Sambært almenna festival tíðindablaðnum á Iceland Airwaves var konsertin hjá 200 á Grand Rock í Reykjavík fantastisk, tíðindablaðið skrivar millum annað The crowd went absolutely apeshit beinleiðis umsett, so fóru fólka fullkomiliga apulort, hetta merkir at áskoðarafjøldin gekk fullkomiliga amokk.
Fyrstu føroyingar á Airwaves
Sum tann fyrsti føroyski bólkurin nakrantíð á Iceland Airwaves, spældu 200 á rokkpallinum á festivalinum, og fóru á pall um eitt tíðina sunnunáttina. Grand Rock var á tremur við fólki. M.a. tí festival tíðindablaðið, hevði sama dag viðmælt 200, og valt teirra konsert út sum eina av sjey konsertum á festivalinum, ið var alneyðug at síggja.
Nógvir fjølmiðlar
Jónas Bloch Danielsen, gjørdi ljóð hjá 200, og hann sigur frá, at har var ein stórur riðil av myndamonnum og fjølmiðlafólki alla konsertina hjá 200. Nógv fólk stóð við blokkum og tók notatir, so har vera nokk meira enn hetta eina ummælið sigur royndi føroyski ljóðmaðurin.
Niels Arge Galán sangari í 200, var ein glaður maður, tá vit fingu orð á hann mánamorgunin. Hann segði, at hann var ovfarin av hvussu væl teir vóru móttiknir. Tað var løgið at koma á pallin, og seta útgerðina upp, meðan myndamenn stóðu og tóku myndir. Fólk var eisini ræðuliga við uppá tað fortelur Niels. Hann heldur eisini sjálvur, at konsertin gekk væl.
Týdningarmiklasta konsert nakrantíð
Eingin ivi er um, at hetta er gott fyri føroyskan tónleik, tí Airwaves er ikki bert tann mest týdningarmikli íslendski tónleikafestivalurin, men eisini ein sýnisgluggi úteftir. Sera nógv útlendsk tíðindafólk, og talentskótar á Airwaves, ið hevur fingið navn fyri at vera ein sýnisgluggi inn í tónleikaframtíðina.
Niels er heldur ikki í iva Hetta er uttan iva tann mest týdningarmikla konsertin, sum vit hava spælt. Fyrsta fløgan hjá bólkinum 200% seldi sera væl í Íslandi, men hóast Viva la Republica fæst í tveimum av teimum trimum stóru fløguhandlunum í Reykjavík, so er lítið og einki gjørt fyri at selja hana. Men nú skal vend koma í. Bólkurin ætlar sær at royna, at fáa eitt íslendskt felag at geva hana út á íslendska marknaðin. Fløgan hevur selt sera væl í Føroyum, og hevur nógv breiðari popgóðsku enn tann fyrra, og tí átti hetta at verið møguligt.
Høvdu bíðað eftir 200
Bæði Niels og Jónas vóru ovfarnir, av at 200 ikki kundi ganga á gøtuni í Reykjavík, uttan at fólk kendu teir aftur og komu at práta við teir. Jónas sigur: Eg visti slettis ikki, at teir vóru so kendir.. Nógv fólk mintust teir aftur frá seinastu konsertferð í Íslandi, sum var tá 200% varð útgivin. Fólk søgdu, at tey høvdu bíðað eftir, at 200 kom aftur, og allastaðni bólkurin kom, vistu fólk at 200, tað var punkbólkurin úr Føroyum.
Umframt Airwaves spældu 200 tríggjar aðrar konsertir vikuskiftið fyri, tá hitaðu teir upp fyri stóra íslendska poppnavnið Trabant, á best umtókta spælistaðnum í Reykjavík Nasa, spældu í fløguhandlinum Smekkleysa, og á tí sera eksklusivu barrini Sirkús. Jónas sigur seg ikki ivast í, at 200 skjótt fara aftur til Íslands.










