesta fram í íslendskum sjógvi, men nú sildin tykist at hava tikið gamla ferðingarmynstrið upp aftur, royna teir eisini í føroyskum sjógvi. Eisini fylgja teir sildini í norskan sjógv, og teir [...] roynt nokk so fitt í Loynikrókinum. Men Gunnar sigur, at tað hevur ikki órógvað viðurskiftini við norðmenn, tí teir leggja ikki so nógv lag í, um sild verður fiskað har. Alt verður landað í Íslandi, tí báturin
tá ráðstevnan var í Føroyum í 2004 setti løgtingið 60.000,- kr. av til ráðstevnuna, fundir, mat, útferðir og líknandi. Tá vóru eisini boðin fólk við, sum arbeiða við javnstøðu í Føroyum, eitt nú umboð fyri [...] ikki kunnu sendast til ráðstevnuna, sum verður í Íslandi í 2008, sigur Súsanna Danielsen, sum heldur tað vera upplagt, at Kári á Rógvu tekur málið upp í sambandi við fyrireikingarnar til komandi fíggjalóg [...] Rógvu, formann í Javnstøðunevndini, og hon nevnir upp til fleiri grundgevingar fyri, hví løgtingsumsitingin bert valdi at rinda fyri parlamentarikarar og ikki fyri hini, sum eisini vera nevnd í tilráðingini
g, sum ger, at tað gongur væl, tí tað gongur væl í øllum samfelagnum. Hann vísti á, at í Danmark skal ein kommuna verða 0,5% av fólkinum, men í Føroyum skal hon verða átta ferðir so stór. Tá ið danir tosa [...] ræður, verður ongin kommunal útjavning. Hinvegin nevndi hann, at tað leypir í eyguni, at í inntøkum liggja allar kommunur í Suðuroy undir miðal. Og so, hvørt, kommunur norðaneftir nærkast, verður longri [...] men í Føroyum hava vit hug at gloyma, at vit eru bara 48.000 fólk. Men tað skuldi helst ikki verið umsitingin, sum ber landið víðari, tað skuldi helst verið politikararnir. - At býta landið sundur í sjey
feløgini, sum gjørdu kanningar í Føroyum undan 1. útbjóðingini í 2000. -Fyri okkum var tað avgjørt eitt positivt upplivilsi at hitta umboð fyri fleiri oljufeløg sigur Sigurð í Jákupsstovu og vísir aftur, [...] Jarðfeingi í eina "coma"støðu. -Tað er okkara uppgáva at royna at selja føroysku undirgrundina og í hesum førinum vístu vit útlendsku oljufeløgunum á tey øki, sum kunnu væntast at vera við í komandi útbjóðing [...] oljuleiting og útbjóðing av nýggjum leitiøkjum. Og tað er ein væl nøgdur stjóri í Jarðfeingi, sum úttalar seg um tiltakið. Sigurð í Jákupsstovu sigur við Sosialin, at føroyskir oljumyndugleikar hava oftani verið
sýnisgluggi inn í tónleikaframtíðina. Niels er heldur ikki í iva Hetta er uttan iva tann mest týdningarmikla konsertin, sum vit hava spælt . Fyrsta fløgan hjá bólkinum 200% seldi sera væl í Íslandi, men hóast [...] hóast Viva la Republica fæst í tveimum av teimum trimum stóru fløguhandlunum í Reykjavík, so er lítið og einki gjørt fyri at selja hana. Men nú skal vend koma í. Bólkurin ætlar sær at royna, at fáa eitt [...] sera væl í Føroyum, og hevur nógv breiðari popgóðsku enn tann fyrra, og tí átti hetta at verið møguligt. Høvdu bíðað eftir 200 Bæði Niels og Jónas vóru ovfarnir, av at 200 ikki kundi ganga á gøtuni í Reykjavík
ymisk sum árstíðirnar. Í hesum døgum er tann árliga Várframsýningin, sum felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri í Listaskálanum. 12 av teimum etableraðu listarfólkunum í Føroyum boykotta tó hesa framsýning [...] vit fara í øllum førum at hava eina árliga framsýning saman. Staðfesta skilnaðin Seinastu mánaðirnar hevur stríð verið millum tveir bólkar av føroyskum listarfólkum. Stríðið er komið til sjóndar í nevndarvalum [...] stríðið eisini komin inn í framsýningarhølini, tí tey 12 listarfólkini eru ikki við á árligu Várframsýningini, sum higartil hevur verið ein tann besta og fremsta framsýningin í føroyskari list. ? Vit hava
mest vinnandi í Føroyum. Annars er vert at leggja afturat, at Eivy Olsen, sum byrjaði umborð á Jarnbardi í 1996 saman við Jannie, hevur vunnið 48 stevnusigrar, tí hon var ikki við á bátinum í 1998, tá tær [...] , og bæði í 1992 og í 1993 endurtóku tær bragdið. Uttan endiliga at vita tað løgdu kvinnurnar, sum tá róðu við Jarnbardi, lunnar undir eina fantastiska tíð hjá einum av mest vinnandi bátum í landinum. [...] tey trý meistaraheitini, sum komu í hús fyrst í 90-árunum, men árið 1996 gjørdist tó byrjanin til enn eitt gott tíðarskeið hjá Jarnbardi. Hetta árið blivu tær nummar tvey í FM-kappingini aftan fyri Hvessing
samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi í Løgtinginum tann 28. sep. Við tað, at allir flokkar vóru so samdir í at góðtaka uppskotið, eri eg ræddur fyri, at tað ongantíð verður sett í gildi! Jacob Vestergaard tyktist [...] grundleggjandi vitan til tað lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum. Teir ymisku flokkarnir søgdu mong vøkur orð og høvdu stórar ætlanir um at kanna margfeldi í jørðini, luftini og so framvegis; men eingin tyktist [...] r. Hópurin Phthiraptera er bert ein dropi í havinum av øllum tí lívi, sum enn ikki er skrásett her á landi, og tí er ætlanin um bert at seta 2 lívfrøðingar í starv til at kanna alt tað lívfrøðiliga margfeldi
og pening, fløgusáttmála og sangferð kring Danmark í summar. Tarek er á odda og honum á baki kemur Guðrun, sum fegnast um góðu undirtøkuna í Føroyum og í Danmark. Fløgan við øllum vinnarunum frá undanumførunum [...] verða Promise Me, sigur Guðrun í telefon úr Keypmannahavn. Frítiðarparadís og klæði Um vikuskiftið hava finaluluttakararnir verið í frítíðarsentrið hjá Dansk Folkeferie í Karrebæksminde. Har hava tey tikið [...] hevur verið gitt, men nú er endaliga greitt, at tað verður lagið Promise Me, sum Guðrun syngur í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. Hetta gleðir óivað mong, tí Guðrun er óføra væl dámd við